Nógv spennandi mentanartiltøk verða nú fríggjadagin í sambandi við Mentanarnáttina í Havn. Eitt av teimum ordiliga áhugaverdu tiltøkunum er í Sirkus klokkan kl 16.00, tá ein nýggj og øðrvísi listprýðing verður avdúkað. Talan er um 10 nýggjar borðplátur, sum 10 ymisk fólk hava skapað. Tey eru Brandur Patursson, Hansina Iversen, Bruno Mikael Eysturstein, Tummas Jákup Thomsen, Anna Elisabeth Isholm Wind, Kirstin Helgadóttir, Ingilín Didriksen Strøm, Ólavur S T Thorsteinsson, Rolant Lenvig Av Reyni og Magnus King.
Samstundis verður eitt savn av sjónbondum eftir Magnus King tendrað á stórskíggjanum á 3. hædd. Tað eitur "Alt í einum 13 alt í lagi so eru vit einig báðar”. Listprýðingin er varandi; tvs at borðini eru í brúk, tá Sirkus er opið