Nýggj bók um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld eftir Kinnu Poulsen

Mentanarnáttina fríggjadagin 6.juni klokkan 20.30 verður nýggja bókin Í EYGNAHÆDD løgd fram á Reinsarínum. Kinna Poulsen fer at greiða frá bókini, Hansins Iversen fer at halda røðu, og alt verður ballað inn í góðan tónleik og harumframt verða aðrar bøkur lagdar fram.

Í EYGNAHÆDD snýr seg um listina í Føroyum í okkara tíð, tað merkir list, sum er framleidd og sýnd fram frá 2020, men samtíðarlistahugtakið verður eisini til tíðir rakt aftur til aldarskiftið. Bókin er bygd á tær eygleiðingar, Kinna hevur gjørt sær sum ummælari og seinni eisini sum kuratorur. Síðan hon skrivaði sítt fyrsta lønta listaummæli í 1996, hevur hon starvast sum fríyrkisummælari í ymsum miðlum, og síðan 2003 hevur hon ummælt og miðlað list aftrat sínum lærarastarvi á Glasi.

Heitið Í EYGNAHÆDD merkir ítøkiliga, at bókin er grundað á hennara egnu listaupplivingar, men bendir myndaliga eisini á, at hesar listaupplivingar verða lýstar í eygnahædd – ikki bara við listina, men vónandi eisini við lesaran og samtíðina. Tað er hennara vón, at øll listaáhugað kunnu fáa okkurt burtur úr bókini, sum er býtt upp í níggju kapitlar við ymiskum evnum.

Lesið meira her: https://sprotin.fo/news/1177/nyggj-bok-um-samtidarlist-i-foroyum-i-21-old-eftir-kinnu-poulsen