Bárður Jákupsson - fernisering

Leygardagin var fernisering í Steinprenti, tá nýggja framsýningin hjá Bárði Jákupsson lat upp. Talan er um eina sera fjølbroytta framsýning við vatnlitamyndum, málningum og steinprentum. Jan Andersson helt eina stutta røðu og takkaði Bárði Jákupsson fyri drúgva samstarvið millum grafiska verkstaðin og Bárð og grundleggjandi leiklutin í mun til at verkstaðurin varð stovnsettur í Føroyum.

Síðani hugleiddi Bárður Jákupsson um sítt listarliga útgangsstøði og segði, at myndirnar eru grundaðar á upplivingar, hann hevur havt í føroysku náttúruni - hetta er ikki nakað eg síggi, men nakað eg sá" segði listamaðurin millum annað og greiddi frá tá hann sum ungur drongur var til útróðrar og var meira hugtikin av sjónini av tindunum enn av sjónum. Hann helt sjálvur, at onkur av hesum upplivingum, skapini av tindunum onkursvegna situr eftir í hansara málningum. Bárður segði m.a., at systirin teknaði og at hann var inspireraður av henni. Hann greiddi frá, at einaferð var ein blettur komin á eina av hennara myndum, og hon var sera forharmað um blettin, sum hon helt oyðilegði ta fínu myndina. Tá hugsaði Bárður við sær sjálvum, at hann dugdi ikki at síggja, at myndin bleiv verri av blettinum, heldur hinvegin. Her eru myndir frá leygardegnum, sum eg og tey í Steinprenti hava tikið.