Í samband við hansara 100 ára føðingardag, sum hevði verið 21. september í ár, er savnað eitt úrval av málningum frá eigarum í Føroyum og Danmark at sýna fram í Müllers Pakkhúsi í Havn. Eyvindur kann roknast sum landslagsmálari, men málaði eisini onnur motiv. Hetta verður fyrsta serframsýning við verkum, sum umboða alt tíðarskeiðið, Eyvindur virkaði sum listamaður. Framsýningin letur upp hósdagin 6.august klokkan 18 og er opin allar dagar frá hósdag 6. august til sunnudag 23. august kl. 15 - 18.