Bjørn Nørgaard - myndirnar og maturin

Fotomyndir: KP og Steinpent

Her eru nakrar myndir frá uppihaldinum hjá Bjørn Nørgaard í Steinprenti hesa ferð. Umframt fýra prent til Glostrup Kunstforening, gjørdi hann fýra aðrar myndir, so hann fekk nógv burturúr listarliga. Eisini var hann fegin um at møta fólki  á verkstaðnum og at royna góðan føroyskan mat. Honum dámar væl turt tvøst og spik, feskt kjøt og skerpikjøt, men tað besta var helst tað, at Birgir Enni kom inn á gólvið við onkrum forkunnugum, gomlum skeldýrum og turkaðum tara. Nú er listamaðurin farin aftur, men tey prenta enn í Steinprenti, restina av upplagnum. Í gjár skrivaði eg eina grein um uppgávuna hjá Bjørn Nørgaard. Hon er undir myndini. 

Uppgávan er bundin og snýr seg um at gera fýra prent til Glostrup Kunstforening. Hesi eru í skrivandi stund við at verða liðug og tað er gott, tí Nørgaard hevur nógv um at vera og skal longu av landinum aftur í morgin. Sjálvt sunnudagurin, ein sjáldsama vakur dagur síðst í januar, er brúktur sum arbeiðsdagur á verkstaðnum, har øll eru í gongd við sínum parti av teirri umstendiligu litografisku prosessini. 

Jan Andersson slípar steinar, Fríða Matras Brekku er við at yvirføra eina mynd á ein stein og Magnus Andersson er í ferð við at etsa ein stein. Bjørn Nørgaard hevur eftirlit við arbeiðsgongdini. Hann er eitt sindur spentur og enn ikki heilt vísur í um myndirnar fara at eydnast. Sjálv siti eg við telduna á verkstaðnum og lurti eftir vinarliga prátinum millum fólkini á verkstaðnum og merki konsentreraða spenningin í rúminum meðan tíðin líður og tað spakuliga fer at skýma.

Myndevnisliga hevur Nørgaard tikið støði í nøkrum fotomyndum av eini model, sum eru yvirførdar á litografiska steinin, og sum hann síðani viðger, teknar og málar útyvir. Tað vil siga, at útgangsstøðið er rættiliga klassiskt eisini um hugsað verður um verkið hjá Bjørn Nørgaard sum heild, har nakni kvinnufigururin er myndevnisligur aðaltáttur heilt frá byrjanini hjá listamanninum, sum í 1969 pallsetti listarligu aktiónina Nakin kvinniligur Kristus í keypsskálanum í Keypmannahavn. Tær fýra myndirnar til Glostrup Kunstforening eita Trúgv, Vón, Kærleiki og Vónloysi

 Royndarprentið er klárt og eg hoyri á røddunum á prentara og listamanni, at tað er gott. Listamaðurin greiðir mær frá, at myndirnar eru grundaðar á nakrar standmyndir og uppstillingar, sum hann gjørdi til eina framsýning herfyri í Galleri Susanne Ottesen í Keypmannahavn við kvinnuligum yvirkroppum í búrum úr ymiskum tilfari, ið á ymiskan hátt sipa til vanitas. Hugtakið vanitas fevnir um myndamál, ið ofta varð brúkt í barokka tíðarskeiðnum í 17.øld, sum sipa til tað  stokkuta í tilveruni, sápubløðrur, glas og ísur kunnu brúkast sum vanitas symbol, men eisini skøltar og blómur verða brúkt í vøkru myndunum av tilverutreytum menniskjans. Memento mori - minst til at tú skalt doyggja siga hesar myndirnar.  Listin frá barokka tíðarskeiðnum er ofta vøkur og sansalig og tað sama kann sigast um myndirnar, sum Bjørn Nørgaard hevur gjørt á verkstaðnum. Cadmium gult brestur saman við violettum ella tí, sum eg haldi vera violett, men sum vísir seg at vera eitt bland av einum liti við fantastiska heitinum Caput Mortum og preussiskum bláum.

Sjálvt um myndirnar bæði tykjast grafiskar við teimum kámu fotomyndunum og málandi við skapunum, ið eru málað omanyvir, er eingin ivi um, at tær eisini eru merktar av høggmyndalist í mátanum, tær eru sniðgivnar. Her hómast ein serligur ansur fyri figurinum og rúminum í myndunum og ein áhugaverdur mótsetningur kyknar millum tað illusionistiska fotobaseraða rúmið og tað flata pappírið. 

Sum so ofta hendir, tá listafólk arbeiða við bundnum uppgávum í Steinprenti, so verður okkurt gjørt aftrat og hetta er aftur galdandi hesaferð nú Bjørn Nørgaard hevur fingið eina lítla abstrakta perlu burturúr einum av teimum allarminstu steinunum, sum tey eiga í Steinprenti. - Har er okkurt serligt við smáum prentum, heldur Bjørn Nørgaard og heldur fram fyri sær sjálvum - at tað er í smáu støddunum, at mann sær serligu dygdirnar hjá grafikkinum. 

Kinna Poulsen

 

IMG_0766.jpg