Ian McKeever og Peter Levitt í Norðurlandahúsinum

Sunnudagin 19.februar klokkan 16-17.30 verður Norðurlandahúsið karmur um eitt altjóða listarligt samskifti, tá Kim Simonsen fer at tosa við kenda, bretska listamannin Ian McKeever og við tann somuleiðis háttvirda og virðislønta amerikanska yrkjaran, Peter Levitt. Listamennirnir eru í Steinprenti hetta tíðarskeiðið og arbeiða við eini felags verkætlan við nýggjum yrkingum hjá Levitt, sum verða settar saman við nýggjum myndum hjá McKeever í seks steinprentum.

Ian McKeever kenna vit í Føroyum frá framsýningum í Listasavni Føroya og í Steinprenti í 2015. Hann er sjálvlærdur professari, sum m.a. er gestaprofessari á University of Brighton; millum 2006 og 2011 var hann professari í tekning í Royal Academy School of Arts í London. Ian McKeever hevur skrivað ein heilan hóp av tekstum um list og dugir sjáldsama væl at greiða frá. Kim Simonsen er post.doc við Amsterdams Universitet, har hann arbeiðir á sentrinum fyri Europan Studies og annars er hann yrkjari. Peter Levitt er yrkjari og buddhistiskur lærari, sum kemur allan vegin úr British Columbia at greiða okkum frá sínum hugsanum um poesi og list.

Her er eitt viðtal við Ian McKeever:

http://www.listaportal.com/tidindi/2015/5/22/eg-fli-meg-heima-her-samra-vi-ian-mckeever?rq=mckeever