500 orð um: Yrkingar 2014
/
Hon er prúð sum ein prosabók, hendan nýggja útgávan og til alla eydnu er hon á tremur av Jóanes-Nielsenskari poesi. Yrkingar 2014 er ein samlað útgáva av yrkingarsøvnunum hjá Jóanesi Nielsen. Verkið varð lagt fram týsdagin klokkan fimm – ikki eitt sekund ov tíðliga. Hetta hyldliga skaldaverkið fyllir ikki minni enn 425 síður, harav tær tíggju fyrstu síðurnar eru ognaðar eini innleiðslu í skaldskapin hjá Jóanesi Nielsen. Inngangin hevur høvundurin sjálvur skrivað, og hann er eins undirhaldandi at lesa, og hann er ítøkiligur og demonstrativt ósnobbutur. Útgangsstøðið er sjáldsama jarðbundið og tekur støði í nøkrum, sum bókmentafólk vanliga ikki skriva um, nevniliga sølutøl, Skaldið undrast á, at fyrsta savnið hjá honum, Trettandi mánaðin seldi í heili tvey túsund eintøkum og finnur sjálvur eina frágreiðing í sínum politiska umhvørvi í sjeytiárunum og í breiða politiska áhuganum í árunum, tá eingin stórvegis gjógv var ímillum yrkjaran og aktivistin, Jóanes Nielsen. Og rætt er, at hansara almenna yrkjarapersona hevur verið tætt knýttur at arbeiðaranum og gerandisdegnum, har yrkingarnar eru sum salt í døgverðapottum. Og sjálvt um maðurin er seint mentur (tað heldur hann sjálvur) og sjálvt um hann byrjaði í teimum politiseraðu sjeytiárunum og sjálvt um hann hevur skrivað yrkingar til flakakvinnur og sjómenn, so eru bæði hann og hansara yrkingar í grundini rættiliga sofistikeraðar. Varhugan hevur mann havt, men í samlaða verkinum, er sofistikeraða árininið týðiligt, hann nevnir eisini ta meistaraligu bókina Poetisk Modernisme hjá Poul Borum sum dømi um týdningarmiklan lestur, tað er ein tann mest raffineraða bókin, eg havi lisið um evnið. Jóanes Nielsen nevnir tvær høvuðsorsøkir til hví hann gjørdist yrkjari, tann fyrra snýr seg um árin og makt, hin hevur við virðing at gera, men undir og yvir øllum er pápin og viðurskiftini við hann. Eg má siga, at eg brádliga ivist eitt sindur í hesum hugtakinum, sum verður brúkt ”faðirstykni”, sum eg helt sipa til andstygd (stikni) mótvegis pápanum. Men av tí, at ”y” verður brúkt, hugsi eg hinvegin um ”tykni”, at hann er tykkin og erkvisin í mun til pápan. Hvussu er og ikki, hevur faðirmyndin alstóran týdning. Áhugavert er at lesa um tær fyrstu listaaktiónirnar, krossfestingina og leikin Trælalív, sum varð framførdur 1.mai í 1977 og sum forrestin man vera ein av fyrstu listaupplivingum, sum gjørdi undirritaðu mun.
Styrkin í yrkingunum hjá Jóanesi Nielsen býr í hansara lætta og natúrliga máli, men eisini í herligu skiftinum millum nær og fjar, sum tá hann í lýsingini av teirri felagsmenniskjaligu girndini staðfestir, at okkara undirlív eru tengd saman av einum heimsumfatandi brøðrarlagi og leggur aftrat: ”Sovorðnar løtur ber til at siga:/ Halló Claudia Cardinale./ How do you do Madame Nin./ Og drekka eitt glas av víni saman við Karini Kjølbro”. Yrkingarnar hjá Jóanesi Nielsen eru sum smáar tættar skaldsøgur um tilveruna millum ítøkiliga gerandisdagin, kærleikan, sexualitetin, arbeiði, altjóða, søguligar hendingar og eksistentiellar sannroyndir, men eg haldi við høvundinum, at yrkingarnar gerast betur frá og við savninum Kirkjurnar á havsins botni og hennara eftirfylgjarum Pentur og Brúgvar av svongum orðum.
Tað gevur eina ávísa perspektivforskjóting at lesa eina yrking frá hálvfjersunum og fýrsunum í einari útgávu frá 2014 og tað sigur seg sjálvt, at allar yrkingar ikki tola at verða beamaðar aftur til framtíðina á tílíkan hátt. At yrkingarnar hjá Jóanesi Nielsen allíkavæl klára túrin, kemst kanska av, at hann alla tíðina hevur hjartað við í sínum poetiska projekti. Men sjálvt um orðamyndir og yrkingarnar so líðandi fjølgast og fáa betur flog, er tíðin ikki serliga náðileysur dómari av ungdómligari passion. Hana skilja vit øll!
Liggja við knænum út av songarstokkinum.
Millum varrarnar ein stubbi og ein ljósur látur.
Nýkneptur bitin og kystur
tá er gott at liva.
Slíkar løtur eru fjaðrarnar í øllum heimsins klokkum
brostnar.
Kvinnan við tína lið ein eiggilig honapa
seinastu farvegurin av frumskóginum:
Dúnið undir nøsini
døggutu hárini undir hondini
lodna kynið bleytt og følið
ein sorgblíð heilsan frá Lascaux hellinum í Dordogne.
Tá eru menniskjuni vøkur.
Eitt heimsumfatandi brøðralag tengir
øll undirlív saman.
Sovorðnar løtur ber til at siga:
Halló Claudia Cardinale.
How do you do Madame Nin.
Og drekka eitt glas av víni saman við Karini Kjølbro…”
(Brot úr yrkingini Tá eru menniskjuni vøkur frá 1985, s.94-95 í Yrkingar 2014)
Menniskjan er ikki beri av blóði.
Tað sum bløðir
er váta tilfarið vit læntu frá døggini
úr støðuhyljunum
ið stóð sum guva av flógvari hellu.
Hjartað skal vera reint sum tann hvíta skjúrtan
róligt og kalt sum okkurt ið liggur í køliskápinum.
Eri troyttur av blóði
reydliga roykinum sum fossar undan dreymanna lampustøðum.
Sum barn
bløddi eg summarfuglasorg
fann tunnu rørini aftanfyri glansibíløt
tað stóru nervaskipanina sum fær hestar
stjørnuskot
og glóðheitu sekundini í glasklokkum at spreingjast í túsund pettir.
Ungdómsárini var eg jarnrotta og eg var ljósareyð fluga
helt til í rotaðum bygningum
angin av gentunum eg elskaði
og dirvið ið løddi mínar hetjur
eltir meg framvegis.
Kanska er mín regntíð lokin.
Eri tann rustaði kongurin í kletti
tann turri vindurin sum ber boð millum fjøll
(s.386-386 yrkingin er úr Tapet millum øldir frá 2012)