Deyðans geniala relieff

Aftur í ár materialiserar juli seg sum henda sevjugrøna men dovisliga dýnan, ið liggur líka tungt sum tann hjá ommu um alla ta kollektivu tilvitskuna. Í juli er disko í útvarpinum í ólukkumát, ja í so mikið stóran mun, at diskotónleikur er farin at minna meg at hava summarfrí og tað er kanska ikki so galið. Í útvarpinum eru fleiri gløggir glottar, tá Ingi Rasmussen tosar við fornuftig fólk um ymiskt áhugavert og so mundi eg skrædna, tá eg nú ein dagin hoyrdi óbetaliligu frásøgnina hjá Rudolf Joensen um hina ferðina, tá hann var í fótabað í Moskva og sang saman við tveimum russiskum konum, sum ikki dugdu annað enn russiskt, men kortini megnaðu at syngja kenda aa – aa – aa – aa niðurlagið í Rasmus.

Við tílíkum undirhaldandi undantøkum liggja miðlarnir heldur tungt í svinginum um summarið í øllum førum tá tað kemur til kritiskan journalistikk - onkuntíð følist tað sum um at øll tey vaksnu eru farin á strondina meðan okkurt band koyrir við gomlum tónleiki og tilvildarligum hugnapráti innímillum. Og meðan undirritaði listummælari hevur latið seg fagna í Danmark, er støðan hjá føroyskum listaummælum reduserað til reint rós og ryggklapparí uttan nevniverdan ans fyri muninum millum lort og lagkøku.

Tað stendur við øðrum orðum illa til og versnar eisini hjá teimum hugagóðu, ið tó, at tey høvdu bæði eina og tvær bøkur við sær suðureftir næstan heilt út til svimjihylskantin, ikki ordiliga komu ígjøgnum tær nógvu síðurnar, tí mann í heilum var órógvað av práti, kaffi og cava og so var tað antin so heitt, at lesiheilin smeltaði ella so vátt, at bókin var í vanda fyri at gera tað sama. Men ein morgun mitt í feriuni hevði eg útvarpið frá, meðan eg ruddaði kuffertið og tískil hoyrdi eg fyrsta part av sendirøðini “Mín síðsta deadline”, sum eina tíð hevur ligið sum podcast á heimasíðu Kringvarpsins og í løtuni verður send í útvarpinum. Tað var av óvart eg lurtaði – eg ætlaði í grundini ikki at hoyra hesar sendingar, sum eg visti um, men helt fóru at vera ov syrgiligar til mín at lurta eftir, men fyrsti partur var so stuttligur, vinaligur og undirhaldandi, at eg beinanvegin var so mikið hooked, at eg lurtaði eftir øllum pørtum næstan út í eitt og bleiv í so sera góðum lag.

Tað eru tey bæði, Elin Mirjamsdóttir og Høgni Fagraberg, ið hegnisliga hava lagt til rættis sendingarnar um Øssur Winthereig, tíðindamann, sum á heimasíðu Kringvarpsins verður presenteraður sum ein bersøgin tíðindamaður, ið eitt tíðarskeið var tíðindaleiðari í Sjónvarpi Føroya og í dag er ólekiliga sjúkur við krabbameini. Mann kann ikki siga, at sjúka og deyði ikki fylla nógv í sendingunum eins og tað longu tíðliga hevur fyllt í tilveruni hjá Øssuri, men tað løgna hendir, at deyðin gerst eitt merkiliga lívsjáttandi perspektiv og støði undir tilverulýsingini.

Í dag er Øssur Winthereig ikki minst kendur fyri sínar fínu og tiltrongdu sendingar um pressuna, har hann sjálvur og saman við Brynhild Thomsen hevur skoðað føroyskar fjølmiðlar – Vit hava tørv á fleiri tílíkum sendingum, fleiri skjótandi journalistum, sum duga og tora at hugsa sjálvi og at bera fram hvat tey hugsa. Fíggjarliga maktin hevur ongantíð verið so miðsavnað hjá fáum einstaklingum sum í hesum árum - tað krevur dirvi at finnast at gigantum. Í heilum verður ført fram, at føroyska samfelagið er ov smátt til kritiska miðlaviðgerð, men tað øvugta kundi eisini verið ført fram; at júst tí, at samfelagið er so smátt sum tað er, er tørvurin á kritiskari viðgerð alstórur. Tað hava vit sæð og hoyrt í Pressuni, Skannaranum, Breddanum, men eisini í fleiri sendingum og greinum hjá Frihedsbrevet.

Bygnaðurin á sendirøðini “Mín síðsta deadline” er framúr við eini frásøgn, sum skiftir millum nú og tá, har lívsfrásøgnin hjá høvuðspersóninum javnan verður avbrotin av aktuellum brotum, har Øssur og døturnar rudda út í húsunum hjá Øssuri í Havn. At hava eina tílíka upprudding sum beinagrind á eini sendirøð er líka genialt sum fyribrigdið er universalt  – tað er ein sovorðin aðalupprudding, sum nógv tilkomin fólk kundu hugsað sær at fingið upp í lag, men ofta útseta til komandi tíðir. Sjálvandi er lýsta støðan ikki ein, mann kundi ynskt sær at vera í og kortini taki eg meg sjálvan í at hugsa, at øll menniskju áttu at gjørt nógv av tí sama sum vit fáa lýst í hesum sendingum. Tí øll hava vit ein evstadato, sum vit ikki hava hug at taka støðu til. Tað hevur Øssur Winthereig og sendingarnar eru ein partur av hesi støðutakan. Tær eru ikki gjørdar til deyðan, men til lívið og til børnini ikki minst. Tað er ómetaliga vakurt at uppliva eitt menniskja við so stórum kærleika og vilja til tað góða sum í hesum sendingum. Her er eingin øði ella beiskleiki - kanska eitt sindur av sorgblídni og nógvur humor og ein gløggskygdur og ósentimentalur vilji til at eygfara sín egna lut - eisini tá mann fór skeivur. Áhugavert og spennandi er at uppliva ta fakligu passiónina og at hoyra um journalistikkin og um kappingina, sum var millum útvarpið og sjónvarpið. Fyri mítt viðkomandi kundi ein heil røð komið aftrat bara um tað journalistiska, Skjót journalistin og politisku avleiðingarnar av hesi sjáldsomu bók, men sendirøðin snýr seg ikki bara um journalistikkin.

Lívið er deyðans geniala relieff – tað helt rithøvundurin og journalisturin Jørgen Frantz-Jacobsen, sum doyði av tuberklum longu 37 ára gamal og meðan eg hoyri Øssur greiða frá, komi eg fleiri ferð í tankar um Jørgen-Frantz, ið sum kunnugt skrivaði brævasavnið, Det dyrebare liv og greinasavnið Vit skulu sjálvir – betri viðmæli fái eg ikki givið nøkrum. Um tit skulu “lesa” eina summarferiubók – lurtið so eftir sendirøðini Mín síðsta deadline!

Kinna Poulsen

https://kvf.fo/sending/min-sidsta-deadline?sid=174044