Barbara endurvitjað
/Hygg eftir hesari bókini. Minnir permumyndin ikki einamest um eina illustratión til onkra saftiga knallroman í Familiejournal? Í veruleikanum er hetta ein mynd, sum háttvirda forlagið Gyldendal í fleiri umførum valdi til at prýða permuna á skaldsøguni, Barbaru við, eitt nú á útgávuni í 1961 og í 1990. Tað snýr seg um eina lættisoppakenda portrettmynd av eini yndisligari kvinnu við turriklæði, sum hyggur álvarsliga fram fyri seg.
Í ár eru 75 ár liðin, síðani Barbara - ein av kendastu føroysku skaldsøgunum varð givin út í 1939 (á donskum). Skapari hennara, hin gávaði rithøvundurin og gløggi blaðmaðurin, Jørgen- Frantz Jacobsen doyði av tuberklum longu árið fyri, bert 37 ára gamal. Tað var vinmaðurin, Christian Matras, sum skipaði fyri at fáa handritið sent avstað til Gyldendal. Sum skilst ivaðist forlagsráðgevin Paul la Cour eitt sindur í hesum ólidna verki, men endin var, at ein annar góður vinmaður høvundans, William Heinesen greiddi bókina til útgávu. Móttøkan var ómetaliga positiv. Ummælararnir vóru sum heild hugtiknir, ja meira enn tað, teir vóru forelskaðir og løgdu seg víðopnar fyri Barbaru, teirri praktfullu, erotisku meginkvinnuni og kjakaðust hugtiknir í ummælum sínum um hon er sakleys sum ein náttúrumáttur ella um talan er um eina vandamikla kvinnu - eina føroyska femme fatale.
Ummælarasitatini á bókapermuni benda á sama bógv, at talan er um eitt kvinuportrett og eina erotiska kærleiksskaldsøgu. Tey stava frá teimum annars gløggu harrunum, Hakon Stangerup og Tom Kristensen, sum á permuni møsna um ta erotisku og deiligu Barbaru, so at lesarin má vænta sær eina nokk so ónæriliga bók. Sjálvt um eros er ein týdningarmikil drívmegi, snýr skaldsøgan seg í grundini rættiliga lítið um erotikk og tí rokni eg eisini við, at lesarar, sum gleða seg at lesa okkurt fúlt, verða vónbrotnir. Rithøvundurin hevði upprunaliga hugsað sær at kalla skaldsøguna fyri “Far verden farvel” eftir sálminum hjá danska barokksálmaskaldinum, Thomas Kingo, sum eitt týdningarmikið kapitul í bókini snýr seg um. Kanska skuldi Jørgen-Frantz Jacobsen hildið fast í hesi ætlan síni. Tá hevði Barbara møguliga verið bjargað undan sínari triviallittereru lagnu og reingjandi einfaldingini, sum bókin hevur verið útsett fyri síðani hon kom út heilt frá fyrstu ummælunum og fram til tann prúða og melodramatiska leikbúnafilmin hjá Niels Malmros, sum helst eisini var eitt sindur illa teimaður í mun til ta progressivu dogmebylgjuna, ið um somu tíð av álvara setti danskan film á heimskortið.
Um tú googlar “Barbara” og navnið á høvundanum, er eitt av uppsløgunum enska týðingin hjá W.Glyn Jones, sum verður presenterað við hesum orðum: “Barbara is a woman of insatiable sexual desire which leads her from one man to another in search of sexual gratification”. Jú meira eg lesi um bókina, jú betur skilji eg hugsanir sum hana hjá danska rithøvundinum, Naja Maria Aidt, sum í eini samrøðu við Information fyri nøkrum árum sigur seg hata bókina hjá Jørgen-Frantz Jacobsen orsakað av hennara kvinnuáskoðan: “Jeg hader bøger, der gør kvinden til en stor naturkraft, der ingen bevidsthed har om sig selv” sigur Aidt og leggur aftrat, at Barbara er vánaligasta bókin, hon nakrantíð hevur lisið. - Gud viti hvussu hon hevur tað við Kópakonuni í Mikladali, hugsi eg við mær sjálvari, men eg haldi altso, at Naja Maria Aidt skuldi tikið og lisið bókina einaferð aftrat. Tað havi eg gjørt og tað við stórari fragd. Eg hevði gloymt hvussu stuttlig hon er. Sum eg lesi hana, snýr hon seg fyrst og fremst um menniskjaliga fáfongd, men hon snýr seg eisini í stóran mun um Føroyar. Skaldsøgan er øll sum hon er ein sonn kærleiksjáttan til føroysku náttúruna og ein ómetaliga skynsom lýsing av samfelagsbygnaði og av politiska sambandinum við Danmark, ikki minst. Donsku embætisfólkini verða støðugt lýst sum eitt sindur láturlig, snobbut, dovin, sjálvhátíðarlig, meðan føroyingarnir, t.d. føroyski sorinskrivarin verður lýstur sum ein gløggur maður av gamlari føroyskari ætt, ið av somu grund dugir at bera seg millum fólk.
Tað er í grundini danski presturin, harra Poul, sum er høvuðspersónur í bókini, tað er hann, ið setir ferð á frásøgnina og tað er gjøgnum hansara sjónarmið, vit uppliva søguna. Sinnalagið hjá honum er frá byrjan í tvíningum, róð verður framundir, at hann flýggjar undan einum ov støðugt áhugaðum konufólki í Keypmannahavn. Hann hevur ambitiónir, sum eru meira verðsligar enn religiøsar, tí fremst í huganum er hvussu prestavirki hansara skal spyrjast líka til bisp í Danmark. Hann er ærusjúkur og svikafullur og mest áhugaður í Barbara í løtum, tá hann varnast, at hon ikki er áhugað í honum. Tá hann endiliga heldur seg hava vunnið hana við giftarmáli, tykist hon honum slættliga keðilig, men bara inntil hon fjeppast uppi í onkrum øðrum. Tá vaknar áhugin aftur við fullari megi.
Í lýsingini av Barbaru verður ferð eftir ferð lagdur dentur á hvussu natúrlig hon er, heldur enn vøkur, og so verður hon eisini ofta beinleiðis samanborin við ymsar partar av føroysku náttúruni. Hon er sólin, sum lýsir á sítt umhvørvi, hennara eygu eru glitrandi grøn eins og havið og tá hon spákar á sandinum á veg yvir til harra Poul, síggjast eingi fótafet í sandinum, kanska tí hon sjálv er partur av náttúruni. Í skaldsøguni eru eisini nógvar tilsipingar til tey fornisku og Barbara er jú partvíst bygd á eina søgn. Skaldsøgan er søgulig og skal ganga fyri seg í 18.øld, men hugburðurin tykist nýggjari og í støðum ikki sørt tjóðskaparligur. Eg haldi, at bókin Barbara fyrst og fremst snýr seg um landið. Onkrastaðni er tað sum um, skaldsøgupersónurin Barbara gerst ímynd av føroysku tjóðini, t.d. tá hon rættir seg út gjøgnum vindeygað at gera vart við, at skipini, sum eru á veg inn á vánna ikki eru sjórænaraskip, men vinaliga sinnaði fronsk herskip: “Alle studsede. Barbaras arme hvilede i vindueskarmen, runde og rolige.. Hun var i blåt kjoleliv, hvid og rød og med varme i stemmen. Det var som en åbenbaring af hygge og skælmeri midt i den kolde rædsel”. Sum ein opinbering í litunum hjá Merkinum sissar og savnar hon fólkini. so at tey ikki longur eru bangin. - Jú, Barbara er annað og meira enn ein leys teys og eg viðmæli hervið øllum at lesa ella endurlesa bókina.