Listaárið 2024
/Ársins síðsta dag nýta vit høvið at líta aftur á eitt hendingaríkt listár. - Tá mann sum undirritaða hevur livað sín fyrsta part av tilveruni í 20. øld, fáa mest sum øll árstøl í 21.øld ein ikki sørt futuristiskan klang og tað hóast vit nú eru komin ein heilan fjórðing inn í hesa øldina, sum tessvegna ikki longur er “nýggja øldin”.
Hetta komandi árið, 2025 sær fyribils eitt sindur myrkt út í sjónarringinum við áhaldandi kríggi í Ukraina og Gaza og Donald Trump í hvítu húsunum í Washington, sum aftur er farin at møsna um at fáa Grønland inn undir USA. Yvirhøvur krevjast serstakliga sterkir nervar til tess at fylgja við í tíðindastreyminum, sum stendur í skerandi andsøgn við tað, sum um jólini hevur verið staðfest og endurtikið upp í saman, at tað er friður á jørð og í menniskjum góður tokki. Fyrr í vikuni boðaðu miðlarnir frá, at ísraelar hava bumbað síðsta sjúkrahúsið í Gaza – álvaratos, hvat hugsar mann fyri sær? Í Ukraina siga tey, at har um leiðir verða norðurkoreanskir hermenn tiknir av døgum av sínum egnu russisku arbeiðsgevarum. Mann veit ikki hvørjum mann skal trúgva, men har var ein mynd av einum norðurkoreanskum hermanni - einum blaðungum drongi í einum helviti av einum kríggi, sum einki hevur við Norðurkorea at gera – tað tykist so ófatiliga ræðuligt alt, at tað mest minnir um krígsmyndirnar, sum ekspressionistisk listafólk manaðu fram fyri hundrað árum síðani t.d. Náttin hjá Max Beckmann, ið tekur saman um krígsræðuleikan, sum altíð rakar tey óseku meinast. Í Gaza eru nú meira enn 44.000 menniskju dripin harav 70% eru kvinnur og børn. Útvarpið nevndi, at Ukraina og Russland hava býtt um krígsfangar. Ein siviliserað gestus, sum næstan tykist margháttlig í eini krígsstøðu – tí kunnu tey býta um so og so nógvar krígsfangar, máttu tey eisini kunna býtt um so og so nógv deyð og í sama viðfangi gjørt eina æviga friðaravtalu.
Tað er mítt nýggjársynski.
Framsýningar
Nei, tað er ikki so merkiligt, at stríð og órættvísi hevur verið í miðdeplinum innan listina í ár og at politiskt og yvirhøvur samfelagsligt tilvit hómast í nógvum listaverkætlanum. Hetta hevur verið galdandi eitt nú á ársins Whitney- og Venesiabiennalu í New York og Venesia, men eisini á framsýningum í Listasavninum her í Havn t.d. Træðrir, har Alda Mohr Eyðunardóttir brúkar sín part av framsýningini til tess at varpa ljós á føroyska abortmálið. Eitt mál, sum eftir øllum at døma krevur, at mann rópar nokk so hart um nakað skal henda. Listaverkið, “Ein roynd ikki at skriva í klombrum” er í skapi sum ein stórur lágur rektangulerur pallur við einum teksti, ið er prentaður á eitt gjøgnumskygt pergament, sum liggur eins og ein dúkur omaná pallinum. Uppsetingin (men ikki innihaldið) minnir eitt sindur um verkið Kith and Kin hjá Archie Moore í australsku paviliongini í Venesiabiennaluni. Træðrir við Maibritt Marjunardóttir, Aldu Mohr Eyðunardóttir, Jóhan Martini Christiansen og Randi Samsonsen er enn at síggja á Listasavninum og verður hervið viðmælt. Á Listasavninum hevur virksemið í ein ávísan mun verið ávirkað av, at gamli Listaskálin er undir umbygging, men áðrenn farið var í gongd við hetta arbeiðið, var framsýningin Likam at síggja – tann síðsta av temaframsýningunum, ið eru skipaðar eftir ætlan frá fyrrverandi leiðaranum. Eisini var framsýning við verkum hjá feðgunum Tróndi og Brandi Patursson. Tað, sum eg bleiv mest spent av á framsýningini var vakra røðin við gyltum glasverkum hjá Brandi Patursson við heitinum, Speglingar. Røðin er eitt framhald av eini slóð, sum vit hava upplivað á framsýningum í Víngarðinum og Listaskálanum, men hesar glasmyndirnar sýnast meira subtilar, djúptøkar og sannførandi. Tær sláa ein nýggjan tóna í einum verki, sum vit veruliga vóna at uppliva meira av.
Í ummæli av framsýningini, sum Bárður Jákupsson læt upp 17.februar í Müllers Pakkhúsi segði eg m.a: “Tað er hvørki hóvsemi ella afturhald, ið kemur einum til hugs, tá mann skal lýsa Bárð Jákupsson. Hann er stórtøkin við stórum armrørslum. Á framsýningini vóru meira enn hundrað myndir og tað er á ein hátt ov nógv. Tað er ikki fyrstu ferð eg á eini framsýning hjá Bárði Jákupsson havi hugsað, at listamaðurin yvirtrumfar seg sjálvan og at framsýningin hevði verið betri um mann valdi nøkur verk burturúr mongdini og framsýndi tey. Hinvegin er spurningurin um ikki júst tað rúgvusmikla er eitt lyndiseyðkenni hjá Bárði Jákupsson? Hansara framsýning er ein sonn listalig tour de force, ið bæði fevnir tað ógvusliga og tað ekspressiva í koloristiskum oljumálningum og tað inniliga og vakra í ljósfylltum vatnlitsmyndum”.
Í Norðurlandahúsinum var í februar framsýning við móður og soni, tá tey bæði Barbara í Gongini og Hauge í Gongini Djernis lótu upp framsýning saman, ið flættaði saman list og design. Av framsýningum, sum skara framúr í huganum er ein hjá Christopher Wool í New York eins og tann hjá Käthe Kollwitz á MoMA var einastandandi. Pierre Huyghe í Venesia og so SÚGA hjá Hansinu Iversen, sum eg upplivdi í Bonne Espérance, gallarínum í Keypmannahavn hjá listamanninum Jóhan Martini Christiansen. Framsýningin hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir, TIME OUT OF TIME – A Silent Drama í Listasavninum var ikki stór, men eitt listaligt hæddarpunkt kortini - ein hárhvøss og konsekvent installatión við surrealistiskum flogi - at síggja til minimal, men við somu dýpd og effekt sum ísfjallið, ið á sinni lá og bíðaði eftir Titanic í kúrrum nærri-mín-Guð-til tín-bláum myrkri. Í einum kliva var ein veggur settur upp við tveimum lyklarholum. Kagaði tú gjøgnum tey, sást tú filmar av lutum og innbúgvi í rúmum í dukkuhúsum. Á eystara vegginum hingu síðar, hvítar gardinur allan vegin frá loft til gólv inn í tað næsta rúmið, har ein veggur eisini var settur upp við tveimum veggjalampum. Tað var ikki stórt meira enn hetta og kortini sera relevant og gjøgnumhugsað framsýning - eisini tilfarsliga.
Í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík hava framsýningar verið hjá m.a. Heiðriki á Heygum, Heðini Kambsdal, Silju Strøm og Tróndi Patursson og í Gallarí Havnará var í juni ein einastandandi vøkur framsýning hjá Zachariasi Heinesen, har eg hitti listamannin. Framman fyri einari klassiskari ZH-mynd av Mykinesbygd nevni eg gylta ljósið í myndunum seinnu árini, har listamaðurin í stóran mun er farin at dyrka mótsetningslitparið gult og violett. Myndin av bygdini fær eina gyllta glæmu, sum uppá meg virkar bæði sorgblíð og lívsfegin við varhuga um myrkrið men sterkum vilja til ljós - myndin er dynamisk, men javnvigar. Tað er sum í onkrum sálmi hjá Kingo, ið aftaná at mála fram alt møguligt myrkur og fortapilsi leiðir okkum fram til tað góða og gevur mær enn eitt høvi at brúka eitt yndissitat hjá Williami Heinesen um hvussu ljósið vinnur á myrkrinum. “Solen skinner paa vaagens vestlige side. En vidunderlig morgen! De smaa støvede og skimlede pakhusruder fører en haabløs kamp for at holde solskinnet ude. Men det er dem for overmægtigt. Det har godhedens sejrrige vælde i sig, det tøer dem op med samt deres grønne mug og teologiske edderkoppespind, ligesom den gode handling tilintetgør smaa menneskers rænker og nederdrægtigheder (s.199 De fortabte Spillemænd).
Steinprent
Eisini í Steinprenti var nógv virksemi og fleiri góðar framsýningar við Hanna Bjartalíð, Torbirni Olsen, Anker Mortensen, Hansinu Iversen og Mariusi Olsen. Liðin eru 30 ár síðan Marius Olsen og Jan Andersson samstarvaðu á fyrsta sinni. Um mann er so heppin, at hava verið til staðar meðan Marius hevur arbeitt á verkstaðnum, hevur mann upplivað tað serliga spenta huglagið, sum ræður beint áðrenn síðsta prentiumfar, tá seinasti liturin fullførir prentið. Tað er fantastiskt og ongantíð av handahógvi merkt hjá hesum annars suverent tekniskt kompetenta og roynda listamanninum. Í eini grein havi eg lýst Marius Olsen sum eitt slag av einum missing link ella millumfiguri í føroyskari list. Hann er antin elst av teimum yngru ella yngst av teimum eldru. Hvussu er og ikki er hann listamaðurin, sum helt fast í landslagnum, men gav tí eina meta-listaliga viðgerð í myndum, ið gera vart við, at okkurt slag av frástøðu er komið millum okkum og náttúruumhvørvið. Tað er ein frástøða, sum Marius lýsir myndevnisliga við at seta inn speglingar og myndir av menniskjaframleiddum lutum, lampum, grindlum og klokkum í landslagið. Hesar myndir seta sær sjálvum og áskoðaranum spurningar, tær aktivera okkum, sum hyggja, og eru sjáldan eintýðugar.
Hansina Iversen
Onkrar framsýningar eru planlagdar fleiri ár áðrenn tær lata upp, meðan aðrar eru meira spontanar. Framsýningin hjá Hansinu Iversen, sum læt upp í Steinprenti í september var av tí seinna slagnum og ein framsýning, sum tók áskoðaran á bóli av tí, at mann ikki hevði væntað so nógv. Tað vóru ikki minst teir báðir stóru málningarnir á framsýningini, sum komu óvart á. Koloristiskt og formliga eru teir garvillir við avgjørdari og sera væl eydnaðari nýtslu av spraymáling, sum sparkar nýggjan dynamikk í málaðu strokini og formarnar við assosiatiónum til okkurt vilt og stórbýarkent. Samstundis eru myndirnar framúr væl komponeraðar við ansi fyri litum og fyri figur/grund lutfallinum millum litløgini. Her henda nógvir mótsetningar, tá tveir ymiskir litheimir hittast; ein hóligur jarðlittur og ein villari spektrallittur litheimur. Men sjálvt um stórur munur somuleiðis er millum kompaktu skapini í undirlagnum og tey dansandi luftigu, frítt fabulerandi sporini av málningapenslinum ella frá spraydósini, tykjast myndirnar visuelt samanhangandi. Eingin ivi er um, at royndirnar innan steinprentstøknið, har arbeitt verður við fleiri løgum, hevur ávirkað og sett sítt fótafar í málningarnar hjá Hansinu Iversen.
Á ólavsøku vóru tvær sera væl vitjaðar framsýningar í Steinprenti á Skálatrøð. Í gallarínum niðriundir var framsýningin Omanfyri Eikilund við verkum hjá Anker Mortensen og uppiá var framsýningin Fog Swept Cargo – Føroysk list í New York t/r við verkum eftir Rannva Kunoy, Hansinu Iversen, Jóhan Martin Christiansen, Tórodd Poulsen, Aldu Mohr Eyðunardóttir, Hanna Bjartalíð og Randi Samsonsen. Tað var ein tillagað framsýning við teimum flestu av listaverkunum, sum vóru við á listaframsýningini Fog Swept Cargo – Art from the Faroe Islands, sum var í Scandinavia House í New York frá apríl til juli í ár. Undirritaða kurateraði framsýningina, ið var partur av føroyskum mentanarátaki, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Almanna- og mentamálaráðið fyriskipaðu saman við Visit Faroe Islands. Føroyska listin varð væl móttikin í New York millum teir mongu áskoðararnar, ið komu til upplatingina. “Shifting light & Color” var yvirskriftin á eldhugaða ummælinum hjá Kathleen Cullen, sum m.a. skrivaði: “It is the curators hope that the viewer notices a great joyful light, especially light in the dark, but also a melancholic feeling of volatility and exposure and a sense of being alert to what is approaching on the horizon. Fog Swept Cargo exhibition begins with a wall poem by Tóroddur Poulsen along with one of his works from the STEINPRENT (the Faroese word for stone lithography) the workshop where international artists congregate to produce printed works...”.
Omanfyri Eikilund
Framsýningin hjá Anker Mortensen í Steinprenti var blá og vøkur. Myndirnar hjá Anker Mortensen eru abstraktar, men onkrastaðni hómar tú okkurt, sum tú heldur teg kenna aftur. Kanska er tað eitt træ, ein fiskur, ein bátur ella er tað ein silvurkanna? Myndaflatin er bygdur upp av fleiri løgum av máling við skiftandi tjúkd. Okkurt er gjøgnumskygt meðan onnur strok eru sett á løriftið við tjúkkari máling onkrastaðni lag á lag. Blátt er vorðin ein høvuðslitur hjá Anker og sjálvt um, at hansara myndir tykjast lívrunnar og bera brá av náttúru, er tað ikki so nógv sjógvurin í sjálvum sær ella havsins lív, tú kemur í tankar um. Hetta, sum verður lagt fram fyri okkum er ein duldur metafysiskum heimur, ið er smíðaður úr sama tilfari sum yrkingar, sálmar, søgur og gandaðar upplivingar. Og samstundis sum myndirnar hjá Anker sveima, eru tær sera fysiskar og av hesi verð sum tá tú spældi í túninum ella í fjøruni og í sandbunkum, smásteinum, hyljum og kombikkum sansaði allan tann stóra alheiminum.
Í Víngarðinum høvdu vit eisini fleiri framsýningar við m.a. Randi Samsonsen, Fríðu Matras Brekku og Bjarna Árting Rubeksen. Tað vóru í stóran mun reportasjumyndir, sum Bjarni hevur tikið og sum m.a. hava verið vístar á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Summar eru merktar av einum serligum løddum tómleika, meðan myndarúmið aðrastaðni er á tremur av fólkum, hetta seinasta er galdandi fyri eina mynd av eini mótmælisgonga í Tinganesi. Har kemur ein hópur av álvarsligum kvinnum og monnum í frakkum, húgvum og turriklæðum gangandi móti áskoðaranum – Hetta er fólkið í Føroyum, lýst bæði sum einstaklingar við denti á hvørt tað einasta andlit, sum sæst púra klárt - og sum heild við samanhangsmegi, ið verður lýst visuelt. Í eini aðrari mynd er myndarúmið púra tómt og myrkt - miðskeiðis hómast ein persónur, sum tykist at vera einsamallur í verðini. Í hesari myndini og í hinum er ein greiður samanhangur millum huglag, kompositión og myndamál. Tað sæst somuleiðis í portrettmyndini av einum Miðflokkamanni, sum stendur inni í myrka tingsalinum við vindeyga, har ljósið streymar inn og fær ein næstan guddómligan dám við vindeygalistanum, ið umskapast til kross.
Fríða Matras Brekku
Tað eru ikki tær stóru handarørslurnar, sum merkja arbeiðið hjá Fríðu. Hennara myndir eru smáar í vavi við neyvum skrásetingum og intensum litum. Umframt blómur og landslagsmyndir eru djór ein myndevnisligur aðaltáttur í verkunum og hetta hevur serliga fevnt um seyðir, sum Fríða hevur lýst við nærlagni, humor og eymleika. Hesin sami áhugin og virðingin sæst eisini í myndunum av kelidjórum, ið eru so neyvt teknað, at tú sum áskoðari følir pelsin millum fingrarnar bara av at hyggja at eini tekning av eini kettu, sum rullar seg saman. Fríða dugir eisini sjáldsama væl at fáa sermerkta lyndið fram hjá teimum djórum, sum hon avmyndar. Allar blómumyndirnar á framsýningini vóru av irisblómum. Í grikskari gudalæru var Iris gudinna og boðberi millum gudarnar og menniskjuni - hon ferðaðist ímillum heimarnar báðar á einum ælaboga. Irisblóman er serlig, hon er vøkur og sýnist eitt sindur afturlatin við trimum krúnubløðum, sum tá tey lata seg upp við bláum, violettum, gulum og brúnum litbrigdum verður meira ótálmað og vill. Í tulkingunum hjá Fríðu verður blóman í støðum skulpturel sum ein organisk abstrakt standmynd, ið breiðir seg út á myndaflatuni í smáum innrammaðum myndum, har hvør blóma er sín egni fagri alheimur av litum og skapum.
Randi Samsonsen
Tað er líka mikið um vit eru í New York ella í Havn. Listin hjá Randi Samsonsen ger okkurt serligt við fólk. Tey fáa hug at nærkast henni, nerta við hana, nálgast, fnisa og roksa og bera seg at á ein hátt, sum ikki hevur verið vanligur, tá talan er um list. List er álvarsligt mál, her skal ikki flennast – soleiðis hava vit hugsað, men okkurt er broytt. Tekstillistin hjá Randi Samsonsen er øðrvísi og tekur formlig atlit til menniskjalikamið. Antropomorfu skapini minna um likamslutir ella innvølir, men hetta er eisini list, sum kann fatast taktilt við øllum okkara sansandi kroppi. Fleiri verk eru bleyt og mjúk, summi hava ein hvassari yvirflata. Tøkniliga er talan jú um hondarbeiðslutir, um heimavirki, ið tó at tað verður umsitið á øðrvísi hátt, framvegis knýta hugasambond til brúkslutir, sum vit áður hava bundið, seymað og heklað. Seinastu árini er Randi farin upp í stødd í síni list – tað sæst t.d. á framsýningini í Listasavninum, Træðrir. Á framsýningini, sum framvegis er at síggja í Víngarðinum hanga verkini á vegginum við størri og minni rúmligheit sum okkurt slag av bleytum relieffum; summi eru seymað, sett saman í geometriserað abstrakt mynstur meðan onnur eru einstøk heklað objekt, sum fara skríðandi eftir vegginum leitandi eftir sambandi og samanhangi.
Sprek
Í oktober var framsýning hjá Hanna Bjartalíð í Steinprenti, sum hevði heitið Sprek. Framsýningarheitið Sprek er demonstrativt óhátíðarligt og leggur dent á høvuðstilfarið hjá Hanna Bjartalíð, sum er træsprekið og kortini eru verkini á hesari framsýningini eitt sindur størri í vavi enn vant við størri træpettum, sum eru virkað til á ymiskan hátt við stórum eymleika. Tó at fløskur, lutir, blómur og gróður prýða fleiri av verkunum, er hetta ikki dekorativ list sum so. Her er okkurt meira í organiska viðinum og teimum livandi flatunum. Blómurnar minna um livað lív men eisini um tað øvugta. Relieffini eru figurativ og ítøkilig og tykjast kortini abstrakt, kveikt av sál og lívi og einum serligum inniligleika, ið fær meg at hugsa um lívstakksamar sálmar
Listafólkaløn
Í 2024 var listafólkaløn latin trimum listafólkum. Tey eru: Rakel Helmsdal, Jóhan Martin Christiansen og Búi Egason Dam. Bókmentalig faknevnd segði um Rakel Helmsdal: Rakel Helmsdal hevur eitt langt lív sum yrkislistafólk aftan fyri seg og eina røð av útgávum, tilnevningum og heiðurslønum. Hon lýsir í sínari umsókn greiðar og realistiskar ætlanir, sum bæði eru framhald av ymiskum, hon hevur givið út, og áhugaverdar ætlanir, ið víðka hennara breiða mentanarliga virksemi. Tað er eingin ivi um við atliti at tí, sum hon longu hevur avrikað, at nógv og dygdargott tilfar fer at spyrjast burtur úr hennara arbeiði, og at tað verður til gangs fyri ung sum eldri. Í nevndini sótu Sámal Soll og Paula Gaard.
Myndlistalig faknevnd segði um Jóhan Marin Christiansen, at hann hevur markerað seg á føroyska listapallinum við hugtakandi og avbjóðandi samtíðarlist, sum fevnir um gips, readymades, installatiónir, grafikk og videolist. Hann arbeiðir við estetikki og formi, og verkini rúma søgur og spor eftir fólki og støðum. Jóhan Martin Christiansen er í støðugari menning og hevur ein djúptøknan kunnleika til tilfarið, sum hann arbeiðir við. Hann vísir til eldri listasøgu, samstundis sum hann hevur sína egnu dagsskrá. Verkætlanirnar, sum Jóhan Martin Christiansen ætlar at arbeiða við, eru gjøgnumhugsaðar og á høgum stigi. Jóhan Martin Christiansen hevur gjørt vart við seg uttanlands og sýnir regluliga fram á føroyska og danska listapallinum. Trý ára listafólkaløn hevði givið honum møguleika at halda áfram við støðugu menningini. Í nevndini sótu Randi Samsonsen og Sólveig Hanusardóttir.
Faknevndin fyri leiklist, video og film segði um Búa Egason Dam: Búi Dam er eitt djarvt multitalent við eyga fyri pallsterkum søgum, ið aftur og aftur vísa føroyingin á ranguni. Søgur, sum við leiklistarligum snildni ofta megna at lýsa, hvussu tað umhvørvið, vit virka í, fer við okkum menniskju bæði so og so. Her fáa serlingarnir - hesi sárbæru, útsettu, forsømdu og órættvíst viðfarnu, umsíður sína rødd. Búi ferðast óræddur og við hegni tvørtur um fleiri listagreinar. Tað høga listarliga støðið skínur ígjøgnum á øllum leiklistarligum parametrum og eigur sín lut í, at hann so fyrimyndarliga røkkur út um landoddarnar. Og tá hugt verður at teimum avrikunum á altjóða støði (Lykkenborg, Lear Kongur, Látur Medusu, v.m), og teimum, ið standa fyri framman (Eitt nú: Hvørvisjónleikur og Seinasti trælurin), er eingin ivi um, at Búa Dam eigur at fáa eina 3 ára listafólkaløn. Hetta er ein solid íløga í okkara films- og leiklistaumhvørvi. Og ikki minst okkara samfelag. Í nevndini sótu Bárður Persson, Jonna Fritsdóttir Mortensen og Turið Johannesen.
Virðislønir
Ársins almennu mentanarvirðislønir vóru handaðar á hátíðarhaldi í Varpinum í Klaksvík. Beinir Bergsson fekk virðisløn til ungt listafólk og heiðursgáva landsins varð latin Randi Ward. Hanni Bjartalíð fekk ta stóru Mentanarvirðisløn Landsins. Hanni Bjartalíð er ein av okkara bestu og mest virknu listafólkum og tað er ein sonn fragd at fylgja við hesum lívsverkinum og síggja hvussu listamaðurin støðugt endurnýggjar sína list, hvussu nýggjar greinar leggja seg aftrat meginbulinum á einum av týdningarmestu listaavrikum í føroyskari myndlist. Hansara verk er kaleidoskopiskt og støðugt vaksandi til allar síður í teknaðum málningum, steinprentum, relieffum og í standmyndum. Summi verk eru eins og smá tableau, pallsetingar ella dukkuhús við trídimensjonalum figurum, sum eru sett inn í eitt rúm, ein kassa, sum verður hongdur upp á veggin. Listaverkini tykjast ómetaliga einføld og avklárað og eru tað, tey eru. Tá tú so skal lýsa tey, varnast tú hvussu kompleks og innihaldsrík tey í roynd og veru eru. Hetta eru verk, sum innihaldsliga, tilfarsliga og í mátanum, tey eru gjørd raka við ta skroypiligu og stokkutu tilveruna, ið sama hvussu vit bera okkum at, um vit flenna ella eru hátíðarlig, endar áðrenn vit ætla.
Kollasja: Vónbjørt vang
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2024 var latin Vónbjørt Vang fyri bókina Svørt orkidé við hesu grundgeving: Í bókini Svørt orkidé lýsir Vónbjørt eitt gamalt evni, sambandið millum mammu og barn, á nýggjan hátt. Ein mamma leitar eftir røttu orðunum um sína sorg og sínar royndir at røkka einum soni, sum sálarliga hevur tað trupult. Bókin er eitt savn av yrkingum, stuttum prosatekstum, sitatum og myndum. Myndirnar eru kollasjur, og fleiri av teimum eru klipp og kut úr bókum, sum eru sett saman av nýggjum, eins og fleiri tekstabrot í savninum eru tikin úr øðrum samanhangum og sett saman av nýggjum. Tey mongu sitatini og tær mongu tilvísingarnar til aðrar tekstir og myndir gera, at tann persónliga søgan í savninum fær fleiri røddir. Mamman fjalir seg aftan fyri orð hjá øðrum og roynir at finna ein máta at geva sínum egnu upplivingum orð. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2024 verður latin Andrasi Mortensen fyri bókina Kongsbókin og lógir føroyinga í hámiðøld. Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar Býraðs varð latin Elini Michelsen fyri trýverkið Rimarúmið, Vanvarði og Feigdarfræ.
Ársins Ebbu-virðisløn varð latin Daniu O. Tausen á hátíðarhaldi á Býarbókasavninum í Havn. Grundgevingin hjá Rithøvundafelagi Føroya at lata Daniu virðislønina er soljóðandi: Dania O. Tausen hevur longu skrivað og sungið seg inn á listapallin, ikki bara í Føroyum, men eisini út um 200 fjórðingar. Hon kom við ein frískum loti inn á bókmentapallin við yrkingasavninum "Skál", sum hevur gingið sína sigursgongd á føroyskum og útlendskum máli. Savnið ber brá av eyðmýkt og eini menniskjaligari lýsing av tí verðsliga, og hvussu tað kann samantvinnast við tað andaliga. Dania hevur eisini latið úr hondum tvær plátur undir egnum navni, samstundis sum hon er við í bólkinum Aggrasoppar. Tekstirnir á hennara egnum plátum eru ikki bara lættir sangtekstir, teir hava skaldsligt flog og seta tilveruligar spurningar. Málið er heimligt og gerandisligt og fylt við heimligum orðamyndum. Eitt annað, sum Rithøvundafelagið serliga hava bitið merki í, eru evnini, sum Dania hevur til at skipa fyri bókmentatiltøkum, ikki minst væl vitjaðu yrkjarakvøldunum: Yrkingar í Sirkus. Við vinsemi og rúmligheit hevur hon tveir teir seinastu vetrarnar boðið bæði royndum og óroyndum yrkjarum at lesa upp egnar yrkingar.
Ari Hammer Joensen fekk 40.000 krónur úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum. Í grundgevingini stóð: “At eggja Ara til at fara undir listaliga útbúgving, sum gávugóðsið verður grundað á, er púra óneyðugt, tí Ari veit longu, at hetta er tað, hann vil, og tað hevur hann vitað leingi. At lata honum gávugóðsið kann vónandi vísa honum, at her er undirtøka fyri hansara útbúgvingarleið og vilji til at stuðla upp undir hansara val. Umframt eyðsýndu tónleikaevnini hjá Ara, verður virðismett, at ljóðførið er orgul, tí tað er sera sjáldsamt, at ung fólk velja júst hetta ljóðførið. Organistar eru trotvøra í Føroyum, eins og nógva aðrastaðni við. Tó vóna vit, at Ari kemur heim aftur til Føroya at geva burtur av sínum lærdómi sum organistur og sum útinnandi listafólk”.
Elin á Rógvi vann Barna og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bók sína, Flytifuglar. Virðislønin verður latin annað hvørt ár fyri at seta fokus á og styrkja barna- og ungdómsbókmentir í útnorðri. Undirritaða var sjálv heiðrað við kritikaravirðislønini: 15 Junifondens særpris til årets kritiker tilfalder i år Kinna Poulsen. Hun har som kunstkritiker og kurator i 25 år skrevet om og udbredt den færøske kunstscene ikke kun lokalt på Færøerne, men også i Danmark samt i en større international sammenhæng. Udover talrige artikler og katalogtekster har hun udgivet bøger; blandt andet om kunstnere såsom Tóroddur Poulsen og Steffan Danielsen. Kinna Poulsen har i både sit kunstkritiske virke og som kurator formået at se kunsten fra nye vinkler og samtidig trække de kunsthistoriske tråde op, men også tænke kunsten nye steder hen. På den færøske kunstscene har hun været en drivkraft bag at tage en samtale op om kunsten og i perioder som eneste kritiker. Hun har konstant været helt tæt på og i dialog med kunsten og kunstnerne; med processer og praksisser fx på det grafiske værksted Steinprent. På den danske kunstscene hvor både færøsk og grønlandsk kunst ofte mødes med forventninger og fordomme om, hvad denne kunst er eller burde være, har Kinna Poulsen med sin skarpe formidling og sin solide kunstfaglige og kunsthistoriske forankring været med til at sætte den færøske kunst ind i større sammenhænge end landskaber og fiskeri – og på den måde været med til at skabe et nuanceret billede af en kunstscene sammensat af meget forskellige kunstnere.
Listprýðing
Sunnudagin 22.september 2024 var nýggja standmyndin hjá Edwardi Fuglø, sum Tórshavnar Kommuna hevur reist til minnis um undangongukvinnuna Andreu Árting, avdúkað í Steinatúni, hagar ein rúgva av fólkið var komin saman at lurta eftir tónleiki, røðum umframt at skoða verkið. Havnar Hornorkestur spældi fleiri løg - harímillum vóru tvey hjá Andreu Árting. Borgarstjórin, Heðin Mortensen helt røðu – tað sama gjørdu ommusonur Andreu; Kári Árting, Edward Fuglø og Gunvør Balle, sum tók stig til standmyndina, tá hon var forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs fyri seks árum síðani. Tá nýggja svimjihøllin læt upp í Havn var hon listprýdd av Silju Strøm, sum lýsir sítt verk soleiðis: “Verkið hjá mær flytur seg millum jarðbundin motiv og leysari myndir. Kroppar eru defineraðir tættari at hvør øðrum. Har eru áskoðarar, fjepparar, fólk, ið stuttleika sær. Mosi í mynstrum og grót. Síðani eru flótandi, sveimandi kroppar. Ljósreflektiónir, aldur og streymur eru rundan um fólkini, ið bera meira kensluborðin og innanvend brá.”
Ein landhylur
Tvær bøkur komu frá Tóroddi Poulsen í ár. Um ta fyrru skrivaði eg: “Steinar hava altíð verið í yrkingunum hjá Tóroddi Poulsen, ið ofta snúgva seg um tilfar um mold, vatn, luft, men eisini um vind, ljós og myrkur og um listaligt tilfar, um orð og litir. Fleiri staðni verður tosað um lukt, um at lukta og snodda og at villast í sínum egna lukti – einastaðni er yrkjaraegið á posthúsinum og heldur seg lukta ræstan fisk, men varnast tá ein gamlan mann, sum stendur í einum landhyli. Einum landhyli? Áh, einum hyli av landi? Eg ivaðist eitt sindur, sprotaði síðani orðið “landhylur” og varð tá spurd um eg meinti við langhyl, men tað gjørdi eg ikki og jú, - konsentrerað piss luktar av ammoniak júst sum ræstur fiskur. Heitisorðingin er partur av einari yrking, ið staðfestir, at hóast málið er eitt skalvalop av kókandi tungum og brotnum fingrum og regnið hevur gloymt okkum alt summarið, ja, so merkir yrkjaraegið “enn at/ allir/ luktir/ örkymla/ mín/ staðarsans””.
Tá mann fer í gongd við at hugsa um árið, ið fór, er næstan eingin endi á upplivingunum, sum koma fram fyri ein. Eg dugi at síggja á ummælinum av útgávukonsertini hjá Eivør í Norðurlandahúsinum, at eg havi verið púra upp í loft: “At siga, at Eivør Pálsdóttir er dugnalig og syngur væl er sum at siga, at Mona Lisa hjá Leonardo da Vinci er ein pen mynd ella at Eiffeltornið er ein ókey skeg bygningur. Tað er í grundini ein avbjóðing at lýsa hvussu framúr væl Eivør syngur. Hon hevur altíð sungið fantastiska væl og nú ber av. Hon tykist markleys. Røddin er monumental og verður brúkt við hugtakandi fjølbroytni og við so perfektari javnvág millum tey ymisku avrikini, at mann ikki leggur merki til skiftini. Antin hon syngur orðini fram ella improviserar við tónum er hon eitt einastandandi instrument henda røddin, sum flýgur himmalhøgt og kavar niður í djúpastu avgrundir alt meðan hon ótarnað skiftir millum luftmiklan klang, klokkukláran tóna og sterkt fullregistar. Røddin er mjúkasta silki, ið legst eins og balsam um sálina eisini í støð, har tú ikki visti, at tær tørvaði mýkjandi viðger...”
Tónleikurin hevur givið okkum fleiri stórar upplivingar í brátt farna ári. Beint í løtuni verður nýggja operaverkið hjá Sunleif Rasmussen um Regin Smið framført í Varpinum í Klaksvík og hevur fingið góð ummæli. Felagið Føroysk Tónaskøld var vertur fyri ISCM (International Society for Contemporary Music) World New Music Days (WNMD) nummar 101, ið vóru í døgunum 21. juni til 1. juli 2024.
Leiklistin
12.desember náddu vit aftur niður á botn í málinum um eitt føroyskt tjóðleikhús, tá Tórshavnar býráð samtykti eitt uppskot frá Kára Johansen um at finna aðra staðseting enn Eystara havnarøki. Tað er heilt merkiligt hvussu lítið verður lagt í henda heimsins einasta tjóðpall, har okkara mál verður tosað, har føroyskt mál og skaldskapur verður borin fram og har týdningarmikil samfelagslig evni verða viðgjørd listaliga á okkara egna máli og við føroyskum perspektivi og jú, vit hava júst nú í vetur upplivað stórfingnan sjónleik á Glasi, á Meiarínum og fara í næstum at uppliva føroyska opera í Varpinum í Klaksvík. Tað er at gleða seg um og til, men loysir kortini ikki málið um tjóðleikhúsið, sum ikki verður veruleiki fyrr enn politiski viljin fer at stinga djúpri. Beint nú sær tað heldur vónleyst út burtur sæð frá einari reglu í skrivinum hjá Høgna Djurhuus á heimasíðu Kringvarpsins, ið staðfestir, at eitt uppskot frá Elsu Berg um at beina málið aftur í nevnd fall. Hetta sigur ikki nógv, men tað kann hava týdning kortini um okkara komandi borgarstjóri er fyri einum tjóðleikhúsi í Havn.
Í november var leikurin hjá Jon Fosse, Sonurin framførdur á Tjóðpallinum – ein sera einføld, men ógvuliga djúp og viðkomandi frásøgn um at vera til. Tað er sera lætt at skilja, at Jon Fosse hevur fingið bókmentavirðisløn Nobels fyri fagrar bókmentir. Við fáum og einføldum orðum setir hann orð á tilverunnar grundtreytir og sjálvt um hansara heimur er fullur av norðurlendskum myrkri, er so nógv av humor eisini og tað eru leikararnir ikki seinir at fanga og brúka. Eg haldi ikki, at nakar sjónleikari í allari verðini kundi leikt pápaleiklutin í leikinum betur enn Hans Tórgarð. Við smáum eygnabragdum, andlits og handarørslum og vónleysum endurtøkum likamligger hann ein vanafastan mann, hvørs vanar hava myndað eina farslóð, sum hann ikki megnar at flyta seg úr. Hinir sjónleikarirnir spældu somuleiðis væl. Í november høvdu vit eisini høvi at uppliva Romeo og Julie í einari gigantiskari skúlauppseting, ið fevndi um alt tað risastóra miðrúmið á Glasi og sum leiklistaliga varð skipað sum ein masterclass, har yrkissjónleikarar arbeiddu saman við óroyndum ungdómum við imponerandi úrsliti. Tað haldi eg kann vera endaorðið á hesum brokkmanslestri um listaárið, ið fór, har eg als ikki havi nevnt alt tað nógva, ið hendi. Nú er 2025 um hornið og ymiskt spennandi at gleða seg til. Nýggjur leiðari er í Listasavninum og tað verður spennandi at síggja hvørja leið Solveig Hanusardóttir Olsen fer at velja og tað sama er galdandi fyri komandi stjóran á Tjóðpalli Føroya. Hann ella hon fær úr at gera og innan filmin hava vit nógv at gleða okkum til m.a. filmin hjá Sakarisi Stórá, The Last Paradise on Earth. Nýti høvi at ynskja tykkum lesarum á Listaportalinum gott og eydnuríkt nýggjár við tøkk fyri tað farna.
Kinna Poulsen