Myndir úr rúmd og haga

Í fyrstu atløgu eru føroyskur hagi og igulker kanska ikki tað fyrsta, tú kemur í tankar um, tá tú sært rúmdarkendu myndirnar hjá Trine Boesen, men danska listakvinnan sigur seg hava fingið stóran íblástur tíðina, hon hevur verið í Føroyum.

Hon er partur av einum ættarliði av listafólkum, sum høvdu sítt gjøgnumbrot í danskari list við figurativum myndum við abstraktum elementum í nullunum, í byrjanini av hesari øldini. Myndevnisliga eru myndirnar hjá Trine Boesen blendingar ella hybridar millum veruligar lutir og abstrakt skap, sum ofta tykjast sveima og sum bera seg at eins og í surrealistiskum vektloysi. Trine Boesen varð liðugt útbúgvin á Det Kgl. Danske Kunstakademi í 2002 og í marsmánaða í ár hevur hon verið í Steinprenti í Havn og gjørt fýra prent fyri Glostrup Kunstforening.

Fiskafjølbroytni

Tá eg møtti Trine Boesen í Steinprenti, var listakvinnan longu fullkomiliga tikin av bóli av upplivingunum her, sjálvt hon bara hevði verið her í landinum einar tveir-tríggjar dagar. Ein púra vanligur mikudagsdøgverðatími gjørdist ein sonn fiskaveitsla, tá ein útróðrarmaður hevði verið inni á gólvinum við brosmu, longu, skrubbum, hýsu, toski við rogn og livur og øllum góðum, sum alt samalt varð sett á borðið. Dagin eftir kom Birgir Enni inn á gólvið og samrøðan tók at snúgva seg um igulker. – Tað kundi hon hugsað sær at roynt, segði listakvinnan og legði síðani skemtiliga aftrat við Birgir Enni: “Men, tú hevur neyvan igulker í lummanum?”. – Nei, Birgir hevði ikki nøkur igulker í lummanum, men tað tók honum bara ein minutt at fara út í bilin eftir nøkrum og so royndi ein ovfarin Trine Boesen eina av hesum ovurvøkru havsins fruktum, sum henni dámdi væl, tað smakkaði søtt, helt hon, og í grundini ikki serliga sjókent. Allar hesar upplivingarnar av at hitta fólk og uppliva náttúru hava havt stóran týdning, skilti eg á listakvinnuni.

Mótsetningsfullar myndir

Í teimum nýggju prentunum sæst ein samanstúving av lutum og linjum á einari einlittari grund. Allar myndirnar tykjast sera dynamiskar í bygnaði við tað, at dentur er lagdur á skáklinjur, sum tykjast ganga inn í myndina. Tá talan er um myndirnar hjá Trine Boesen eru mótsetningarnir ikki til at koma uttanum. Myndarúmið er til dømis fullkomiliga flatt uttan nakra dýpdarillusión, men allíkavæl er tað sum um, at strikurnar eru settar á flatan eftir onkrari ávísari skipan og mynda eitt komplekst rúmdarperspektiv av tí slagnum, sum Leonardo da Vinci var ein meistari í at tekna. Støddargradientar, linjur og realistiskt teknaðir staklutir fær áskoðaran at halda, at tað ber til at fara mentalt inn í myndarúmið, men hetta er allíkavæl ikki gjørligt í myndunum hjá Trine Boesen. Samstundis sum teknaðu lutirnir á myndunum eru ógvuliga gerandisligir, hava myndirnar um somu tíð hava okkurt hátíðarligt, stórbært yvir sær. Myndirnar snúgva seg í stóran mun um rúm og rúmd. Á einum bognaðum skelti í einari av myndunum stendur skrivað EMPTY SPACES, tó at tómrúmini ikki kunnu sigast at vera mong í myndunum hjá Trine Boesen. Myndirnar tykjast um somu tíð vísindaligar og spælandi og fáa meg at hugsa um bæði alisfrøði og um tær fyrstu abstraktu myndirnar hjá Kandinsky. Dynamikkurin í myndunum sýnist spentur á tamb og tí væntar áskoðarin, at okkurt fer at henda, ein spreinging ella okkurt tílíkt.

Upplivdi náttúruna í arbeiðssteðgum

Eg havi hava verið í Steinprenti og fregnast, og spurdi listakvinnuna um um uppihaldið í Steinprenti.

TB: Tað var Glostrup Kunstforening, sum bjóðaði mær at gera teirra ársprent. Henda innbjóðing hevði við sær ein túr til Føroya til litografiska prentverkstaðin hjá Jan Andersson, Steinprent. Tað helt eg ljóðaði sera áhugavert, bæði av tí, at eg havi arbeitt við steinprentstøkninum áður og tí eg hevði hoyrt nógv gott um Steinprent, tí tók eg av. Eg haldi, at tað gekk sera væl og eg hugsi, at orsøkirnar til, at tað gekk væl, eru nógvar. Nógv ymiskt spælir inn, tá mann skapar og ikki minst umhvørvið. Her hevði eg nógv nýtt at taka støðu til soleiðis at skilja, at eg ikki havi verið í Føroyum áður ogheldur ikki kendi Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku og teirra verkstað. Men tað tók altso bara 2 minuttir, so føldi eg meg væl tilpassar í verkstaðnum, eisini tí at tey á verkstaðnum gjørdu tað møguligt hjá mær at uppliva náttúruna í arbeiðssteðgum. Á tann hátt varð alt tað, eg upplivdi, spakuliga flættað inn í mín myndaheim. Teir serstøku heitu litirnir í líðunum og feska sjónin út yvir tey kavakløddu fjøllini og útsýni yvir hav, hevur heilt vist verið við til at avgera palettina til tey fýra prentini.

 

Fýra nýggj prent

KP: Kanst tú greiða mær frá tilgongdini í sambandi við nýggju prentini?

TB: Tað snýr seg um fýra prent við sama formati, tvey eru karrygul og hava heitið “ True Affection”  og hini bæði eru ljósagul og hava heitið “Winter-Summer”. Bæði heiti vísa til Føroyar og mínar upplivingar í Føroyum. Men umframt íblásturin, sum eg fekk av at vera í Havn og úti í náttúruni, eru prentini fullkomiliga samljóðandi við alt hitt, sum eg geri. Eg arbeiði við einum samansettum heimi, sum er myndaður av leysum myndafragmentum, upplivingum og útlátum. Tað er ein heimur, sum er mettaður av tilsipingum, symbolum og teknum. Í mínum akkumulerandi myndaheimi arbeiði eg við at skapa rúm, har áskoðarin verður sogin inn og har hann ella hon kunnu villast í teimum mongu strikunum, teknunum, orðunum og myndamálinum. Eg arbeiði við at skapa heildir av ólíkum lutum og brúki ymiskleikan í lutunum og samanblandaðu rákunum, tíðunum og støðunum til at skapa eitt dynamiskt útlát. Eg eri ógvuliga nøgd við prentini, tí tey raka tað serliga huglagið ella kensluna, eg hevði, meðan eg var í Føroyum, av ráleika og fjálgum hita. Eg haldi, at tað var ein fantastisk uppliving at koma til Føroyar og at verða so væl móttikin sum eg var og eg eri vís í, at eg komi aftur.