Filmsfelagið hevur áhugaverda myndlist á skrá í vár.
Mikukvøldið 1.mars verður filmur sýndur um amerikanska fotografin Nan Goldin. Mikukvøldið 22.mars verður nýggi filmurin MUNCH sýndur í Havnar Bio og 5.apríl verður føroyskt framleiddi filmurin Heartist hjá Marionnu Mørkøre og Beintu á Torkilsheyggi sýndur sama stað
Heartist verður frumsýndur á filmstevnuni CPH:DOX hin 19. mars. Fyrsta føroyska sýning verður í Filmsfelagnum 5. apríl, og atgongumerkjasølan er byrjað.
Í báðum førum verður Sigrun Gunnarsdóttir, sum er evnið í filminum, til staðar at greiða frá og svara spurningum.
Tað er í samstarvi við Femifagnaðin 2023, at heimildarfilmurin ”All the Beauty and the Bloodshed” verður vístur. Hann er um kompromileysa fotografin Nan Goldin (f.1953). Hon stríðst sum úlvur á skóg móti ríkfólkunum Sackler, ið hon heldur hava ábyrgdina av oyðandi opioid-umfarsóttini, tí tey eiga Purdue Pharma, sum ger OxyContin. Tróndur Dalsgarð fer at innleiða sýningina. Filmurin vann fyrstu virðisløn sum hin besti í Venezia í fjør, hina Gyltu Leyvuna. Tað er aðru ferð í 79 ár at ein heimildarfilmur vinnur hesa virðisløn. Hinvegin er tað triðju ferð á rað, at ein kvinna vinnur fremstu virðisløn í Venezia - Chloé Zhao í 2020 fyri “Nomadland”, Audrey Diwan fyri “Happening” og nú Laura Poitras fyri “All the Beauty and the Bloodshed”. Tá hesin hevur verið vístur, hevur Filmsfelagið víst allar tríggjar.
Nan Goldin bleiv kend sum listarligur fotografur við autentiskum og ofta intimt privatum myndum úr homoseksuellum og transkyndum umhvøri í Boston og New York í sjeyti- og áttatiárunum. Nú sýnir hon fram á kendastu søvnum sum Louvre og Guggenheim, har júst tey ríku Sackler-fólkini stuðla virkseminum.
Við støði í stríðnum hjá Goldin móti savnsfíggjandi kapitalinum lýsir filmurin ein veruligan og oyðandi samfelagstrupulleika. Sackler-húskið og opioid-sóttin hava fyrr verið lýst í røðunum “The Crime of the Century” og “Dopesick”. Laura Poitras (f.1964), sum hevur gjørt filmin um stríðið hjá fotolistakvinnuni Nan Goldin, fekk í 2014 Oscarvirðislønina fyri ”Citizenfour” (2014), sum var um Edward Snowden.
MUNCH er fyrsti spælifilmur um lívið hjá heimskenda norska listamannin Edvard Munch og sigur søguna um mannin, hansara kærleikslív og listaliga stríð.