Sólárið - 1983

Sannur rómur var í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið áðrenn 40 ára jubilæumskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri. Har stóð eitt heilt herlið av ungum fúsum monnum og blandaðu gin&tonic og skonktu vín og boblur, sum spentir áhoyrarar kundu keypa sær. Men talan var eisini um eitt heilt serligt veitslukent kvøld og høvi at feira bæði Norðurlandahúsið og Føroya Symfoniorkestur á teirra 40 ára degi, samstundis sum vit skuldu taka ímóti einari spildurnýggjari føroyskari symfoni - hetta er sum kunnugt ikki hent ofta í  heimssøguni síðani fyrsta symfoniin, Oceanic Days hjá Sunleif Rasmussen í 2000 varð framførd av íslendska symfoniorkestrinum undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson, sum leygarkvøldið enn einaferð stóð sum drangur í brimi og leiddi øll tey framførandi trygt og væl gjøgnum tvey sera ymisk tónlistaverk.

Sirið Stenberg, landstýrskvinna í almanna- og mentamálum helt eina hugfarsliga røðu, sum sendi áskoðararnar fjøruti ár aftur í tíðina til árið 1983, tá nógv áhugavert hendi í føroyska samfelagnum, tá kelduskattur var innførdur osfr. Tá var undirritaða fimtan ár og eg minnist serstakliga væl nýggja Norðurlandahúsið, hvussu flott tað var og hvussu priviligeraða mann føldi seg, at sleppa at syngja har - tá var tað eisini eitt nýskrivað verk; Jesus og Makedonarin hjá Paula í Sandagerði og Sigmund Poulsen, sum skuldi framførast. - Einki kemur av ongum - leygarkvøldið vóru vit mong í Norðurlandahúsinum, sum sendu ein takksaman tanka til hugsjónarfólk og tónleikarar, sum løgdu lunnar undir ómissandi mentanarstovnar sum Musikkskúlan, Norðurlandahúsið og Føroya Symfoniorkestur.

Høllin í Norðurlandahúsinum var leygarkvøldið latin upp heilt inn í Klingruna sum tey plaga at gera í sambandi við nýggjárskonsertirnar og við tað, eg sat á rekkju N var eg stødd heilt afturi á Klingrugólvinum. Sjálvandi má mann bara fegnast um, at tað ber til at samla so nógvar áhoyrarar eitt leygarkvøld í Norðurlandahúsinum. Tí nú er so nógv meira at fara til enn tað var fyri fjøruti árum síðani. Men eg má siga, at stóra frástøðan til pallin minkaði tað stórfingna Symfoniorkesturljóðið – onkra løtu var tað fyri mær eitt sindur sum sat orkestrið og spældi í eini lítlari svávuldós. Tá er tað, at mann fer at illneitast inn á øll møgulig óljóð í rúminum - host og snýs og lynlás, men tá so solisturin, italska Francesca Dego fór í gongd við at spæla, gloymdi mann alt annað so sannførandi væl spældi hon og orkestrið við. Dynamiskt, vakurt og kontrollerað. Slíkar gyltar løtur er tað ikki bara tey framførandi, sum gera sær ómak, men eisini vit áhoyrarar, ið sita sum á nálum. Sum skilst hevur Francesca Dego vunnið sær stóra viðurkenning úti í heimi og er í dag ein av mest umbidnu violinleikarum á internationala tónleikapallinum. Tað merkist og tað er flott at uppliva hvussu Føroya Symfoniorkestur væl og virðiliga megnar at liva upp til høga støðið.

Eftir steðgin prátaði Ólavur Jakobsen við tónaskaldið, Trónd Bogason – tað var eitt stutt viðtal í løttum tóna, sum fleiri ferð fekk áhoyrarnar at bresta út úr at flenna og tað er kanska ikki so galið at lætta um hátíðarliga stemningin. Eg kundi tó hugsað mær at hoyrt eitt sindur meira um til dømis hvussu tónaskaldið hevur brúkt yrkingina Sólárið hjá Paul Celan í síni symfoni. Tróndur Bogason hevur sjálvur týtt yrkingina og greiddi áhugavert frá um hana. Tróndur hevur sjálvur og saman við øðrum luttakarum á konsertini verið í fleiri útvarpssendingum seinastu vikuna, har dentur einamest hevur verið lagdur á hvussu merkiligt tað er, at symfoniin hjá Tróndi er myndað av tveimum symfonium, sum skulu framførast í senn, har tvey ymisk tónarúm skapa eitt triðja. Tað er helst hendan miðlingin av verkinum, sum er ein orsøk til, at eitt tað fyrsta eg hugsaði um verkið var, at tað ikki ljóðaði serliga løgið, men tvørturímóti tóktist vakurt, hugtakandi og samanhangandi.

Hetta við at seta tveir ymiskar partar saman og fáa okkurt triðja burturúr er ein strategi innan fyri samtíðarlist og modernismu, har mann sær eitt listaligt poeng í ymsum sløgum av ørkymlan og desorientatión. Hjá Tróndi Bogason hevur hetta verið ein aðaltanki í mongum av kórverkunum, hann skrivaði til kórið Mpiri heilt afturi í síðstu øld og eftir aldarskiftið. Kórverkið ÐQ við teksti eftir Niels Una Dam var soleiðis gjørt, at tær ymisku røddirnar sungu á ymiskum málum í senn. Verkið Babel frá 2008 hevði sama brá av samtíðarligheit og var sett saman av fleiri verkum, ið vóru framførd samstundis. Áskoðarin kundi spáka millum ymisk støð/høli har trý ensemble spældu tey ymisku verkini.

Tað serliga við symfoniini hjá Tróndi Bogason er stílsamanbresturin við tað, at Symfoni nr.1 tekur støði í klassiskum stíli meðan Symfoni nr.2 er meira samtíðarlig og alternativ - á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum verður hesin parturin kallaður fyri ein antifonala. Anti merkir ímóti og kann sostatt allýsast sum ein avantgarduformur, ið verður skaptur upp ímóti teirri siðbundnu symfoniini - danska tónaskaldið Pelle Gudmundsen Holmgreen skrivaði í 1977 eitt verk, ið kallast Symfoni Antifoni. Árinið av samansetingini í verkinum hjá Tróndi Bogason er filmsligt og gav hugasamband við alt millum himmal og jørð – í byrjanini sá eg fyri mær onkra hugnaliga salong í Titanic við múgvandi, væl klæddum ferðafólkum, sum hugnaðu sær við vøkrum tónleiki afturvið og so BUMM er ísfjallið brádliga har og ein varhugi av onkrum ófrættakendum, sum vendi aftur fleiri ferð. Ein varhugi av, at okkurt nýtt er í ferð við bróta seg fram. Tað er sera hugtakandi. Symfoniin ljóðaði sera væl og var sum nevnt meira samanhangandi og minni løgin enn eg hevði roknað við. Har vóru nokk so drúgvar melodiøsar passasjur, har samtíðarljóðini bara stungu seg fram viðhvørt sum suð ella pling og stuttligur polyrytmiskar gongdir millum einstaklingar og orkestur. Orkestrið spældi sum heild serstakliga væl - tað tóktist sum um tónleikararunum dámdi symfoniina. Í klassiska partinum var tað stuttligt at uppliva hvussu strúkararnir ordiliga vóru í essinum, meðan teir spældu og tað sama vóru blásararnir, tá teirra løta kom seinni og teir sluppu framat við onkrum, sum minti um eitt tableau úr gomlum tíðum við veiðiliði, reiðingarrosum, veiðilúrum og hundum og Wagner – her tóktist tað sum um tónaskaldið hevur havt tað eitt sindur stuttligt við stílsløgunum. Sjálvt um kórparturin bygnaðarliga tóktist eins og eitt slag av einum appendiksi ella onkrum, sum er lagt aftrat omaná verkið, dámdi mær sera væl, tá kórið sang og yrkingin hjá Paul Celan var framførd nokk so einfalt og greitt og eitt sindur metalliskt við mikrofonum haldi eg – í hvussu er hoyrdi eg sera væl tann partin og kendi málið á onkrum serliga mælskum kórsangarum heilt aftur til har eg sat.

Her gongur ógvuliga nógv fyri seg í teirri flottu nýggju symfoniini hjá Tróndi Bogason og eg gleði meg at hoyra hana aftur í Kringvarpinum, sum lukkutíð tók frumframførsluna upp – fyribils haldi eg, at mann kann staðfesta, at talan er um eina væl eydnaða symfoni bæði tí hon er bygd á eitt áhugavert formligt hugskot, men eisini tí at tónaskaldið dugir síni ting, hevur realistiskt atlit til sínar møguleikar, sínar tónleikarar, sangarar og dugir at brúka hesar til fulnar. Áðurnevndi Gudmundsen-Holmgreen fekk í 1980 Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri verkið Symfoni Antifoni. Tað hevði verið fantastiskt um Tróndur Bogason varð heiðraður á sama hátt fyri sítt tónlistaliga bragd Symfoni nr 1&2 - Sólárið.

Kinna Poulsen