Væl eydnað fernisering hjá Hans Paula Olsen
/Fernisering var fríggjadagin í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, tá framsýningin hjá Hans Paula Olsen "Stående billeder" læt upp. Gestirnir vóru umleið 150 í tali og teir høvdu høvi til at hoyra eina lítla konsert við Lenu Andersen, ið júst hevur givið út nýggja tónleikaútgávu. Stjórin á Norðurbryggjuni, Karin Elsbudóttir helt røðu og Lisbeth Bonde, listaummælari og høvundur helt upplatingarrøðu, har hon greiddi frá um listamannin Hans Paula Olsen. Umframt list og tónleik var eisini høvi at uppliva føroyskt design hjá Barbari í Gongini, Guðrun & Guðrun, Turið Nolsøe Mohr og Fossaa. Framsýningin hjá Hans Paula Olsen verður at síggja á Norðurbryggjuni inntil 5.juni. Rundvísingar verða 3.apríl og 1.mai klokkan 15. Í kvøld (29.feb) verður filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir um Hans Paula Olsen: Eingin kann gera tað perfekta sýndur klokkan 20, leikstjórin og listamaðurin vera bæði til staðar.