Ólavsøkuframsýningin er opin inntil 17.august
/Sakaris Fríði Stórá: Viva Vendetta er loksins sett upp í framsýningini. Annars hevur Malan Marnersdóttir ummælt framsýningin í Sosialinum í dag í grein við heitinum "Tivoli og list", har hon m.a. finnist at eini fløktari og tvørligari framsýning. Malan Marnersdóttir sóknast eftir betri miðlan - hon hevur helst ikki sæð míni tíðindaskriv og greinirnar á FB-síðuni, sum varð upprættað til sama endamál, eingin framsýning hevur verið so gjølliga miðlað sum Ólavsøkuframsýningin í ár og í fjør. Malan Marnersdóttir dámar ikki mín kærleiksvegg og heldur, at hann ber brá av vantandi virðing fyri teimum, sum hava gjørt myndirnar "Í roynd og veru eru hetta kanska verk, sum fyriskiparin annars hevði havnað". - Her skal eg skunda mær at svara, at so er ikki. Øll verkini, sum eru á Ólavsøkuframsýningini eru líka vælkomin - eg sensureraði verkini hjá tólv persónum, sum ikki komu við á framsýningina. Eg veit eisini um nógv, sum halda, at kærleiksveggurin er tað besta á framsýningini og eg veit um fleiri av teimum, sum hava verk hangandi á kærleiksvegginum, sum virkuliga dáma at hanga har, t.d. Vígdis Petersen og Durita Dam. Men tað tykist sum um, at Malan Marnersdóttir hevur havt eina uppliving av framførsluni hjá 200 undir upplatingini, og tað er undir øllum umstøðum er stuttligt at fáa eitt ummæli sum kjakupplegg.
Claus Carstensen
Sámal Blak, 200, Vendettaverkætlanin Hansina Iversen, Claus Carstensen og Jóhan Martin Christiansen
Sissal Kampmann
Tóroddur Poulsen
Elin Josefina Smith
Sámal Blak, Fríða Matras Brekku