Í útvarpinum kjakast tey í dag um ársins orð. Eg hugsi, at ársins orð kann vera tjóðleikhús ella mangulin uppá sama og kanska bara orðloysi, tí her eru eftirhondini nógv, sum ikki hava hildið orð í málinum um tjóðpallin. Um málið um eitt føroyskt tjóðleikhús varð sett upp sum sjónleikur á palli, hevði talan heilt vist verið um ein sonevndan glæntrileik, eina farsu. So grunt stingur áhugin og ábyrgdarkenslan fyri sjónleiki í Tórshavnar Kommunu, at Tjóðleikhúsið í tjúgu ár hevur rikist sum bukka millum sengur í føroyska høvuðstaðnum. Í gjár náddu vit aftur niður á botn í málinum, tá Tórshavnar býráð samtykti eitt uppskot frá Kára Johansen um at finna aðra staðseting enn Eystara havnarøki. Sjey býraðslimir atkvøddu fyri. Teir eru Anfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Súna Mørk, Bjørg Dam, Súsanna Olsen og Birgir Nielsen. Og hvør veit. Kanska fylgja tey bara opiniónini og lægsta felagsnevnara, har staðsetingin av okkara tjóðleikhúsi fær øði í grindina. Hvat so við parkeringsplássunum, bilunum, ferjunum, farminum, flotanum og skuldi mann ikki heldur bygt hús til tey gomlu ella tey ungu ella tey miðaldrandi, ein barnagarð ella eitt ellisheim ella meira parkeringspláss? Tað er heilt merkilig hvussu lítið verður lagt í henda heimsins einasta tjóðpall, har okkara mál verður tosað, har føroyskt mál og skaldskapur verður borin fram og har týdningarmikil samfelagslig evni verða viðgjørd listaliga á okkara egna máli og við føroyskum perspektivi og jú, vit hava júst nú í vetur upplivað stórfingnan sjónleik á Glasi, á Meiarínum og fara í næstum at uppliva føroyska opera í Varpinum í Klaksvík. Tað er at gleða seg um og til, men loysir kortini ikki málið um tjóðleikhúsið, sum ikki verður veruleiki fyrr enn politiski viljin fer at stinga djúpri. Beint nú sær tað heldur vónleyst út burtur sæð frá einari reglu í skrivinum hjá Høgna Djurhuus á heimasíðu Kringvarpsins, ið staðfestir, at eitt uppskot frá Elsu Berg um at beina málið aftur í nevnd fall. Hetta sigur ikki nógv, men tað kann hava týdning kortini um okkara komandi borgarstjóri er fyri einum tjóðleikhúsi í Havn. Livst so spyrst ella øvugt!
Kinna Poulsen