Eitt sindur um skulpturelt fjølbroytni
/
Kópakonan og modellin - mynd Norðlýsi
Eitt sindur av kjaki hevur tikið seg upp síðani nýggjasta standmyndin hjá Hans Paula Olsen varð avdúkað í síðstu viku. Tey flestu hava verið sera ósamd í mun til mín kritikk, og summi eru óð, tí eg eg ikki havi verið har enn á staðnum og skoðað standmyndina, ein av teimum óðu skrivaðu um meg á facebook, at ilt eyga vil einki gott síggja. Her má eg mótmæla, mítt eyga er ikki serliga ilt, bara eitt sindur kritiskt, og tað haldi eg ikki, at nakar skal ræðast.
Ein av verksmiðumonnunum í Helsingør er í ovurstødd. Mynd: Lars_Skov
Standmyndir og yvirhøvur list í almenna rúminum hevur alstóran týdning fyri okkara trivnað og okkara hugsunarhátt, standmyndirnar ríka okkum dagliga við at fáa okkum til at undrast og at hugsa. List í almenna rúminum gevur okkum nýggj sjónarmið í mun til okkara egnu samtíð og harvið ávirkar hon okkara gerandisdag og tí hevur tað stóran týdning, tað, sum verður sett upp, tí ofta verður tað sett upp fyri at vera. - Hans Pauli Olsen er ein ómetaliga arbeiðssamur og dugnaligur listamaður, sum hevur gjørt eitt megnararbeiði innan føroyska og danska standmyndalist og í summar eru heili tvey veldug verk avdúkað hjá honum, annað er standmyndin av verksmiðjuarbeiðarum í Helsingør og hin er Kópakonan í Mikladali, bæði verkini eru figurativ og ógvuliga naturalistisk, hygg t.d. at lýsingini av tí eina verksmiðjuarbeiðaranum, tað er Brandur Patursson - hundrað prosent. Verkini eru eisini bæði monumental, vitalistisk og heroiserandi standmyndir, ið eru hugsað sum heiður til ávikavist arbeiðarastættina og ein mytiskan figur. Traðarmaðurin, sum stendur uttan fyri Býráðshúsini við Vaglið í Havn, er ein fín standmynd, sum eg fegnist um dagliga og sum heiðrar traðarmonnunum. Hetta er ein sterkur, nakin maður við ovurstórum hondum, sum ber ein tungan klett - um vit hugsa um Kópakonustandmyndina er tað áhugavert, at Traðarmaðurin er fullkomiliga avsexualiseraður. Hann hevur einki kyn niðan fyri beltið.
Traðarmaðurin er kroppsligur, men asexuellur
Eg fari til Mikladals at hyggja at kópakonuni seinni í vikuni og eg skal nokk siga tykkum hvat eg haldi um hana, tá eg síggi standmyndina á staðnum, sum hon er gjørd til. Tì sjálvandi er staðsetingin týdningarmikil, Hans Pauli Olsen hevur nú gjørt fleiri standmyndir, sum standa í náttúruvøkrum, fjarskotnum støðum, t.d. gjørdi hann eina standmynd til bygdina Skarð herfyri. Tað er galdandi fyri Kópakonuna og fyri fleiri av seinastu standmyndunum, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt, at figurarnir ikki hava nakran sokkul at standa á. Hans Pauli Olsen hevur annars áðrenn arbeitt rættiliga nógv við sjálvum soklinum t.d. í einum verki sum Fría Fríða við Eik Banka yviri við strond. Men í teimum nýggju verkunum standa bronzufigurarnir á vegnum, ella á klettinum og gerast harvið enn meira veruleikakendir har teir standa.
Mynd Lars_Skov
Hans Pauli Olsen hevur gjørt rættiliga nógvar av standmyndunum, sum eru settar upp í Føroyum seinastu árini. Tað er ikki ringt at skilja sum so. Hann er dugnaligur, arbeiðssamur og vit hava ikki nakran annan, sum dugir tað, sum Hans Pauli Olsen dugir at fáa burtur úr leiri. Mín kritikkur snýr seg í grundini ikki so nógv um listamannin, men um tey, ið bíleggja standmyndir runt um í Føroyum. Tað er heldur fantasileyst og av handahógvi merkt, haldi eg. Eg kundi í hvussu so er hugsað mær, at vit fingu eitt meira fjølbroytt skulpturelt úttrykk. Eg haldi, at okkara standmyndir í ov stóran mun eru figurativar, naturalistiskar heteronormativar bronzustandmyndir av hvítum menniskjum við idealkroppum. Listarlig dygd hevur ómetaliga nógv at siga, men fjølbroytnið er somuleiðis av eyðsæddum týdningi í einum rúmligum, demokratiskum samfelag. Kanska eru vit ov national og lokal, tá vit bíleggja verk. Aðrastaðni tryggja tey fjølbroytnið m.a. við onkuntíð at biðja altjóða listafólk. Í Íslandi t.d. var eg imponerað, tá eg fyri nøkrum árum síðani sá altjóða skulpturparkina í Hafnafirði, har listafólk úr 16 londum hava gjørt hvør sítt verk, har eru verk hjá listafólkum úr m.a. Mexiko, Sveis, Fraklandi, Finnlandi, Japan og Týsklandi. Á Viðey við Reykjavík tendra tey hósdagin Imagine Peacetower, framúrskarandi ljósstandmyndina hjá Yoko Ono Lennon fyri børnunum í Palestina/Ísraelstríðnum. Fyrr í tíðini var ein standmynd tað sama sum ein bronsustandmynd, eitt monumentalt minnismerki til eftirtíðina. Soleiðis er tað ikki longur, ein standmynd hevur í prinsippinum listarligt frælsi javnbjóðis við alla aðra list. Men av tí, at standmyndir ofta eru heldur dýrari og umstendiligari at gera og seta upp, eru tær í størri mun enn onnur list treytaðar av avgerðunum hjá meira og minni kompetentum kommunupolitikarum.
Her eru nøkur dømi um skulpturelt fjølbroytni.
Jes Brinch HATE. 2013. Foto: SKovsnogen.
Bjørn Nørgaard: RIv dette tempel ned 2012
Magnus Tómason: Tekið 2003
Per Kirkeby: Murstensskulptur 2010
Sui Jianguo: Windy City 2010
Jørgen Haugen Sørensen: Kolossen 2011
Marc Quinn: Alison Lapper Pregnant 2010
Yoko Ono Lennon: Imagin Peace Tower
Per Kirkeby: Laokoongruppen (2013)
Ai Weiwei, scultpure 2010
Damián Ortega: Controller of the Universe 2007
Danny Lane: Empress 2007