Bestu filmsupplivingarnar 2015 - Gudmund Helmsdal Nielsen

Listaportalurin hevur spurt nøkur fólk um teirra bestu lista- og mentanarupplivingar. Svarini eru sera ymisk, tað vóru spurningarnir eisini. Onkran havi eg spurt um eitt ávíst listaslag og onkran annan havi eg spurt meira breitt um mentan og list. Her eru svarini frá Gudmundi Helmsdal Nielsen, filmsummælara, sum greiðir frá sínum filmsupplivingum í 2015.

Hóast hetta snýr seg um filmsupplivingar í ár, eru her tó fleiri filmar frá í fjør, ið ikki vóru atkomandi fyri enn í ár. Filmsfelagið borðreiddi við flestu av mínum bestu upplivingum, eitt framúrskarandi og tiltrongt átak, sum vónandi heldur fram í ævir allar, amen. Havi altíð verið stórur ræðufilmsfjeppari, so tað er óhugnaliga gleðiligt at í ár, fekk eg høvið at síggja ikki minni enn tveir framúrskarðandi av tí slagnum – The Babadook úr Avstralia, rúmaðist tó ikki á hesum listanum. Frálíkir filmar sum The Martian, Spectre, Mr. Turner og aðrir rúmaðust ei heldur. Havi eisini blakað tveir íslendskar á listan, tí teir hava uppiborið tað - Íslendarar gera viðkomandi sterkar filmar um menniskanslig viðurskifti, í mun til danir, sum í ár einamest fingust við krígsfilmar, Klovn og Far til Fire. Og so líka eitt afturat: eg rópi meg filmsummælara, men havi enn ikki sæð íslendska Hrútar/Rams, Birdman, Inside Out, The Look of Scilence og japanska The Tale of Princess Kaguya - flóvisligt, eg veit – og enn væntar Star Wars og The Revenant. Onkur teirra var ivaleyst endaður á listanum hevði eg sæð teir. Men her eru so mínar topp 10 bioupplivingar í ár.

 

1: Mad Max: Fury Road (2015) George Miller, Avstralia/USA

Fury Road er eitt heilstoypt valaverk á tremur við filmslistarligum kærleika og Rock ‘n’ Roll; besti aktion-ævintýrfilmur í áravís, vælfilmaður, vælleiktur, smæðist ikki burtur, men yvirlegið bukar hann teg beint í gronina við buldur og brak og við fitt av kvinnufrígering sum glasur. Super hamrandi heilt óluksáliga feitt. Punktum.

 

2: Whiplash (2014) - Damien Chazelle, USA

Ein sansateppubumbing, onki minni. Hesin filmurin um eina unga eldsál, ið brennir fyri at gerast trummuleikari í heimsflokki undir heimsins strangasta lærara má upplivast! Klipping, rútma, tónleikur, myndir alt gongur upp í eina hægri eind – og endin er ein tann sterkasti í filmsøguni. Wauw, stutt og greitt!

 

3: The Salt of the Earth (2014) - Juliano Ribeiro Salgado & Wim Wenders, Fr./Br./Ita

Fleiri hava Amy sum yndisheimildarfilm í ár, men nalvaskoðandi søgan, ið válkar sær í viðgangi og falli hjá einari rúsevnistyngdari stjørnu, einamest lýst gjøgnum myndatólini, sum hon hataði (uttan papparazziarar ongin Amy filmur) var onkusvegna vamlislig - sum ein vælframleiddur partur av einari realityrøð við fantastiskum tónleiki. í mun til Salt of the Earth hjá Wim Wenders um Brasilska myndamannin Sebastiao Delgado, ið lívið á tamb hevur lýst menniskja og tess ávirkan á umhvørvið. Eitt háaktuelt, ónatúrliga vakurt og viðkomandi meistaraverk.

 

4: Sicario (2015) - Denis Villeneuve, USA

Við óndum skal ónt knúlvast. Kanadiski Denis Villeneuve prógvar enn einaferð at hann er ein av mest lýtaleysu leikstórum ið virka í dag. Við sveimandi flottum myndum av meistaranum Roger Deakins og inniliga brennandi leikararavrikum, er hendan dapra søgan um harðrenda og vónleysa bardagan móti meksikansku narko kartellunum ein sum ein avgjørt eigur at síggja.

 

5: Wild Tales (2014) - Damián Szifrón, Argentina

Eitt stuttfilmsavn við seks kolasvørtum lagnusøgum úr hugaheiminum hjá argentinska filmsleikstjóranum Damián Szifron. Ein meistarlig antologi sum er ófatiliga stuttlig samstundis sum hon øsir og provokerar.

  6: Leviathan (2015) - Andrey Zvyagintsev, Russland

Zvyaginatsev gevur Putin, russisku oligarkunum og kirkjuni ein knúsandi framaná í hesum stak dapra og hugtyngjandi filminum um ein mann, ið stríðist fyri familjuni og heiminum, mótvegis stak ótespiliga borgmeistaranum. Sera beinrakin samfelagsrevsing, flott filma í einari lítlari bygd á Kola hálvoynni.

 

7: Ex Machina (2015) – Alex Garland, Ongland

Oscar Isaacs prógvar aftur at hann er ein av stórstu leikarunum, sum ein ódámligur einabúgvi, ein teldutøkni milliardingur, ið hevur uppfunni ein tilgjørdan vitleika - eina robott femme fatale - í eini fjarskotnari loyniligari støð. Ein ógloymandi klaustrofobiskur kamarleikur.

 

8: Vónarstræti/Life in a fishbowl (2014) - Baldvin Zophoníasson, Ísland 2014

Tríggjar mannalagnur verða flættaðar saman í einari søgu ið húðleyst avdúkar skuggasíðuna av íslendsku kapitalismuni. Íslendingar prógva ferð eftir ferð at tað er vert at stuðla filmslistini – 40 mió fáa tey árliga, uml. 120 kr fyri hvønn íbúgva, og tey eru nú ein sera týðandi filmstjóð. Hvat kundu vit ikki avrika í Føroyum fyri einans 120 kr fyri hvønn íbúgva til filmslistina?

 

9: It Follows (2015) - David Robert Mitchell, USA

Bæði ein fagnan av klassiskum ræðufilmum frá 1980’unum, men samstundis ein nýklassikari. Ein næstan tíðarleys frásøga við einum stak originalum monstri – er, sum allir rættir horrorfilmar, eitt líknilsi: ein likamliggjørd kynssjúka er eftir tær, so hugsa teg um áðrenn tú dyppar trantin, ella letur teg dyppa av sama. Tónleikur, huglag, myndir og sjónleikur alt gongur upp í eina hægri eind í It Follows – so mikið nógv at fólk í hópatalið flýddu í ræðslu úr kykmyndahøllini.

 

10: Þrestir/Sparrows (2015) – Rúnar Rúnarsson, Ísland, 2015

At verða til frumframførslu í heimlandinum er altíð ein stór uppliving, og tá filmurin eisini er eins væleydnaður sum hendan ungdómsøgan, ið snýr seg um sambandið millum alkoholiseraðan pápa og gávuríkan son, er tað ein sonn fragd. Ein døpur og innilig søga, ið tað sama kundi gingið fyri seg í Føroyum. Øll sum hava havt við fisk at gera, ella hava búð í fjarskotnari bygd, oyggj ella landið kunnu kenna seg aftur. Meistarligar myndir, huglag og tónleikur.