Vernissage - IRIS Fríða Matras Brekku

Fríggjadagin 14.juni læt framsýning upp í Víngarðinum við kelidjórstekningum og blómuakvarellum hjá Fríðu Matras Brekku. Tað var ein góð og summarslig løta og nógv fólk vóru á gátt. Eg helt eina stutta røðu, sum eg seti inn saman við nøkrum myndum.

“Kvinnulist” er eitt tvørligt hugtak, sum ofta verður brúkt við negativum fortekni soleiðis at skilja, at mann við orðinum vil leggja dent á, at talan bara er um list hjá tí eina kyninum. Tá framsýningar hava verið hildnar við bara monnum kalla vit tað ikki fyri “mannfólkalist” ella “mannslist” - tá eitur tað bara list. Tá heimskendi listfrøðingurin Ernst Gombrich í 1950 gav út bók sína The Story of Art, var eingin listakvinna umboðað – í einari revideraðari 16.útgávu kom loksins eittans listakvinna við – tað var tann geniala Käthe Kollwitz. Hetta kann ikki á nakran hátt síggjast sum annað enn ein skipað útihýsing av listakvinnum. Tá eg las listasøgu í hálvfemsunum var listasøgan hjá Gombrich framvegis ein av grundbókunum og vit lósu hesa bók og brúktu hana sum referansu og grundarlag uttan at nakar lærari ella næmingur viðmerkti kynsliga skeivleikan.

Aftaná Metoo rørsluna er tiltrongdur røringur komin í og í 2022 kom bókin hjá bretska listfrøðinginum Katy Hessel, sum eitur The Story of Art við undirheitinum “Without Men” við einum greidligum priki til Ernst Gombrich, men bókin er eisini ein seriøs roynd at vísa á verk hjá listakvinnum, sum hava livað og virkað líka frá renesansuni og fram til í dag – í mínum starvi sum miðnámsskúlalærari eri eg byrjað at brúka hesa bókina sum inspiratión, men eg havi altso eisini mennirnar við – listin er nógv meira kompleks til at tað bara er ein spurningur um kyn.

Og grundin til at eg byrji at tosa um kvinnulist er ikki so nógv, at dagsins listafólk er ein kvinna, men kanska heldur tey myndevni, sum vit síggja her á framsýningini, blómur og kelidjór - tað má avgjørt vera “kvinnulist” um hugsað verður um niðursetandi mátan, hugtakið hevur verið brúkt um list, sum onkursvegna ikki var líka “seriøs” sum ordilig list – tað vil siga mannfólkalist. Eitt heimligt dømi um hetta einoygda perspektivið er, at vit halda okkara myndlistaligu slóðbrótarar vera Jógvan Waagstein, Kristin í Geil og Niels Kruse meðan vit gera minni burtur úr leiklutinum hjá donsku listakvinnuni, Floru Heilmann, sum var slóðbrótari og inspireraði føroyskar listamenn.

Blomsturmálningar hevur verið fatað sum ov banalt og grunnskygt til at vera list – tað hongur heilt vist saman við, at málningalist ikki var hildin at vera nakað fyri kvinnur, men blómumálarí var kortini nóg tætt uppá broderí til at tað minti um kvinnuligt ófarligt húspjak. Tá vit hyggja at listaverkum hjá danska yrkjaranum J.P.Jacobsen ella amerikanska málaranum Georgia o´Keeffe eru vit kortini ikki í iva um, at blómulýsingar kunnu vera listaligar.

Tað eru ikki tær stóru handarørslurnar, sum merkja arbeiðið hjá Fríðu. Hennara myndir eru smáar í vavi við neyvum skrásetingum og intensum litum. Fríða Matras Brekku er grafisk listakvinna, ið hevur arbeitt í Steinprenti, sum hon var við til at stovna í Havn í 1999. Umframt blómur og landslagsmyndir eru djór ein myndevnisligur aðaltáttur í verkunum og hetta hevur serliga fevnt um seyðir, sum Fríða hevur lýst við nærlagni, humor og eymleika. Hesin sami áhugin og virðingin sæst eisini í myndunum av kelidjórum, ið eru so neyvt teknað, at tú sum áskoðari følir tann mjúka pelsin millum fingrarnar bara av at hyggja at eini tekning av eini kettu, sum rullar seg saman. Fríða dugir eisini sjáldsama væl at fáa sermerkta lyndið fram hjá teimum djórum, sum hon avmyndar.

Allar blómumyndirnar á framsýningini eru av irisblómum. Vatnlitamyndirnar eru málaðar í einum tíðarskeiði í fjør, tá Fríða fekk starvsløn frá Mentanargrunni Landsins og tískil kundi miðsavna seg um akvarel og tekning í tríggjar mánaðar. Í grikskari gudalæru var Iris gudinna og boðberi millum gudarnar og menniskjuni - hon ferðaðist ímillum heimarnar báðar á einum ælaboga. Irisblóman er serlig, hon er vøkur og sýnist eitt sindur afturlatin við trimum krúnubløðum, sum tá tey lata seg upp við bláum, violettum, gulum og brúnum litbrigdum verður meira ótálmað og vill. Í tulkingunum hjá Fríðu verður blóman í støðum skulpturel sum ein organisk abstrakt standmynd, ið breiðir seg út á myndaflatuni í smáum innrammaðum myndum, har hvør blóma er sín egni fagri alheimur av litum og skapum.

Túsund takk fyri, Fríða, at tú vildi deila hesar myndir við okkum og takk til tykkum øll, sum lýddu á.

Kinna Poulsen, kurator