Ein føroysk bók er nú komin á ein týdningarmiklan amerikanskan stuttlista. Tað er yrkingasavnið Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsind (2013) ella sum hon eitur á enskum What Good Does It Do for a Person to Wake Up One Morning This Side of the New Millennium eftir Kim Simonsen, í enskari týðing hjá Randi Ward, ið er tilnevnd til ALTA First Translation Prize 2026. Bókin er givin út av Deep Vellum í Austin, Texas.
Virðislønin verður latin av American Literary Translators Association og heiðrar eina framúrskarandi fyrstu bókmentaumseting til enskt. Men tilnevningin snýr seg eisini um tað, sum verður flutt yvir í enska málið: eitt føroyskt yrkingamál, har persónligur missur og náttúra eru samantvinnað.
Upprunaliga bókin, Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin nýggja ártúsundið, fekk M. A. Jacobsen-virðislønina. Enska útgávan hevur áður vunnið Nadia Christensen Prize for Translation.
Dómsnevndin skrivar:
“Randi Ward’s lucid translation of Kim Simonsen’s luminous poems in What Good Does It Do for a Person To Wake Up One Morning This Side of the New Millennium skillfully navigates the poet’s continually shifting tone between the elegiac and the celebratory. Grief operates on several levels here: the poet mourns the loss of his beloved, the ongoing destruction of our environment, and losses to come. Nevertheless, his delight in the natural world shines through. Close observation offers one way to overcome our estrangement from nature and ourselves. Simonsen is a keen, clear-sighted observer and Ward opens a clear, sparkling window onto his world.”
Dómsnevndin leggur sostatt dent á, at sorgin í bókini hevur fleiri skap. Yrkingarnar steðga kortini ikki við sorgini. Náttúran er bæði ein ítøkiligur heimur og ein háttur at koma í samband við seg sjálvan og tað, ið livir rundan um okkum.
Tað er har, týðingin hjá Randi Ward opnar eitt føroyskt landslag og eitt føroyskt yrkingamál til enskmæltar lesarar.
Í november kemur enn ein bók eftir Kim Simonsen út í USA: The Biological Composition of a Drop of Seawater is Reminiscent of the Blood in My Veins, eisini í týðing hjá Randi Ward, hesa ferð á White Pine Press.