Teitur við nýggjari útgávu

Fríggjadagin komandi gevur Teitur Lassen út eina EP, sum eitur "Y Arpeggios fyri klaver“. Tað snýr seg um fimm klaverstykki, sum eru tikin upp í Studio Bloch í Havn.

Teitur Lassen hevur í nøkur ár arbeitt við sonevndum arpeggio tónarøðum, sum hann speglar og sum tilsamans mynda smáar, einfaldar, men sera vakrar og hugfarsligar klaverkompositiónir, vit hoyrdu onkrar teirra til hátíðarhaldið, tá Mentanarvirðislønir Landsins vóru latnar. Tá sóu vit eisini onkrar av træprentsmyndunum, sum Margrethe Odgaard hevur gjørt við íblástri í myndunum og skipanini hjá m.a. Isaac Newton um samband millum nótar og litir. Eitt prent er gjørt til hvørt lag á EP´ini.

Í løtuni er Teitur staddur í Berlin, har hann fer á várturné undir heitinum Ich bin das Chaos saman við kendu týsku songkvinnuni og sangskrivaranum Judith Holofernes, sum sambært týska tíðindaskrivinum er Teitursa yndissangskrivari, lesið bara her:  

Eine freudige Meldung: Judith Holofernes´ „Brother from Another Mother” und erklärter Lieblingssongwriter Teitur wird auf der Frühjahrstour zu „Ich bin das Chaos“ mit dabei sein! Als Opening Act, damit ihr euch selbst ein Bild machen könnt von seinen tollen Texten und seiner Ausnahmestimme. Aber nicht genug: auch in Judiths sechsköpfiger Liveband wird Herr Lassen als Gitarren schwingendes, Piano spielendes Ehren –Bandmitglied dabei sein.

Wir freuen uns sehr, dass Teitur den langen Weg von den Färöer Inseln macht, um diese schöne Platte (und die gemeinsam geschriebenen Songs) auf ihrer Jungfernfahrt zu begleiten. Ob und wann sich das wiederholen lässt, steht in den Sternen, also: seid dabei. 

http://gastspielreisen.com/news/teitur-als-support-fuer-judith-holofernes

JUDITH HOLOFERNES
Ich bin das Chaos
Support: TEITUR

15.03. Frankfurt, Sankt Peter
16.03. Leipzig, Täubchenthal
17.03. AT-Wien, Szene
18.03. München, Muffathalle
20.03. Köln, Gloria Theater
21.03. Berlin, Lido
22.03. Hamburg, Mojo

Sunleif stórliga fagnaður

Symfoni No.2 The Earth Anew hjá Sunleif Rasmussen hevur fingið eitt gott ummæli aftrat, hesa ferð verður útgávan “Sunleif Rasmussen: Symphony No. 2 "The Earth Anew" Helsinki Philharmonic Orchestra/John Storgårds (Da Capo)” stórliga róst á bretsku heimasíðuni Theartsdesks og enn einaferð fáa Føroyar eitt petti av heiðrinum, við tað, at føðistaður tónaskaldsins verður nevndur, umframt at symfoniin í millumyvirskriftini verður lýst sum føroysk.

Í ummælinum verða lýsingarorð sum “astonishing”, “brilliant” og “marvelous” brúkt og tá ummælarin eisini fær gásarhold av at lurta, er eingin ivi um hvussu hugtikin ummælarin er. Við orðum sum “tónamálarí” og “botnleys nýhugsan” lýsir ummælarin, Graham Rickson sterku úttrykksmegina hjá tónamálandi verkinum. Bæði útgávan og tónaverkið eru í uppskoti at fáa FMA-virðisløn, tær verða latnar leygarkvøldið 11.mars. Her er ummælið í síni heild:

Sunleif Rasmussen was born in the Faroe Islands. He studied in Oslo, and now spends his time shuttling between Copenhagen and the Faroes. His impeccable pan-Scandinavian credentials are further boosted by the work on this disc. The Earth Anew was commissioned as a companion piece to Sibelius’s vast choral symphony Kullervo, and is scored for similarly extravagant forces. Sibelius’s libretto came from the Finnish national epic Kalevala. Rasmussen sets a text in Old Norse, a heady creation myth involving trees, dragons, squirrels and a world sinking into the sea before being reborn. As a piece of musical tone-painting it’s frequently astonishing, the first movement’s “confusion of sounds” a brilliant depiction of pre-creation chaos, Rasmussen’s bass-heavy textures enlivened by shrewd use of a percussive orchestral piano. The arrival of soprano Cyndia Sieden and baritone Bo Skovhus near the movement’s close induces goose pimples, the pair portraying the first humans. Henrik Friis’s notes refer to Rasmussen’s deployment of Faroese folk tunes, though for non-natives they’re hard to discern. What hits home is the work’s theatrical flair and boundless invention, ensuring that the darkness never dominates. Several sections are very funny, notably Sieden’s squirrelly pyrotechnics in the third movement, sparring with gruff male voices. The symphony’s unsentimental, gently optimistic close is marvellous. Highly recommended, abetted by full-throated singing from the Akademiska Sångföreningen and Muntra Musikanter choirs. Superb recording, too.

http://www.theartsdesk.com/classical-music/classical-cds-weekly-beethoven-rasmussen-shostakovich-tchaikovsky

 

 

Rithøvundafelagið hevur arvað

Rithøvundafelagið hevur sent tíðindaskriv um arv frá Ebbu Hentze, tey skriva m.a: Fyri skjótt 2 árum síðani bórust deyðsboðini av Ebbu Hentze. Hon var ein fjølltáttaður og viðurkendur høvundur, sum skrivaði bæði barnabøkur, stutt– søgur og yrkingar. Mest kend var hon tó fyri sítt virki sum týðari. Gjøgnum árini hevur Ebbu Hentze umsett mangar bøkur til danskt úr enskum, týskum og svenskum, men allarmest úr føroyskum. Hennara íðna virki við at umseta føroyskar bøkur hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri kunnleikan til og útbreiðsluna av føroyskum bókmentum í Danmark og hinum norðurlondunum. Umframt sítt viðfevnandi virksemi sum rithøvundur og týðari legði Ebba stóran dent á at hjálpa yngri høvundum ráð og vegleiðing og nú hevur hon latið Rithøvundafelagnum virði úr húsum sínum fyri tilsamans 200.000 krónur, sum serliga skulu koma ungum høvundum til góða. Endaliga upphæddin verður í mars mánað sett inn á serstaka konto, og fer nevndin nú undir arbeiðið at orða eina reglugerð fyri, nær og í hvønn mun peningurin kann nýtast ella latast. Ebba er farin, men í hennara anda vil Rithøvundafelagið nýta arvin til at menna føroyskar bókmentir og at stuðla ungar rithøvundar.

Bárður Jákupsson - fernisering

Leygardagin var fernisering í Steinprenti, tá nýggja framsýningin hjá Bárði Jákupsson lat upp. Talan er um eina sera fjølbroytta framsýning við vatnlitamyndum, málningum og steinprentum. Jan Andersson helt eina stutta røðu og takkaði Bárði Jákupsson fyri drúgva samstarvið millum grafiska verkstaðin og Bárð og grundleggjandi leiklutin í mun til at verkstaðurin varð stovnsettur í Føroyum.

Síðani hugleiddi Bárður Jákupsson um sítt listarliga útgangsstøði og segði, at myndirnar eru grundaðar á upplivingar, hann hevur havt í føroysku náttúruni - hetta er ikki nakað eg síggi, men nakað eg sá" segði listamaðurin millum annað og greiddi frá tá hann sum ungur drongur var til útróðrar og var meira hugtikin av sjónini av tindunum enn av sjónum. Hann helt sjálvur, at onkur av hesum upplivingum, skapini av tindunum onkursvegna situr eftir í hansara málningum. Bárður segði m.a., at systirin teknaði og at hann var inspireraður av henni. Hann greiddi frá, at einaferð var ein blettur komin á eina av hennara myndum, og hon var sera forharmað um blettin, sum hon helt oyðilegði ta fínu myndina. Tá hugsaði Bárður við sær sjálvum, at hann dugdi ikki at síggja, at myndin bleiv verri av blettinum, heldur hinvegin. Her eru myndir frá leygardegnum, sum eg og tey í Steinprenti hava tikið.

 

 

Avdúking av hvørji 3+2 listafólk skulu myndprýða H-bygningin

http://www.landsverk.fo/Default.aspx?pageid=15939&NewsItemID=15593

Seinnapartin í dag vóru nøvnini á listafólkunum, sum skulu listprýða nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, almannkunngjørd. Samanlagt 40 uppskot vóru at velja ímillum úr bæði Føroyum og útlandinum. Av hesum hevur listabólkurin, ið er knýttur at verkætlanini, valt trý listafólk til at menna og fremja síni listarligu íkast til H-bygningin.

Hátíðardámur var í forhøllini á Landssjúkrahúsinum seinnapartin í dag, tá nøvnini á listafólkunum, ið skulu listprýða nýggja H-bygningin skuldu avdúkast. 

Longu á heysti 2016 lýsti listabólkurin eftir listafólkum til at prýða H.bygningin, og tá avtornaði vóru samanlagt 40 uppskot at velja ímillum. Listabólkurin hevur frá byrjan lagt stóran dent á, at listafólkini skulu draga sjúklingar, starvsfólk og avvarðandi við í listarligu tilgongdina. Samstundis hevur tað verið umráðandi, at listafólkini arbeiða við samanspælinum millum lekjandi list og listahandverk, arkitekturinum og umhvørvinum kring bygningin, og at støðið verður tikið í føroyskari mentan. 

Á samkomuni í dag bjóðaði stjórin á Landssjúkrahúsinum, Johnny í Grótinum, fyrst vælkomin. Síðani hevði Jan á Argjaboða, verkætlanarleiðari hjá Landsverki fyri H-bygningin, eina framløgu um endamálið við og innihaldið í nýggja bygninginum. 

- H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum verður ikki bert nýskapandi í sjálvum sær, men fer í stóran mun at nútímansgera allar mannagongdir á Landssjúkrahúsinum, ið eftir ætlan skulu vera til frama fyri bæði sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk. 

H-bygningurin er ein sera stór verkætlan í føroyskum høpi, og verður hartil ein týðandi og sjónskur partur av býarmyndini í høvuðsstaðnum. Bygningurin fer at liggja vakurt afturat verandi bygningum við framsíðu út ímóti havinum og Sandagerði. Teir 11.000 fermetrarnir, sum eru lutaðir sundur á fýra hæddir, fara at fevna um psykiatriskan depil, somatisk seingjapláss, føðistovur, endurvenjing, køk og matstovu, segði Jan á Argjaboða millum annað.

Síðani fekk landsstýriskvinnan í heilsumálum, Siri Stenberg, orðið. Hon hugleiddi fyrst um týdningin av list í sjúkrahúshøpi, um "healing architecture" og tað, at listin kann skapa tryggleika, troysta, geva vón, stimbran og gleði. Síðani avdúkaði hon nøvnini á teimum listafólkum, ið hava fingið uppgávuna at listprýða H-bygningin. Og listafólkini eru:
 
Guðrið Poulsen (f. 1961), sum er úr Havn, hevur arbeitt í tríati ár við leiri. Guðrið er bæði kend fyri sín vakra keramikk og sínar abstraktu leirskulpturar. Til H-bygningin fer Guðrið at arbeiða við umhvørvinum kring bygningin oman móti sjóvarmálanum, umframt innandura listprýði. Javier Tapia (f. 1976) er upprunaliga úr Kili, men býr og arbeiðir nú í Keypmannahavn. Javier er fjøllistamaður, har alt frá instalatiónum og video til tekningar og kollasjur mynda hansara listarliga virksemi. Javier fer at framleiða nakrar staðspesifikkar installatiónir, har áskoðarin kann kava inn í frásøgur, sum taka støði í føroyskari siðmentan. Sigrun Gunnarsdóttir (f. 1950) býr á Eiði, har hon í sínum verkstaði framleiðir málningar, sum bera eina søgu um lívið kring hana, t.d. familju, trúarlív og nattúru. Sigrun arbeiðir við einum forteljandi og figurativum stílslagi, sum liggur á markinum millum magiska realismu, súmbolismu og naivismu. Harumframt eru tvey listafólk sett at menna og fremja smærri verkætlanir. Tey eru: Rannvá Kunoy (f. 1975) úr Havn, sum býr og virkar í London. Rannvá arbeiðir við málningalist, og hennara málningar eru eyðkendir. Myndirnar eru nærum fotografiskar, og gevur myndbúnin myndunum eitt orkufult immaterielt brigdi. Brandur Patursson (f. 1977), sum býr og virkar í Havn, arbeiðir fyrst og fremst við glasi og ljósi á ein hugvekjandi hátt. 



 

 

Rannvá Kunoy

Foto: Charlie Forgham Bailey.Frá The independent.

Í sambandi við stórar listprýðingsverkætlanir hava vit hoyrt navnið á Rannvá Kunoy tvær ferðir. Tað er gleðiligt, hon býr í London og tað er ikki tað nógva, vit hava sæð til hennara list í Føroyum seinastu árini. Rannvá Kunoy er millum teirra, sum skulu prýða stóra skúladepilin í Marknagili og eg havi spurt listakvinnuna um føroysku uppgávurnar.

Júst henda dagin var evstamarkið at senda verk til eina listastevnu í Dallas, har sum Rannvá verður við. Hon verður eisini við á næstu framsýningini hjá Saatchi Gallery í London og í november í ár hevur hon serframsýning í New York, so Rannvá Kunoy hevur úr at gera, men hon er sera glað fyri at fáa føroyskar uppgávur, skilji eg á henni.

- Skapanarmegin er progressiv, greiðir Rannvá Kunoy frá og heldur fram: “Skapanarmegin er við til at flyta menniskju víðari, tessvegna er listin týdningarmikil partur av menningargongdini. List í almenna rúminum gongur fyri seg og tekur lut í gerandisdegnum og hon samskiftir beinleiðis til henda skapanarhuga, sum vit hava íbornan eins og partur av okkara DNA. Sum Einstein segði, so hevur hugflog størri týdning enn vitan. List leiðir okkum vegin fram og setir mørk fyri hvar hon vil avrika og forføra. Tá eg hoyrdi um Glasir og um nýggja sjúkrahúsbygningin, hugsaði eg, at tað kundi verið ynskiligt at luttikið. Tað kennist sum um, at hetta er rætta tíðin hjá mær at royna meg við einari permanentari uppseting av verkum í almenna rúminum. Eg eri sera spent uppá uppgávurnar og kenni tað sum stóran heiður at fáa møguleikan at prýða Glasir og nýggja sjúkrahúsbygningin”

http://www.listaportal.com/tidindi/2015/3/6/mti-ljsinum-og-ytstu-mrkunum?rq=Kunoy

Sissal Kampmann í uppskoti til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina

Yrkingasavnið Sunnudagsland eftir Sissal Kampmann er føroyska uppskotið til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í 2017. Sunnudagsland, ið er fimta útgávan hjá Sissal Kampmann, er eitt savn av yrkingum til heimstaðin, Vestmanna. Sunnudagsland er eitt búgvið yrkingasavn, ið er komponerað sum ein heild við yrkingum um eitt yrkjaraeg, sum er flutt aftur til heimbygdina at vera eina tíð. Vit hóma samfelagið, men uppliva ikki onnur fólk í bókini enn yrkjaraegið, ið tykist avbyrgt í lufttómum rúmi. Sunnudagsland er ein sorgblíð bók, merkt av longsli og eini djúpari kenslu av fremmandleika og av at vera uttanfyri. Tíðin, tað slitna umhvørvið og tað vánaliga veðrið verða nágreiniliga skrásett av yrkjaraegnum, sum kannar veðurlíkindini fleiri ferð um dagin. Veðrið og ljósið hava sera stóran týdning í savninum. Orðið sunnudagur merkir sóldagur, men eftir øllum at døma mugu tey bíða eftir sólini í Sunnudagslandinum, har ódn og myrkur ráða, har klokkan ringir ljóðleyst og har vegurin til bygdina er sólleysur og stjørnuleysur.

FOTO: Ditte Mathilda Joensen

DAMUDOMI 2017

 

DAMUDOMI 2017 er ein heil vika av upplýsandi og hugtakandi tiltøkum, sum verða í SIRKUS í sambandi við kvinnudagin 8. mars. Høvuðsevnið í ár er “umboðan”. Hetta inniber umboðan á alskyns hátt, til dømis í mun til kyn, sosiala støðu og ætt. Tónleikur, samrøður, framløgur, kjak, list og hugleiðingar eru á skránni frá 2. til 8. mars. Millum annað verður tiltakið “Orð um kyn” har eitt úrval av ymiskum persónum fara at lesa eitthvørt, sum snýr seg um kyn. Eisini eru filmarnir “Venus” og “Miss Representation” á skránni, ið á hvønn sín hátt snúgva seg um umboðan og sexualitet. Ljós verður varpað á ymisk sløg av feminismu, ymisk sløg av javnstøðu kring heimin, eins og framløga verður um føroyskar lýsingar, og hvussu kyn verður brúkt á ymiskan hátt. Tað eina kvøldið fara vit í dýpdina við samrøðum við trý fólk, ið á hvønn sín hátt arbeiða fyri javnrættindum og at broyta afturhaldnar áskoðanir. Aftaná verður samrøðustova, har orðið er frítt, og hugleitt verður við útgangsstøði í samrøðunum. Endamálið er at leggja dent á feministisk grundvirði og samfelagsligar avbjóðingar í einum forum, ið birtir undir luttøku og siðiligt kjak. Øll tiltøkini leggja dent á samskifti andlit til andlits, og hetta stendur sum mótpólur til ósiðiliga kjakið, ið ofta fer fram á serliga sosialum miðlum. Øll tiltøk eru ókeypis, soleiðis at møguligt er at luttaka, óansæð fíggjarliga støðu.

 

#GERANDISFEMINIST

Allir feministar standa ikki á pallum ella stíga alment fram við boðskapum. Tað er í teimum vanligu gerandishandlingunum, sum ikki skapa yvirskriftir, at gerandiskampurin fyri feminismu fer fram. Øll menniskju kunnu í gerandisdegnum útliva feminismu. Gert tú? Frá hesi vikuni av fert tú á sosialu miðlunum at síggja eitt Damudomi búmerki, sniðgivið av Billu Jenny Jónleifsdóttir, har vit biðja øll, sum kunnu svara ja uppá spurningin, um at posta sína handling á Facebook, Instagram og aðrastaðni, tagga #gerandisfeminist og #damudomi2017 og vera við til at varpa ljós á gerandisfeminismu.

 

TILTØK:

2. mars: “Miss Representation” & “The Danger of the Single Story” “You can’t be what you can’t see” er høvuðssetningurin í filminum “Miss Representation”, sum snýr seg um væntandi umboðan av kvinnum í miðlunum. Filmurin vísir á, hvussu umboðanin er einsháttað og avmarkað, sjálvt um tørvur og eftirspurningur er eftir alskyns fyrimyndum. “The Danger of the Single Story” er ein TED Talk (fyrilestur), har kendi nigerianski rithøvundurin Chimamanda Ngozi Adichie hugleiðir um, hvat hendir tá ið kompleks menniskju og støður verða umgjørdar til eina einfalda søgu.

Áðrenn sýningina hugleiðir Maud Magnussen um filmin og fyrilesturin og viðger ymisk sjónarhorn í mun til umboðan.

3. mars: Orð um kyn Elin Súsanna Jacobsen, Tráin Petursson Nónklett, Liljan Weihe og Jóanes Nielsen eru nøkur av teimum, ið koma at lesa burturúr bókmentaligum dýrgripum, ið teimum dáma væl. Inspirerandi, tankavekjandi, stuttligt ella provokerandi - so leingi tað er undir 15 minuttir og snýr seg um kyn og kropp.

4. mars: Damur á slagverk, bass, guitar og við mikrofonirnar. Damur sum rokka. Sum nakað heilt serligt fara nakrar feskar tónleikarinnur at spæla kvinnuheiðrandi løg leygarkvøldið 4. mars. Manningin - nei, bíða - kvinningin er Elsa Gunnarsdóttir Sevdal á gittar, Katrin Sigurpálsdóttir Kamban á bass og Sunneva Gaardlykke á slagverk, ið eisini telja helvtina av damunum aftanfyri lagið “Drep, drep, drep!”, sum kom út í samband við leikin “Einaferð var tað eg”. Við sær hava tær songkvinnurnar Evu Mariu Brynhildardóttir og Jasmin Mote. Aftaná konsertina stýra damurnar náttini víðari handan DJ pultin. Skráin bjóðar uppá femi-disking við luttakarum frá diskiverkstovuni “Synka tín syklus” og limum í Damudomi.

5. mars: Femilist við Anný og Gyðu Ígjøgnum vikuna hanga tvær myndatalvur í Sirkus við fotomyndum av tveimum evnaríkum, ungum listakvinnum: Anný Djurhuus Øssursdóttir og Gyða Barbara Jacobæus. Myndirnar viðgera og viðmerkja kropp og kyn á ein estetiskan og tilvitaðan hátt. Sunnukvøldið 5. mars prátar Solveig Hanusardóttir Olsen við Gyðu um hennara myndir, listaliga virksemi og hvussu hon velur at avmynda kroppin.

6. mars: “Føroyskar lýsingar M/K” Solveig Hanusardóttir Olsen prátar um lýsingar í føroyskum høpi, millum annað lýsingina við einum pari av skóm við hæli, ið elvdi til heitt kjak um umboðan av kyni. Lýsingar hava til endamál at varpa ljós á og lýsa fyri einhvørjum, og fyri at gera hetta sum best mugu tær hava slagkraft – spurningurin er so bara, hvørjar faktorar slagkraftin byggir á. Í framløguni eru nógv stuttlig, góð og viðkomandi dømi um føroyskar lýsingar.

7. mars: Samrøður og samrøðustova: Hvat er feminisma fyri teg? Ljós verður varpað á tær ymsu røddirnar innan føroyska feminismu og kvinnurørsluna. Fyrsti partin av kvøldinum er samrøður við tríggjar ymiskar feministar: Katrin Kjølbro, Cecilia Jacobsen og Búi Dam. Vit tosa við tey ein og ein um, hvussu tey trý á hvør sín hátt umboða og arbeiða fyri feminismu á ymsum pallum. Seinni partur bjóðar áhoyrarunum høvið at luttaka í eini samrøðustovu, har áhoyrararnir verða býttir upp í smærri kjakbólkar. Øll luttakandi fáa møguleikan at práta um og kjakast um sína feminismu ella luttøku í kvinnurørsluni í smærri bólkum. 8. mars: “Venus” Heimsfrumsýning av dokumentarfilminum Venus, ið hevur undirheitið “Let’s Talk About Sex”. Filmurin er ein innilig, ærlig, sárbar og skaldslig frásøgn frá ungum kvinnum um sex og erotikk. Kvinnurnar fortelja um teirra sexuellu upplivingar og tankar. Sum tíðin fer, gerast søgurnar fleiri, og ein ramma byrjar at taka skap um hug, minni hug, tankar, kenslur uppdagan og tað, sum nærum aldrin verður orðað. Áðrenn sýningina bjóðar Turið Nolsøe vælkomin og hugleiðir um filmin.

Bárður Jákupsson sýnir fram í Steinprenti

Í Steinprenti verður forskot tikið uppá várið nú leygardagin 25.februar, tá framsýning við verkum hjá Bárði Jákupsson letur upp. Við á framsýningini verða bæði málningar og prent. Sjálvt um prentini enn ikki eru heilt liðug - listamaðurin er júst í løtuni í ferð við at tekna og mála uppá steinar á grafiska verkstaðnum - so er als eingin ivi um, at framsýningarhølini leygardagin fara at ljóma av ljósi og hegnisliga samansettum litum. Bárður Jákupsson telist jú millum okkara royndastu og dugnaligastu listafólk, hann hevur verið virkin listamaður meira enn hálva øld, eins og hann eisini hevur havt stóran týdning sum listmiðlari m.a. í sambandi við starvið sum leiðari í Listasavni Føroya.

Listin hjá Bárði Jákupsson er sera fjølbroytt bæði tøkniliga og hvat viðvíkur stíli. Umframt oljumálningar, vatnlitamálningar og grafikk, hevur Bárður Jákupsson gjørt monumentalar prýðingar m.a. á Boðanesheiminum, men hann hevur eisini fingist við heilt smáar myndir og hevur eitt nú myndprýtt bæði barnabøkur og yrkingarsøvn.

Stundum er Bárður dekorativur og nokk so figurativur í eydnuríkum glæstrimyndum, aðrar tíðir tykjast myndirnar ógvusligar og ekspressivar, meðan huglagið aðrastaðni aftur er lættari í impressionistiskum, poetiskum hugleiðingum um veður og vind, ið ikki sjáldan raka við tað nonfigurativa. Allíkavæl er eingin ivi um samanhangin í hesum myndunum, sum bæði í litklangum og strukturum eru tætt skyldar. Har er ein serligur vitalitetur í kompositiónunum, sum bæði hevur við sannførdu litsamansetingarnar og við dynamiska myndabygnaðin at gera.

Ofta eru teir bjørtu spektrallitirnir umboðaðir – og tá tað til dømis snýr seg um at áseta rættan skamt av violettum tónum upp móti gulum og brúnum, munu fá vera gávað við sama koloristiska yvirskoti sum Bárður Jákupsson. Teir døkku og fjálgu jarðlitirnir eru somuleiðis væl umboðaðir í myndunum, ið myndevnisliga taka støði í føroyska landslagnum, í haganum og í klettunum niðri við sjóvarmálan, men talan er um eitt sera egið landslag, sum kemur burturúr. Tað er eitt hugans landslag, sum Bárður málar, ið er merkt av poesi og máling; einum artistiskum hugsunarhátti og musikaliteti við penslastrokum ið ganga fýrisliga á skák niður eftir myndaflatanum við kenslubornum, stundum breiðum ella fínligum strukturum.

Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýningina, sum letur upp í Steinprent á Skálatrøð í Havn leygardagin 25.februar klokkan 15-17.

Á listafundi í Norðurlandahúsinum

ip4.jpg

Ein myrkagráan sunnudag seinnapart við liggjandi oysregni, skal nógv til, áðrenn undirritaða fæst frá húsum - tað má eg bara viðganga. So mikið glaðari eri eg fyri, at eg tók meg saman og fekk samrøðuna við, sum ein væl fyrieikaður Kim Simonsen hevði við teir báðar, Ian McKeever, listamann og Peter Levitt, yrkjara. Listamenninir hava arbeitt í Steinprenti síðstu vikuna og hava fingið eina áhugaverda verkætlan burturúr yrkingum og myndum.

Kim Simonsen legði fyri við at lýsa teir tríggjar partarnar í samstarvinum. Um Steinprent segði hann, at staðið so at siga hevur blást nýtt lív í/revitaliserað føroysku listina. Síðani presenteraði hann listamenninar, ið báðir eru royndir menn innan hvør sína sjangru. Fyrsti spurningurin var eyðsýndur, spurningurin um hví ein bretskur og ein amerikanskur listamaður møtast her í Føroyum of all places.

Ian McKeever greiddi frá, at hann hevði varnast Peter Levitt, tí hesin hevði skrivað ein áhugaverdan tekst í eini listabók um amerikanska abstrakta málaran Richard Diebenkorn – fá duga at skriva um abstrakta list, helt Ian McKeever, sum sjálvur er abstraktur listamaður, so hann man vita tað. Hugskotið til verkætlanina var komið í onkrum arbeiðssteðgi seinast McKeever arbeiddi í Steinprenti. Meðan prentað verður hevur listafólkið ofta pausur og høvið at ganga runt á verkstaðnum og har legði McKeever til merkis ymiskar bøkur, sum Steinprent hevur givið út, m.a. samstarv millum myndlistafólk ogyrkjarar: Bjarne Werner Sørensen og Tóroddur Poulsen; Claus Carstensen og Søren Ulrik Thomsen m.a. McKeever fekk hug at gera eina tílíka útgávu og Jan Andersson í Steinprenti var við uppá tað alt fyri eitt og tessvegna varð verkætlanin sett í gongd.

Báðir listamenninir búgva við sjógv, Kim Simonsen spurdi um møguliga landslagið kundi síggjast sum eitt felags referansupunkt, McKeever svaraði, at tað kundi bert vera talan um eitt slag av mentalum landslagi. Síðan varð m.a. tosað um sjálva verkætlanina; tey seks steinprentini, ið vórðu hongd upp á veggin aftanfyri teir tosandi. Peter Levitt segði greiddi frá, at yrkingarnar vóru yrkingar, men at tær á prentunum eisini vóru eitt visuelt element og at steinprentini nú hvørki vóru yrkingar ella myndir, men nakað annað. Talan er ikki um myndbrprýðing av yrkingum, men um verk, har poesi og myndir sameksistera á pappírinum. McKeever legði m.a. aftrat, at vónin nú er, at okkurt slag av afturljóð er millum myndir og orð.

Samrøðan førdi teir gott og væl fjøruti áhoyrararnar víða hvar í listini hjá Levitt og Mckeever. Kim Simonsen hevði lisið ella hoyrt onkrastaðni, at McKeever dámar serliga væl at ferðast í londum, har hann ikki skilir málið. Spurningurin fekk McKeever at smílast Her kom eitt av skálkabrosunum frá McKeever, sum greiddi frá, at fyrimunurin við ikki at duga málið er, at mann kann ímynda sær ymiskt, sum fólk tosa um, sum kanska er enn meira áhugavert enn tað púra vanliga, sum fólk tosa um í veruleikanum.

I leave the world of language

Peter Levitt greiddi frá um sínar yrkingar, at hann gav lutfalsliga lítið út. – Tað, sum eg vil er at siga hvat hendir í hesi løtu, men tað er ikki lætt. Eitt træ er ikki poesi, helt Levitt og fyri at skriva yrkingar mátti hann fara úr málheiminum. Síðani skuldi hann royna at orða seg soleiðis, at lurtarin gjøgnum málið fekk innlit í kensluna ella hugsanina, hann hevði havt áðrenn – ikki bókstavliga, men essentielt. At enda las Peter Levitt yrkingar og greiddi frá umstøðum og hendingum kring hesar yrkingar. Áhugavert at uppliva okkurt so kent og samstundis næstan eksotiskt og ókent. Levitt las eisini tær seks yrkingarnar, sum hann hevur brúkt í nýggju prentverkunum - tematiskt snúgva tær seg um steinar og pakkar og um at vera til her og nú. Umframt at tey seks ørkini verða til eina (sera eksklusiva) listabók, sum verður framleidd í 18 eintøkum, er eitt upplag við 10 eintøkum av verkunum til taks, har arkini verða løgd saman, so at tey eru eins og ein pakki av poesi og myndlist; ein fragd at lata upp. 

Í dag fara báðir listamenninir heim aftur, men verkini eru eftir. Her eru myndir frá tiltakinum og av verkunum.

iPhone Image CFC818.jpg
ip7.jpg
ip6.jpg

 

 

Meira rós til Randi Ward

Enn eitt ovurhonds positivt ummæli er komið av bókini hjá Randi Ward, Whipstitches, sum kom út í fjør summar. Alex Gallacher hevur á bretsku heimasíðuni fruk (folkradio) skrivað drúgva grein um Randi, sum herfyri varð virðislønt fyri sína týðing av einum úrvali av yrkingum hjá Tóroddi Poulsen í savninum Fjalir. Randi hevur týtt restina og bókin Planks verður liðug í summar.

Vit kenna eisini Randi Ward frá tónleikinum, bæði Guðrið Hansdóttir og Eivør Pálsdóttir hava brúkt hennara yrkingar í tónleiki sínum. Whipstitches er eitt yrkingasavn við 99 stuttum, komprimeraðum yrkingum við vøkrum náttúru- og umhvørviseygleiðingum, yndisligum lit- og sansaupplivingum, sum í støðum eru merktar av einum hóttandi varhuga av, at ikki alt er sum tað eigur.

Gate

Oh merciful

gate, break

these legs

for meg

so I dont´t

have to walk home

 

Lesið nýggjasta ummælið her: http://www.folkradio.co.uk/2017/02/randi-ward-whipstitches/

Ljós og mótljós í Smiðjuni

Fotoframsýningar eru ikki gerandiskostur herumleiðir, tessvegna er tað forvitnisligt, tá ein framsýning sum tann hjá Onnu Kathrinu Højgaard letur upp. Og framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík er forkunnug, eisini sjálvt um onkur av teimum framsýndu myndunum er endurnýtt og sæð áður á øðrum framsýningum. Anna Kathrina Højgaard hevur havt nógvar framsýningar í m.a. Smiðjuni í Lítluvík og hon hevur tikið lut á enn fleiri bólkaframsýningum, t.d. Ólavsøkuframsýningum og Várframsýningum í Listasavninum. Hon fær nógv burtur úr, tá listarliga eygað fangar vakrar kompositiónir í tí mest gerandisliga og júst tað dugir Anna Kathrina Højgaard. Tær flestu myndirnar eru prentaðar á aluminiumsplátur; tað sær flott út, men eg sakni allíkavæl kenslu av pappírinum í fotomyndunum. Myndevnini eru fyri tað mesta úr umhvørvinum hjá fotografinum, tað eru føroysk býarløg, landsløg, veðurmyndir og portrettmyndir. Tilsamans 25 myndir eru við á framsýningini og nógvar teirra snúgva seg um ljós og lýsi. Um mótljós og skuggaskap, sum tekna seg upp í móti ljósinum, um morgunroða og vesturskin og eitt næstan yvirnáttúrligt ljós, sum upploysir eini reyð hús aftanfyri eitt liggjandi træ við einum vøkrum viðarbuli, ið snarar seg diagonalt gjøgnum myndaflatan í kompositiónini, ið javnvigar. Og hetta við javnvágini hevur týdning fyri Onnu Kathrinu Højgaard; tað sæst bæði á uppheingingini og á einstøku myndunum. Tvær vertikalar myndir bróta frá, tær hevur fotografurin tikið av altanini, har hon býr, niður á inngongdina til bygningin. Tað er í kava og tessvegna síggjast spor av fólkum og bilum eins og hugtakandi grafiskar tekningar, svart á hvítum. Framsýningin Í Smiðjuni í Lítluvík er opin hvønn dag til og við mikudagin 15.feb.

Litirnir glógva og ljósið er nýtt

-Ja, hetta sær kanska eitt sindur sinnisklovið út, heldur listakvinnan umberandi fyri við einum speiskum smíli í tí, hon við aðrari hondini vísir yvir á veggin, har sum prentini hanga. Talan er um nakrar spildurnýggjar myndir; samlaða úrslitið av seinasta samstarvinum millum Hansinu Iversen og Steinprent. Og rætt er, at myndirnar eru rættiliga ymiskar í stíli, men tær eru ikki minni áhugaverdar fyri tað, tvørturímóti. Myndirnar geva áskoðarunum innlit í tær ymisku leiðirnar í fjølbroytta og støðugt vaksandi verkinum hjá Hansinu Iversen.

Tann fyrsta myndin, sum Hansina gjørdi í hesum umfarinum er avmyndað ovast her á síðuni, tað er ein elegant kompositión við orange, bláum, brúnum og violettum rundleittum skapum, summi óskygd, onnur gjøgnumskygd, ið líkasum eru løgd oman á hvørt annað, næstan sum var hetta eitt av pappírsklippunum hjá Williami Heinesen, sett saman við ansi fyri vakurt skyggjandi litum eins og skuggaspælið av bløðum og blómum í einum urtagarði ein sólheitan dag.

So er meira ferð á gula, breiða strokinum, sum snarar eg upp í eina vertikala kompositión í turkis og bláum á gráari grund. Í skrivandi stund er ikki vist, at henda myndin er góðkend av sjálvkritisku listakvinnuni, sum setur knyklar í brýr og vil hugsa seg um. Ein triðja mynd er bara svørt við einum stórum, flótandi skapi, myndin er líka vøkur sum hon er einføld, og eitt gott dømi um hvussu væl tað liggur fyri hjá Hansinu Iversen at fáast við sonevnda lavering. Í svørtu flatuni er okkurt kolasvart og slætt, meðan partar eru gjøgnumskygdir og bylgjandi, soleiðis, at flatan samanumtikið verður serstakliga livandi og vøkur. Henda myndin er ikki liðug, tá eg eri á verkstaðnum, her skal ein heilt ljós grund prentast eisini. Tey arbeiða og eg sleppi mær víðari eitt sindur litfegnari enn áðrenn, meðan eg staðfesti við mær sjálvari, at 2017 longu sær út til at gerast enn eitt gott ár í Steinprenti. Litirnir glógva og uttanfyri er ljósið nýtt. 

IMG_9175.jpg
Soleiðis endaði hon at síggja út, henda bylgjandi kompositiónin, sum verður enn djúpari og vakrari av gráu grundini.

Soleiðis endaði hon at síggja út, henda bylgjandi kompositiónin, sum verður enn djúpari og vakrari av gráu grundini.

Ian McKeever og Peter Levitt í Norðurlandahúsinum

Sunnudagin 19.februar klokkan 16-17.30 verður Norðurlandahúsið karmur um eitt altjóða listarligt samskifti, tá Kim Simonsen fer at tosa við kenda, bretska listamannin Ian McKeever og við tann somuleiðis háttvirda og virðislønta amerikanska yrkjaran, Peter Levitt. Listamennirnir eru í Steinprenti hetta tíðarskeiðið og arbeiða við eini felags verkætlan við nýggjum yrkingum hjá Levitt, sum verða settar saman við nýggjum myndum hjá McKeever í seks steinprentum.

Ian McKeever kenna vit í Føroyum frá framsýningum í Listasavni Føroya og í Steinprenti í 2015. Hann er sjálvlærdur professari, sum m.a. er gestaprofessari á University of Brighton; millum 2006 og 2011 var hann professari í tekning í Royal Academy School of Arts í London. Ian McKeever hevur skrivað ein heilan hóp av tekstum um list og dugir sjáldsama væl at greiða frá. Kim Simonsen er post.doc við Amsterdams Universitet, har hann arbeiðir á sentrinum fyri Europan Studies og annars er hann yrkjari. Peter Levitt er yrkjari og buddhistiskur lærari, sum kemur allan vegin úr British Columbia at greiða okkum frá sínum hugsanum um poesi og list.

Her er eitt viðtal við Ian McKeever:

http://www.listaportal.com/tidindi/2015/5/22/eg-fli-meg-heima-her-samra-vi-ian-mckeever?rq=mckeever

Listaflog flúgvandi

Í tíðindaskrivi boðar Atlantsflog frá, at 28. mars, ið er dagurin, Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni, verður dagurin, tá stuðulin á 100.000 krónur verður latin til eitt ella fleiri føroysk listafólk ella listaverkætlanir. Stuðul verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk. Grunnurin varð stovnaður í desember, tá eisini flotin hjá Atlantic fekk listafólkanøvn: William, Sámal, Ingálvur, Elinborg og Ruth.

Nevndin, ið situr í tvey ár, er sett, og tey, ið sita í henni eru: Niels Mortensen, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways, Randi Samsonsen fyri Listafólkasamband Føroya og Armgarð Weihe, vald av Mentamálaráðnum, umframt ein samskipari, sum er Ingrid Bjarnastein frá Atlantsflog

Viðtøkur fyri grunnin Listaflog

 §1 Navn grunsins er “Listaflog”; eigari er P/F Atlantic Airways.

§ 2 Málið við “Listaflogi” er at stimbra føroyska list fíggjarliga og við ferðaseðlum á rutunetinum hjá Atlantic Airways í sambandi við listaligt arbeiði og/ella ávísa listaverkætlan.

§ 3 Grunnurin verður stjórnaður av einari nevnd, mannað við:

-          Einum umboði fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways

-          Einum umboði fyri Listafólkasamband Føroya

-          Einum umboði, sum Mentamálaráðið velur

 Umframt er ein skrivari/samskipari, sum Atlantic Airways velur.

Nevndin verður vald fyri tvey ár í senn.

Nevndin hevur fulla heimild at velja, hvør ella hvørjar av innkomnu umsóknunum verða gingnar á møti, og hvussu peningurin verður býttur millum umsøkjararnar.

§ 4 Stuðulin, sum er 100.000 DKKK tilsamans, verður latin 28. mars á hvørjum ári, sum er dagurin, tá ið Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni. Umsóknir skulu sendast sambært umsóknarskjali, sum er tøkt á atlantic.fo  https://www.atlantic.fo/fo/um-okkum/stu%C3%B0ul/listaflog/ums%C3%B3knarskjal/

Skjalið er tøkt frá fyrst í februar til miðjan mars (nærri dagfestingar tilskilaðar hvørt ár).  

§ 5

1.  Stuðulin kann vera latin einum ella fleiri listafólkum og/ella listaverkætlanum. Stuðulin kann, umframt pening, eisini fevna um ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways í sambandi við verkætlanina – í mesta lagi fimm ferðaseðlar aftur og fram. Grundgevast skal fyri, hví ferðin hevur týdning fyri verkætlanina.

2.  Stuðul verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk.

 § 6 Treytir

1.  Fyri at fáa stuðul, skal listafólkið búgva í Føroyum ella vera føroyingur búsitandi uttanlands.   

2.  Listafólkið skal kunna vísa á, hvussu stuðulin skal brúktast, og eisini skal grunnurin Listaflog áðrenn 28. mars árið eftir móttaka eina frágreiðing (skrivliga, myndir, video osfr.) um, hvussu stuðulin varð brúktur.

3.  Fíggjarætlan skal fyriliggja.

4.  Umsókn um stuðul skal vera grunninum í hendi í tíðarskeiðnum fyrst í februar til hálvan mars á hvørjum ári, sum stuðulin verður latin 28. mars. Felagið kunnar alment, nær klárt er at taka ímóti umsóknum og hvussu leingi. Umsóknir, sum koma uttanfyri nevnda tíðarskeið, verða ikki tiknar við. 

 

Grunt endaloysi í Listasavninum

Ummæli og fotomyndir: Kinna Poulsen

Eg havi verið í Listasavninum og hugt at framsýningini Infinity við 39 verkum hjá Beintu av Reyni. Á sama hátt sum á øðrum serframsýningum hjá Listasavninum er talan um bæði gamlar og nýggjar myndir hjá avvarðandi listafólki. Beinta á Reyni hevur búð í Danmark síðani hon var 3 ár, men hon er ættað úr Føroyum; hin listarliga navnframi meistarin, Ingálvur av Reyni er eyðsýniliga abbabeiggi hennara.

Sum málari er Beinta av Reyni sjálvlærd. Myndir hennara eru realistiskar við einum surrealistiskum brá, stílsliga er talan um pop art við poppkendum, fjølmentanarligum myndevnum. Fleiri av framsýningarverkunum eru tematisk skyld og sett upp í røðum við enskum heiti; Infinity er eitt evni, ið snýr seg um endaleysan alheim og harumframt eru heitini Natural Warriors um krígssinnaða menniskjað, Frames við málaðum rammu, Capsized Tales við ævintýrum, sum eru koppaði og The Other Side um lívsins myrku síður.

Eg havi satt at siga ivast í myndunum hjá Beintu av Reyni, síðani eg sá tær á fyrsta sinni fyri fimtan árum síðani. Tað taldi sjálvsagt sum eitt pluss, at stílurin í myndunum var øðrvísi í mun til ráðandi rák innan føroyska list, men so var mín innleiðandi uppliving av myndunum kanska eisini litað av, at fleiri av hennara myndevnum vóru av Eiði. Listakvinnan og eg hava báðar mammu av Eiði og monumentala lýsingin av Eiðis kirkju við mynstrutari bakgrund tendraði onkursvegna í míni egnu um somu tíð fjálgu og fremmandgjørdu minni um vitjanir á Eiði sum barn.

Eftir at hava sæð framsýningina Infinity í Listasavni Føroya, ivist eg ikki meir, tíverri. Eg haldi, at tann menningin, sum Solveig Hanusardóttir Olsen lýsir í kataloginum ikki hevur verið verkunum at bata, heldur tvørturímóti. Solveig H.Olsen greiðir frá, at nógv er hent við verkunum hjá Beintu av Reyni síðani hennara síðstu framsýning í Listasavninum fyri tíggju árum síðani, ið nevndist Aftan fyri gardinurnar: “Hon er vorðin djarvari, hevur loyst upp siðbundnu tilgongdina til myndina og hevur ment ein leysari stíl. Seinastu árini hava flestu verkini havt tilvísing til eitt meira urbant umhvørvi og viðgjørt samfelagsviðurskifti og víðfevndnar spurningar.”. Og kanska passar tað, at listakvinnan er vorðin djarvari og t.d. er farin at brúka ein rundan sjónarring. Trupulleikin er bara tann, at myndirnar nú eru steindeyðar og óansæð um tilsipingarnar eru listsøguligar, ævintýrkendar, søguligar ella fjølmentanarligar, so tykjast tær ómetaliga grunnar.

Sjálvt um hesir málningarnir heilt vist sýna ein ávísan dugnaskap, ans fyri dekoratión og illusiónismu og stóran ómak í mátanum, teir eru málaðir, fæst ikki nógv annað burtur úr øllum hesum enn ein bilsin reaktión frá áskoðaranum, ið helt, at myndirnar vóru í rammu, sum í veruleikanum var málað á løriftið. Meira tykist ikki vera í hesum sløttu og deydligu myndunum. Málningurin Luncheon on the Grass with Slim Shady and Killer Bob frá 2010 er eitt dømi um hetta grunnskygnið. Talan er um eina parafrasu av kenda málninginum Frokost í tí grøna, sum Manet málaði í 1863 og sum mikil øsing stóðst av, tá hann á fyrsta sinni var framsýndur, men sum síðani hevur fingið pionerstatus og er parafraseraður nógvar ferðir.

Eitt nú hevur Edward Fuglø málað seg sjálvan inn í myndina í síni versión av málninginum, sum eisini hongur í føstu framsýningini í Listasavninum - myndirnar hjá teimum báðum, Fuglø og av Reyni líkjast í sinn og skinn. Í málninginum hjá Beintu av Reyni eru báðar kvinnurnar í myndini hjá Manet deyðar, eyðsýniliga offur hjá perversum hópdrápsmonnum, sum eru innlimaðir í skapið hjá Slim Shady/Eminem/Jason/Killer Bob, teir eru kendir frá rapptónleiki/ræðufilmi/sjónvarpsrøð. Øll herligheitin er síðani rammað inn við einari málaðari gullrammu, sum var talan um ein gamlan, idylliskan málning frá romantiskari tíð. Men um vit síggja burtur frá mótsetninginum millum gru og gull, hvat fær listakvinnan burtur úr síni umorðing av meistaraverkinum hjá Manet? Ikki serliga nógv, haldi eg, við einum góðum vilja kann eitt slag av Menn-sum-hata-kvinnur-feminisma møguliga lesast burtur úr myndini, men tað hevði kanska verið at gjørt av tulkingarliga.

Frokost í tí grøna-parafrasan er elsta myndin á framsýningini og í grundini tann, sum eg havi tað frægast við á framsýningini, tí hon allíkavæl tykist eitt sindur livandi í mun til hinar ovurhonds sløttu og deydligu málningarnar á framsýningini og hetta er tíverri kenslan, sum situr eftir, sjálvt um framsýningin sum heild tykist væl skipað og katalogið er snøgt og ómaksfult skrivað.

Tað undrar meg veruliga, at Listasavnið velur at satsa uppá eina listakvinnu í so stóran mun, at tey hýsa einari serframsýning við hennara verkum nú á øðrum sinni uppá tíggju ár, tá nú dygdin er so slættlig sum hon í roynd og veru er.

Tað ordiliga løgna er so tað, at bæði Nils Ohrt, listasavnsstjóri og Solveig H.Olsen, fyristøðufólk á savninum, onkursvegna hava eyga fyri veiku síðunum hjá hesum verkunum, tað sæst í katalogtekstunum. Ohrt kemur bæði inn á trivialmentan (Kurt Ard) og glansbíløt í sínum teksti, meðan Solveig H.Olsen nevnir, at tað kann vera ein vandi, at verkini gerast patetisk ella klisjekend, tó hesum sleppa verkini undan, tí tey altíð hava okkurt at siga, heldur Solveig. Bæði tvey, Ohrt og Olsen halda eyðsýniliga, at talan er um eitt slag av tilvitaðum kitsch og har eri eg ósamd. Tá eg hyggi at kataloginum og hugsi aftur á samanblandið í framsýningini millum dekorativu illusiónismuna, smarta slættleikan, lekru sevjumiklu litslettini, ásettu litføgru blómurnar og litfarrarnar, sum flóta inn í hvønn annan - má eg loyva mær at ivast í hvussu tilvitað ella djúptøkin henda listin er. 

MoMA mótmælir Trump

Charles Hossein Zenderoudi - brot av verki

Charles Hossein Zenderoudi - brot av verki

Sambært New York Times er stóra listasavnið MoMA, Museum of Modern Artl í New York farið uppí mótmæli av forsetanum, Donald Trump og tey gera tað við list, sjálvandi. Mótmælið er eins einfalt og tað er genialt, tí MoMA hevur gjørt eina nýggja uppheinging við nøkrum listaverkum hjá savninum hjá listafólkum, sum koma úr økjum, sum hava fingið innferðarbann til USA.

Hetta er jú ein góður háttur at vísa á tað góða, sum landið fær og hevur fingið frá tilflytarum. Verkini hava muslims listafólk gjørt, m.a. Ibrahim el-Salahi úr Sudan, Zaha Hadid úr Irak, Charles Hossein Zendereoudi úr Iran og Tala Madani úr Iran. Tey tilsamans sjey verkini á hesi mótmælis-uppheingingini hava øll eina tilskrift við boðunum:

“Hetta verkið er gjørt av einum listafólki frá eini tjóð, hvørs borgarar eru noktaðir atgongd til USA sambært forsetaboð frá 27.jan 2017. Hetta er eitt av mongum listaverkum frá savninum, sum er sett upp til tess at staðfesta, at idealini um frælsi og at bjóða fólki vælkomin eru eins týdningarmikil fyri hetta savnið sum tey eru fyri USA”.

https://www.nytimes.com/2017/02/03/arts/design/moma-protests-trump-entry-ban-with-work-by-artists-from-muslim-nations.html?rref=collection%2Fsectioncollection%2Farts&action=click&contentCollection=arts&region=stream&module=stream_unit&version=latest&contentPlacement=1&pgtype=sectionfront&_r=1

Bjørn Nørgaard - myndirnar og maturin

Fotomyndir: KP og Steinpent

Her eru nakrar myndir frá uppihaldinum hjá Bjørn Nørgaard í Steinprenti hesa ferð. Umframt fýra prent til Glostrup Kunstforening, gjørdi hann fýra aðrar myndir, so hann fekk nógv burturúr listarliga. Eisini var hann fegin um at møta fólki  á verkstaðnum og at royna góðan føroyskan mat. Honum dámar væl turt tvøst og spik, feskt kjøt og skerpikjøt, men tað besta var helst tað, at Birgir Enni kom inn á gólvið við onkrum forkunnugum, gomlum skeldýrum og turkaðum tara. Nú er listamaðurin farin aftur, men tey prenta enn í Steinprenti, restina av upplagnum. Í gjár skrivaði eg eina grein um uppgávuna hjá Bjørn Nørgaard. Hon er undir myndini. 

Uppgávan er bundin og snýr seg um at gera fýra prent til Glostrup Kunstforening. Hesi eru í skrivandi stund við at verða liðug og tað er gott, tí Nørgaard hevur nógv um at vera og skal longu av landinum aftur í morgin. Sjálvt sunnudagurin, ein sjáldsama vakur dagur síðst í januar, er brúktur sum arbeiðsdagur á verkstaðnum, har øll eru í gongd við sínum parti av teirri umstendiligu litografisku prosessini. 

Jan Andersson slípar steinar, Fríða Matras Brekku er við at yvirføra eina mynd á ein stein og Magnus Andersson er í ferð við at etsa ein stein. Bjørn Nørgaard hevur eftirlit við arbeiðsgongdini. Hann er eitt sindur spentur og enn ikki heilt vísur í um myndirnar fara at eydnast. Sjálv siti eg við telduna á verkstaðnum og lurti eftir vinarliga prátinum millum fólkini á verkstaðnum og merki konsentreraða spenningin í rúminum meðan tíðin líður og tað spakuliga fer at skýma.

Myndevnisliga hevur Nørgaard tikið støði í nøkrum fotomyndum av eini model, sum eru yvirførdar á litografiska steinin, og sum hann síðani viðger, teknar og málar útyvir. Tað vil siga, at útgangsstøðið er rættiliga klassiskt eisini um hugsað verður um verkið hjá Bjørn Nørgaard sum heild, har nakni kvinnufigururin er myndevnisligur aðaltáttur heilt frá byrjanini hjá listamanninum, sum í 1969 pallsetti listarligu aktiónina Nakin kvinniligur Kristus í keypsskálanum í Keypmannahavn. Tær fýra myndirnar til Glostrup Kunstforening eita Trúgv, Vón, Kærleiki og Vónloysi

 Royndarprentið er klárt og eg hoyri á røddunum á prentara og listamanni, at tað er gott. Listamaðurin greiðir mær frá, at myndirnar eru grundaðar á nakrar standmyndir og uppstillingar, sum hann gjørdi til eina framsýning herfyri í Galleri Susanne Ottesen í Keypmannahavn við kvinnuligum yvirkroppum í búrum úr ymiskum tilfari, ið á ymiskan hátt sipa til vanitas. Hugtakið vanitas fevnir um myndamál, ið ofta varð brúkt í barokka tíðarskeiðnum í 17.øld, sum sipa til tað  stokkuta í tilveruni, sápubløðrur, glas og ísur kunnu brúkast sum vanitas symbol, men eisini skøltar og blómur verða brúkt í vøkru myndunum av tilverutreytum menniskjans. Memento mori - minst til at tú skalt doyggja siga hesar myndirnar.  Listin frá barokka tíðarskeiðnum er ofta vøkur og sansalig og tað sama kann sigast um myndirnar, sum Bjørn Nørgaard hevur gjørt á verkstaðnum. Cadmium gult brestur saman við violettum ella tí, sum eg haldi vera violett, men sum vísir seg at vera eitt bland av einum liti við fantastiska heitinum Caput Mortum og preussiskum bláum.

Sjálvt um myndirnar bæði tykjast grafiskar við teimum kámu fotomyndunum og málandi við skapunum, ið eru málað omanyvir, er eingin ivi um, at tær eisini eru merktar av høggmyndalist í mátanum, tær eru sniðgivnar. Her hómast ein serligur ansur fyri figurinum og rúminum í myndunum og ein áhugaverdur mótsetningur kyknar millum tað illusionistiska fotobaseraða rúmið og tað flata pappírið. 

Sum so ofta hendir, tá listafólk arbeiða við bundnum uppgávum í Steinprenti, so verður okkurt gjørt aftrat og hetta er aftur galdandi hesaferð nú Bjørn Nørgaard hevur fingið eina lítla abstrakta perlu burturúr einum av teimum allarminstu steinunum, sum tey eiga í Steinprenti. - Har er okkurt serligt við smáum prentum, heldur Bjørn Nørgaard og heldur fram fyri sær sjálvum - at tað er í smáu støddunum, at mann sær serligu dygdirnar hjá grafikkinum. 

Kinna Poulsen

 

IMG_0766.jpg

Sunnudag seinnapart við Bjørn Nørgaard í Steinprenti - Søndag eftermiddag med Bjørn Nørgaard i Steinprent i Tórshavn

IMG_0733.jpeg

Sigast kann ikki, at tey hvíla á laurberunum, Jan Andersson og Fríða Matras Brekku, sum mikukvøldið vóru heiðrað við heiðursløn fyri mentanaravrik, ið Rigmor Dam, mentamálaráðfrúa handaði í Tvøroyri. Síðani hava tey meira ella minni ligið vatnrøtt í luftini á verkstaðnum, har tey arbeiða saman við  kenda danska listamanninum Bjørn Nørgaard. 

Uppgávan er bundin og snýr seg um at gera fýra prent til Glostrup Kunstforening. Hesi eru í skrivandi stund við at verða liðug og tað er gott, tí Nørgaard hevur nógv um at vera og skal longu av landinum aftur í morgin. Sjálvt sunnudagurin, ein sjáldsama vakur dagur síðst í januar, er brúktur sum arbeiðsdagur á verkstaðnum, har øll eru í gongd við sínum parti av teirri umstendiligu litografisku prosessini. 

Jan Andersson slípar steinar, Fríða Matras Brekku er við at yvirføra eina mynd á ein stein og Magnus Andersson er í ferð við at etsa ein stein. Bjørn Nørgaard hevur eftirlit við arbeiðsgongdini. Hann er eitt sindur spentur og enn ikki heilt vísur í um myndirnar fara at eydnast. Sjálv siti eg við telduna á verkstaðnum og lurti eftir vinarliga prátinum millum fólkini á verkstaðnum og merki konsentreraða spenningin í rúminum meðan tíðin líður og tað spakuliga fer at skýma.

Myndevnisliga hevur Nørgaard tikið støði í nøkrum fotomyndum av eini model, sum eru yvirførdar á litografiska steinin, og sum hann síðani viðger, teknar og málar útyvir. Tað vil siga, at útgangsstøðið er rættiliga klassiskt eisini um hugsað verður um verkið hjá Bjørn Nørgaard sum heild, har nakni kvinnufigururin er myndevnisligur aðaltáttur heilt frá byrjanini hjá listamanninum, sum í 1969 pallsetti listarligu aktiónina Nakin kvinniligur Kristus í keypsskálanum í Keypmannahavn. Tær fýra myndirnar til Glostrup Kunstforening eita Trúgv, Vón, Kærleiki og Vónloysi

Royndarprentið er klárt og eg hoyri á røddunum á prentara og listamanni, at tað er gott. Listamaðurin greiðir mær frá, at myndirnar eru grundaðar á nakrar standmyndir og uppstillingar, sum hann gjørdi til eina framsýning herfyri í Galleri Susanne Ottesen í Keypmannahavn við kvinnuligum yvirkroppum í búrum úr ymiskum tilfari, ið á ymiskan hátt sipa til vanitas. Hugtakið vanitas fevnir um myndamál, ið ofta varð brúkt í barokka tíðarskeiðnum í 17.øld, sum sipa til tað  stokkuta í tilveruni, sápubløðrur, glas og ísur kunnu brúkast sum vanitas symbol, men eisini skøltar og blómur verða brúkt í vøkru myndunum av tilverutreytum menniskjans. Memento mori - minst til at tú skalt doyggja siga hesar myndirnar.  Listin frá barokka tíðarskeiðnum er ofta vøkur og sansalig og tað sama kann sigast um myndirnar, sum Bjørn Nørgaard hevur gjørt á verkstaðnum. Cadmium gult brestur saman við violettum ella tí, sum eg haldi vera violett, men sum vísir seg at vera eitt bland av einum liti við fantastiska heitinum Caput Mortum og preussiskum bláum.

Sjálvt um myndirnar bæði tykjast grafiskar við teimum kámu fotomyndunum og málandi við skapunum, ið eru málað omanyvir, er eingin ivi um, at tær eisini eru merktar av høggmyndalist í mátanum, tær eru sniðgivnar. Her hómast ein serligur ansur fyri figurinum og rúminum í myndunum og ein áhugaverdur mótsetningur kyknar millum tað illusionistiska fotobaseraða rúmið og tað flata pappírið. 

Sum so ofta hendir, tá listafólk arbeiða við bundnum uppgávum í Steinprenti, so verður okkurt gjørt aftrat og hetta er aftur galdandi hesaferð nú Bjørn Nørgaard hevur fingið eina lítla abstrakta perlu burturúr einum av teimum allarminstu steinunum, sum tey eiga í Steinprenti. - Har er okkurt serligt við smáum prentum, heldur Bjørn Nørgaard og heldur fram fyri sær sjálvum - at tað er í smáu støddunum, at mann sær serligu dygdirnar hjá grafikkinum. 

Kinna Poulsen

 

Søndag eftermiddag med Bjørn Nørgaard i Steinprent i Tórshavn

Man kan ikke sige, at de hviler på laurbærene, Jan Andersson og Fríða Matras Brekku, som i onsdags var de ærefulde modtagere af den færøske kulturpris, overbragt af kulturminister Rigmor Dam. Siden har de mere eller mindre ligget vandret i luften på værkstedet, hvor de har arbejdet med Bjørn Nørgaard siden i torsdags. 

Det drejer sig om en bunden opgave, der skal fremstilles fire tryk til Glostrup Kunstforening, og der arbejdes koncentreret og med et vist tidspres, som ikke bliver lettere af et døgns forsinkelse på grund af et af de mange nordatlantiske lavtryk, der har forårsaget en del aflysninger af fly og færger på Færøerne i den seneste tid. Så der arbejdes, også selv om det er søndag og vejret i Tórshavn for en gangs skyld er godt, det holder tørt og solen skinner

På værkstedet er alle mand i gang med hver deres del af den omstændelige litografiske proces. Jan Andersson sliber sten, Fríða Matras Brekku er i færd med at overføre en tegning på en sten og Magnus Andersson er i gang med at syre en sten, imens Bjørn Nørgaard inspicerer. Han er spændt og ikke helt sikker på om det nu er det rigtige og om litografierne vil lykkes. Jeg sidder ved computeren og overhører samtalen mellem de arbejdende, som er venlig, selv om spændingen er mærkbar. Der er ikke plads til de store fejltagelser, for tiden er knap. 

Motivisk har Nørgaard taget udgangspunkt i nogle fotos af en model, der er overført på den litografiske sten og som siden er behandlet, tegnet på, overmalet og ridset i. Udgangspunktet er altså ganske klassisk og det er det jo også i forhold til Nørgaards eget værk, hvori den nøgne kvindefigur indtager en central position. 

 

De fire billeder til Glostrup Kunstforening hedder Tro, Håb, Kærlighed og Fortvivlelse. Nu er prøvetrykket klart og jeg kan høre på både trykkerens og kunstnerens stemme, at det er vellykket. Kunstneren viser mig billeder fra en udstilling hos Susanne Ottesen med kvindelige torsoer, der tematisk og materialemæssigt henviser til barokkens vanitasmotiv. Vanitas handler om forgængeligheden, som udtrykkes gennem skønheden i skinnende glas og is, sæbebobler; andre yndede motiver i barokken er kranier, vinglas og nedbrændte stearinlys. Memento mori - husk at du skal dø! Disse billeder påminder os om, at vi skal dø. Kunsten fra barokken er skøn og sanselig og det samme kan siges om billederne, som Bjørn Nørgaard har fremstillet i Steinprent, med en eksplosiv blanding af cadmium gul og noget, som jeg tror er violet, men som viser sig at være en farveblanding mellem Caput Mortum og preussisk blå. 

Selv om de fire billeder både har grafiske kvaliteter med de lidt udviskede fotografier, ligesom de forekommer maleriske i de overmalede former, er de også udpræget skulpturelle i deres formgivning. Her fornemmes en særlig sans for rummet i billederne, samt en interessant modsætning imellem det illusionistiske rum i fotografiet og det flade papir. 

Som det så ofte hænder, da kunstnere arbejder med bundne opgaver i Steinprent, så vanker der ekstra gevinst i form af billeder, som kunstneren laver imens værkstedsfolkene er i gang med at trykke eller udføre andre opgaver på værkstedet. Disse ekstracurriculære aktiviteter har denne gang resulteret i et vidunderligt lille tryk, som Bjørn Nørgaard har fået ud af en af værkstedets allermindste sten.  - Der er noget særligt ved små tryk, mener Bjørn Nørgaard og fortsætter henvendt til sig selv - at det jo er i de små størrelser, at grafikkens særlige kvaliteter ses.

Kinna Poulsen

Beinta av Reyni: Infinity


Fernisering verður í dag, fríggjadagin 27. januar kl. 16:00

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, setur framsýningina, og Guðrið Hansdóttir spælir tvey løg. Beinta av Reyni verður til ferniseringina, og savnið bjóðar ábit. Øll eru vælkomin til hátíðarhaldið á Listasavninum.

Listasavn Føroya gevur út bókina "Infinity" við tekstum eftir Nils Ohrt og Solveig Hanusardóttir Olsen. Bókin fæst fyri serprís upplatingardagin.

Framsýningin er opin til og við 2. apríl 2017.
Savnið er opið hvønn dag frá kl. 13-16. Mánadagar er stongt.
Til og við 28. februar er ókeypis atgongd á Listasavninum.