PATOS - Um líðing í list

Hendan greinin stóð í Dimmalætting 27.mars

Nú páskini nærkast, kemur líðingin aftur í hásæti. Líðingin hevur stóran mentanarligan og listarligan týdning, hetta sæst til dømis í teirri nógvu, framúrskarandi listini, sum er gjørd við støði í líðingarsøgu Jesusar. Mítt útgangsstøðið er heldur øðrvísi, eg havi brúkt virala sólarmyrkingarvideolagið hjá Hamferð sum grundarstøðið í eini hugleiðing um patos í føroyskari list.

Tríggir menn í myrkum klædningi standa pinnastillir í mótljósi og vindi í vakra landslagnum við Kvívík og framføra ein stillan, kenslubornan sang, meðan ljósið broytist og himmalhválvið skiftir úr ljósabláum og djúpgráum litbrigdum til violett myrkur, meðan sólin umbroytist og verður svørt. Tað er ómetaliga einfalt, dapurt og vakurt og so er tað ordiliga væl hugsað at gera eina live upptøku við fullari sólarmyrking sum bakteppi. Tónleikabólkurin við tí góða hugskotinum eitur Hamferð og teir eru til dagligt fleiri enn tríggir: Jón Aldará, John Egholm, Theodor Kapnas, Remi Johannesen, Esmar Joensen og Ísak Petersen. Uppá nakrar fáar dagar hava 100.000 (talið er síðani økt til 220.000) klikt seg inn á live-upptøkuna, sum bólkurin gjørdi undir sólarmyrkingini og sosialir miðlar flóta yvir av rósi og hugtiknum viðmælum frá øllum møguligum ymiskum fólkum, eisini fólkum, sum vanliga ikki lurta eftir sonevndum doom metal tónleiki. Videolagið liggur longu á nógvum heimasíðum, bæði føroyskum og altjóða og fagnaðurin heldur á. Sangurin eitur “Deyðir varðar”, og er partur av útgávuni “Evst”, sum Hamferð góvu út í 2013   “Evst” snýr seg um leitanina hjá einum manni eftir soninum, ið hvarv í ódnarveðri í fjøllunum, og sangurin “Deyðir varðar” snýr seg um sjálva ásannanina av, at sonurin er horvin og tá maðurin frá sær sjálvum byrjar sína leitan. Teksturin er ómetaliga dapur, fullur av líðing og patos, hetta hómast longu á patetiska heitinum “Deyðir varðar”.

 

Patos í DNA´num

Patos er hinvegin partur av dna´num hjá bólkinum, tí Hamferð spælir sonevndan doom-metal, ið er myrkur og tungur rokktónleikur á tremur av hátíðarligum vónloysi. Men limirnir í Hamferð vilja nakað og av tí, at dygdin er so góð sum hon er, bæði á framførslu og framleiðslu, gerst tú sum áhoyrari rørd av hesum óhugnaliga universinum og av konsekventa háttinum, sum hesin heimur verður framborin. Allir sangirnir hjá bólkinum eru serstakliga langir og seinir, hetta er eitt eyðkenni fyri tónleikaslagið doom skilst á allýsingini av tónleikaslagnum við undirsjangrum sum funeral doom og death doom. Eitt annað heiti, sum ikki er minni patetiskt er tað á yrkingarsavninum hjá yrkjaranum og tónleikaranum Peturi Pólsson “Opus 6 - Ein symfoni fyri æðrar” og í hesum savninum eru umframt heitið eisini onnur dømi uppá trupulleikan hjá patetiskari list, at hon ofta verður klichémerkt, t.d. “lat æðrar tínar/ syngja mollstemtar sangir til saknin” og “einsemi er ikki/ tað ringasta sum er til// onkuntíð er tað/ tvørturímóti størsta/ signing sum/ hugsast kann//”. Mær dámar nógv betur sangtekstirnar hjá Peturi Pólsson, t.d. sangin “Øskuhav”, sum hann nýliga fekk FMA heiðursløn fyri, og sum ikki sýnist heilt so eintýðugur sum tær æðrasymfonisku yrkingarnar.

 

Hugtakið patetiskt

Patetiskt verður í danskt-føroysku orðabókini hjá Sprotanum umsett til kensluborin og tað hevur eisini nógv við kenslur at gera, serliga sorgarbundnar kenslur. Pathétique eitur tað á fronskum frá grikskum pathētikós fyri kensluborin og pateǐn, sum merkir at líða og tað við líðingini er týdningarmikið í sambandi við patos í listini. Ofta verður orðið brúkt um okkurt ella onkran, ið verður mettur at vera ov (sjálv)hátíðarligur, ov kensluborin, ov uppgjørdur og sum tí hevur lyndi til at vekja vanvirðing. Eitt samheiti fyri patetiskt er láturligt, og hyggi eg eftir mínum egna brúkið av hugtakinum patetiskt, hevur tað ofta verið negativt hugsað. Men eg havi í grundini eisini brúkt tað positivt t.d. tá eg skýrdi eina framsýning at vera sublimt patetiska og tað var hugsað sum rós, tvs. at hugtakið patetiskt ikki av sær sjálvum kann roknast sum negatión.

 

Patos í fornøld

Patos hevur verið partur av listini líka síðani fornøld. Hellenistisk list frá 336 - 31 ár fyri Kristi føðing var t.d. merkt av stílsligari óhógv við serligum denti á ræðuliga líðing og drama. Ein kend standmynd frá hesum tíðarskeiði er dynamiska lýsingin av troiska prestinum Laokoon, sum saman við synum sínum varð álopin av sjóslangum, sum Poseidon sendi fyri at forða honum í at avdúka troiska hestin. Hetta er ein tann kendasta standmyndin úr fornøldini, og hon fekk stóra listarliga ávirkan, tá hon var grivin út í Rom í 1506 og serliga seinni undir mótreformatiónini, tá tær stóru kenslurnar aftur gjørdust aðaltáttur innan listina. Standmyndin verður nú sum tá sýnd fram í Vatikansavninum.

 

Patetisk list í Føroyum

Føroysk list hevur somuleiðis verið patetisk síðan byrjanina. Kvæðini eru miðsavnað um dramatiskar hendingar, kríggj, blóðhevnd og glatan, men kvæðini eru jú episk og miðsavnað um hendingar heldur enn um kenslur. Modernað list og bókmentir taka hinvegin støði í kenslum ella í tjóðskaparromantiska rákinum, sum er miðsavnað kring kenslur fyri føðilandinum. Men hyggja vit at yrkingunum hjá Janusi Djurhuus ella málningunum hjá Mikines, er hetta list, sum í stóran mun er merkt av patos. Stóri málsligi endurnýggjarin, Janus Djurhuus flytir gamla klassiska mentan inn í føroyska málið og sum so er tað kanska skeivt at tosa um klichémerkta poesi, tí hann jú gjørdi nakað spildurnýtt, tá hann gav út savnið “Yrkingar” í 1914. Men yrkingarnar eru tó klassiskar bæði í formi og innihaldi við einum greiðum tokka  til tað dapra, hátíðarliga, kensluborna og eitt sindur uppblást flotta; “Mín sorg er ein kvinna so marmorbleik” og “Tømdir eru steypar allir;/ yvir miðjunátt tað er,/ og eg siti einsamallur;// kenni meg sum maður, tá hann/ sær á grúgvu slokna logan:/ øskan verður køld og ber...”. Reglurnar eru ómetaliga snotiligar og kanska í so pompøsar, um vit hugsa okkum, at tað kanska bara snýr seg um onkran, sum er í ringum lag, - keðiligt at ballið er liðugt osfr. Evnið til sublimering er eitt av undrunum við listini, men dømið lýsir kanska allíkavæl hvat eg meini við, tá eg haldi uppá, at yrkingarnar hjá Janusi Djurhuus eru fevndar av patos. Tær eru eisini centrallyriskar, tvs. at tær eru skrivaðar út frá einum lyriskum eg-persóni, sum sansar, ásannar og lýsir umheimin. Centrallyrikkur verður javnan settur upp ímóti interaktiónslyrikki og avantgardismu, einum fleirtýddum yrkingastíli við fleirtýddum eg-persóni og við fleiri røddum. Men tað er ikki lætt at seta hetta upp í beinar mótsetningar í dag, yrkjarar kunnu skifta ímillum fleiri yrkingarhættir og hugtøkini eru ikki støðug. Avantgardisman er dømi um eitt hugtak, sum hevur broytt seg nógv. Upprunaliga snúði avantgardulistin seg um list, ið varð mett at vera frammanfyri og í andstøðu til etableraðu listina, men avantgardulistin hevur nú í mong ár verið samlík við tað etableraða. Eitt dømi um ein føroyskan avantgardulistamann er Tóroddur Poulsen, hvørs yrkingar og myndir til dømis eru rættiliga reinsaðar fyri patosdyrkan og stórsligna pínu.

 

Mikines og líðingin

Í myndunum, sum Samuel Joensen-Mikines málaði frá 1934-1940 er líðingin grundleggjandi og harvið eisini patos. Myndirnar eru lagnutungar, ekspressivar og symbolskar og snúgva seg um menniskjansliga líðing og pínu. Mikines fekk myndevnisligan íblástur úr heimbygdini, sum varð rakt av stórari sorg, tá sluppirnar Nólsoy og Neptun fórust í ódnarveðri í 1934, og 43 menn sjólótust, harav 9 teirra vóru úr Mikinesi. Men stílurin, sum Mikines ávirkast av, hevur sum so einki við heimbygdina ella við sjúku og deyða at gera. Stílurin er europeiskur við støði í teirri fronsku modernismubráðpannuni París. Tað var haðani, symbolistiska hugskotslistin breiddi seg um Europa til Danmarkar til Ejnar Nielsen, lærara Mikinesar, men eisini til Noreg til Edvard Munch. Báðir høvdu teir líðing sum høvuðstema og báðir vóru teir týdningarmiklar fyrimyndir hjá Mikines, men hyggja vit eftir myndunum hjá teimum, nær eingin teirra Mikines til kníggja í patos, um vit altso bara hyggja eftir myndunum frá tríatiárunum. Ejnar Nielsen er meira veruleikatrúgvur og Edvard Munch er meira bjartlittur enn Mikines. Í myrkamyndunum hjá Mikines kunnu vit veruliga tosa um bølamyrkur og eina konsekventa dyrkan av lagnutungari líðing og vónloysi og av tí stórsligna og hetjukenda í vónloysinum. Tað er í hesum sambandi vert at nevna, at Hamferð hevur brúkt høvuðsverk Mikinesar “Aftur av Jarðarferð” frá 1937 sum bakgrund undir onkrari framførslu. William Heinesen skrivar um teir døkku málningarnar hjá Mikines, at teir eru fevndir av sama hugsunarhátti sum Kingo í sínum Bod og Poenitentze sálmum.

Føroysk patos

Eg havi ein stillan varhuga av, at tað patetiska veruliga liggur til okkum føroyingar. Varhugin er vísundaliga óváttaður, men tað patetiska, sentimentala stingur seg fram nógvastaðni í føroyskari list og medferð í so mikið stóran mun, at tað viðhvørt minnir um reina sadomasokismu. Eg haldi ikki minst, at teimum ungu dámar patetiska list, syrgiligar sangir og myndir - tað kensluborna liggur teimum nær. Mín varhugi er grundaður á sera ymiskar upplivingar bæði við ungum og gomlum, frá brúdleypsrøðum til listarligar upplivingar hjá mær sjálvari og hjá øðrum. Tá filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir, LUDO varð sýndur niðri, høvdu dansku ummælararnir tað ikki lætt við ekspressiva stílinum og teirri serligu myndaligu dyrkanina av tí ræðuliga, sum gongur fyri seg. Ummælararnir eru kanska ikki vanir við hetta slagið av stórslignari patos við Edgar Allen Poe- kendum krákusymbolum. Í øllum førum var tað eins og vamlaðust teir við úttrykkið, sum teir søgdu var “melodramatisk” og tað var ikki meint sum rós. Filmsleikstjórin og serfrøðingurin Christian Braad Thomsen viðmældi hinvegin filmin, sum hann lýsti eins og ein sterkan og djarvan film, sum skilir seg radikalt frá teirri tekkingarhugaðu sosialrealismuni, sum sambært Braad Thomsen merkir danska biografin í løtuni.

 

Patos og politikkur

Politikkur kann eisini hava við patos at gera, tó at tað fyrra eigur at hava meira við skil at gera enn tað seinna, sum er knýtt at kenslum. Týskarar hava eitt nú verið heldur varnir við at brúka sama slag av patos listarliga, sum fyllir tónleikin hjá Wagner og myndirnar hjá Caspar David Friedrich. Hetta kemst sjálvandi av tilvitaða háttinum, sum nazistarnir brúktu listina og serliga ta stórbæru listina til at stuðla undir teirra propaganda. Spurningurin er um patos kann vera landafrøðiliga avmarkað. Ein vinkona segði einaferð, at føroyingar eru føddir við ov stórum toli og ov lítlum vilja. Hon sipaði í hesum føri til ríkisrættarligu støðuna hjá landinum og tað stóra njótilsið, vit eftir hennara tykki hava burturúr vónloysisknarrinum um hesa støðuna. Hvussu er og ikki kunnu vit staðfesta at tjóðskaparligur longsul, sum annars er eitt gamalt tjóðskaparromantiskt fyribrigdi enn fyllir nógv í okkara mentan.

 

Sorgblíður saknur

Heiðrik á Heygum er ein av okkara dugnaligu samtíðarlistafólkum, sum í stóran mun brúkar patos í sínum tónleiki, filmum og myndum. Í hansara myndum eru persónarnir ofta sorgarbundnir, teir hava til tíðir tár í eygunum sum í onkrari trivialromantiskari lýsing, men eisini í videoløgum, filmum og tónleiki hevur Heiðrik á Heygum ein forkærleika fyri at dyrka tað syrgiliga og romantiskt vónleysa, sum samstundis er estetiskt vakurt. Í tí framúrskarandi videolagnum OMG gongur listamaðurin sjálvur í stórslignu fjøllunum sum í vónloysisøði kanska av hjartasorg, hann  hevur í øllum førum eitt hjartaformað hol í bringuni. Í videolagnum, sum hann hevur gjørt fyri tann eksperimenterandi bólkin ORKA við Jens L.Thomsen, “Aldan reyð” snýr tað seg um eina smágentu, sum druknar og sum síðani verður tikin av huldufólkum. Hetta er ein tann fyrsta føroyska filmslýsingin av teimum undirjarðisku, men videolagið er somuleiðis merkt av áhugaverdum homoerotiskum undirtónum, ið eisini myndar eitt nýbrot innan føroyska list. Videoløgini “True Love” og “Rain”, sum Heiðrik á Heygum gjørdi fyri Eivør, eru á saman hátt bæði miðsavnað um sorgblíðan sakn og óeydnu júst sum í døkku myndunum hjá Mikines.

Líðingarsøgur

Tá tosað verður um patos og dyrkan av líðing í føroyskari list, kunnu vit ikki koma uttanum Øssur Johannesen, sum um nakar hevur lýst pínuna í føroyskari list. Hansara listarliga credo er ikki serliga øðrvísi enn tað, sum Edvard Munch skrivaði niður í St.Cloud í 1889 og sum gjørdist hansara listarliga manifest: “Málast skulu ikki longur innanhýsismyndir og fólk sum lesa og kvinnur, sum binda. Tað skulu vera livandi menniskju, sum anda og føla og líða og elska. Eg skal mála eina røð av tílíkum myndum – Fólk skulu fata tað heilaga við tí og tey skulu taka hattin av sum í einari kirkju”. Har er okkurt monomant yvir myndunum hjá Øssuri Johannesen, sum aftur og aftur endurtekur sítt myndevni av einum síðhærdum manni, ið líkist listamanninum, hann tykist ólukkuligur og til tíðir er hann krossfestur ella deyður. Øssur Johannesen er tónaskald, tónleikari, yrkjari og myndlistamaður, og hann skapar list, sum er ekspressiv og beint frammaná uttan nakað uttanumtos. Kompromileysa heitið á einari fløgu "Ein harður vegur ígjøgnum svartasta helviti við kós ímóti deyðanum. Amen." er eyðkent og ber boð um ein serstakan og stríðshugaðan listamann. Fyri Øssur Johannesen er líðingin bæði drívmegi og myndevni í hansara verkum á sama hátt sum í áðurnevndna yrkingarsavninum hjá Peturi Pólsson. Men har er munur millum teir báðar listamenninar og tað ávirkar helst mína lesing av teirra verkum, har eg ikki í líka stóran mun góðtaki patetiskar klichéir frá Peturi Pólsson. Orsøkin til tað hevur helst við eina ymiskliga fatan av hesum báðum listamonnunum at gera. Orsøkin til, at eg góðtaki og eri hugtikin av flotta, patetiska videolagnum hjá Hamferð, hevur við samanfallið millum teirra listarliga úttrykk og sjálva hendingina at gera. Tað er hóast alt ikki ofta, at kenslan av dómadegi er so veruleikakend sum júst hesa løtuna, tá sólin slóknaði. Sólarmyrking leggur upp til patos, tað gera páskirnar eisini.