Mín silvurbók er lítil og vøkur. Hon er silvurlitt og á henni flýtur ein ørgrynna av glitrandi sáðkyknum - Tær svimja so hugagóðar og miðvísar oman eftir permuni til høgru móti einum rundleittum skapi – er tað eitt egg, jú, kanska eitt speilegg, men tað líkist meira einum óidentifiseraðum flúgvandi objekti. Og kanska er tað ein UFO, eftirsum vit sambært yrkjaranum Trygva Danielsen eru alien. - Nú byrjaði eg eitt sindur flúgvandi við at lýsa permuna á yrkingasavninum Silvurbók, allar bøkurnar eru prýddar hvør sær og eru ymiskar. Formliga tilvitið sæst eisini á uppsetingini av yrkingunum, har samsvar í fleiri førum er millum skap og innihald. Yrkingasavnið er partur av eini verkligari tríeind, sum eisini fevnir um film og tónleik. Aftast í savninum standa loyniorð, so at farast kann á netið at lurta eftir Silvurplátu og hyggja at filminum 111 góðir dagar. Hetta er eitt ummæli av Silvurbók, Silvurpláta er ein tónleikaútgáva, hon er eksperimenterandi og í støðum rættiliga syrut, men við fleiri serstakliga góðum orðasangum sum t.d. Alien og Rógv ella Ró. Tí umframt at hava veruligt hitt-potentiali við uppramsandi rímgongdum, sum sita, raka bæði orð og tónleikur nútíðina, og eru serstakliga her og nú. Í orðastreyminum flúgva allar møguligar løgnar orðingar framvið, og okkurt er fúlt, men ikki er tað øgiliga nógv fúlari enn tað, vit hoyra í amerikanskum mainstreamtónleiki og eg haldi ikki, at vit skulu ræðast - tí tað svingar hjá Silvurdrongi og har er perspektiv í staðfestingini av, at jørðin eru líka nógv partur av rúmdini sum hinar planetirnar og at vit altso eru líka nógv alien sum øll hini.
Nógvir miðlamøguleikar eru í Silvurverkætlanini, men allíkavæl so dámar mær væl at sita við teirri lítlu silvurbókini og lesa í frið, eg elski bókaformatið - tað er so einastandandi óforstýriligt at sita við sløktari teldu og lesa í einari bók. Konsentratiónin rýkur upp beinanvegin og tað er gott, tí henda bókin er frá allarfyrstu síðu so óvanliga nærverandi og til staðar, at tað næstan er ov nógv. Bókin vendir sær til lesarin sum var talan um eina new age lívsstílsbók ella eina pammflett frá Scientology ella Illuminati. – “Hey tú. Vælkomin og takk fyri. Eg elski teg.Tú ert líka sum eg. Tú ert okkurt...” – og so framvegis. Bókin hjá Silvurdrongi er bygd upp sum eitt tónleikaverk við preludium og postludium umframt trimum rørslum, ið hava italsk tónleikaundirheiti. Vit byrja í tí stilla og fara síðani eitt sindur upp í tempo. Annars er savnið samanhangandi, skrivað við smáum stavum uttan yrkingaheiti. Yrkingarnar eru bygdar upp um eitt sansandi og viðmerkjandi eg, sum er Silvurdrongur. Silvurdrongur er altso alter ego eins og t.d. Ziggy Stardust var tað hjá David Bowie og eg haldi, at Silvurdrongur minnir eitt sindur um yrkjaran, Trygva Danielsen. Hann er ungur, miðskeiðis í tjúgunum, men følir longu andadráttin frá næsta ættarliðnum, teimum dugnaligu og stílsliga tilvitaðu anda seg í nakkan samstundis sum tey vilja taka selfie saman við Silvudrongi. Tað dámar honum allarhelst væl, tí hann er narsissist (tað sigur hann sjálvur), men hann er eisini ein uttanfyristandandi alien, sum lyftir seg upp frá gerandisdegnum ella sum skrivað stendur á síðu 39:
...gjørdi dronginum
eina nýggjárslyftu
at hevja seg upp
úr flóðalduni
av eygnakontaktum
sum vit skeita á
tá vit skríða og skragga
út úr bussinum..
(s.39 í Silvurbók)
Hann lýsir seg sum eygleiðara, ið stendur fyri seg sjálvan, men Silvurdrongur er í grundini ein nokk so typiskur ungur poetur, ið sjálvandi finst at etableraða samfelagnum, teimum, sum liggja á sofuni og spæla Gekk og síggja X-Faktor og teimum, ið verja seg við kynismu tí sum tað stendur í yrkingini at “tey /ræðast/ at røra /tey /sum mest /hava /brúk/ fyri einum klemmi”. Silvurdrongur ræðist ikki klemm og ætlar sær eftir øllum at døma at liva sterkt og doyggja rúsaður – hann hevur ikki í hyggju at skjóta ella heingja seg sum Hemingway og Robin Williams, men at fara meira snildisliga fram eins og Aldous Huxley – her mátti ummælarin googla – (eg var ikki greið yvir, at kendi høvundurin, sum í 1932 skrivaði A Brave New World, bað um og fekk innspræningar av LSD frá konu síni, tá hann lá til at doyggja). Í Silvurbók verður funnist at idealistum av ymiskum slag, tjóðskaparromantikarum, poetiskum, idealistiskum, humanistiskum og filantropiskum romantikarum. Og sjálvandi fær akademiski romantikarin ein serligan ein yvir nakkan, tí akademikarin sær ikki veruleikan fyri nalvaull – hetta er ikki fyrstu ferð mann sum akademikari møtir hesum ikki serliga flatterandi skoðsmálinum. Funnist verður sum heild at etableraða samfelagnum í okkara tíð við sjálvsdyrkandi materialismu, perspektivleysari kroppsdyrkan og fíggjarligum grammleika, sum hevur við sær, at hvørt elalítið rúm ella kurpali í høvuðstaðnum nú verður leigað út til airbnb, so at vit tjena kassan, samstundis sum vit hava medborgarar, ið einki hava at búgva í.
Vit eru
turistar í tilveruni
á samlibandinum
meir ella minni
fabriksframleiddir
týskir pensionistar
sum lúra í vindeygu á reyni
í eineggjaðum regnjakkum
við matpakka í lummunum
og taka myndir
av postkortum
tá vit lána vesið
í Norðurlandahúsinum
(s.34 í Silvurbók)
Í yrkingunum hómast eitt ávíst lyndi til at venda tingunum við. Í staðin fyri at loypa út úr skápinum sum nakað spesielt, umhugsar yrkjaraegið at loypa út sum okkurt vanligt, sum sjómaður ella sum alien. Onkrar yrkingar fáa meg at hugsa um Tórodd Poulsen og tað er ikki bara tí báðir yrkjarar eru úr Havn og skriva tekstir við kritiskum hugburði mótvegis turismu, materialismu og etableraða spíssborgaranum. Her er eisini formlig samanfall við orðaspæli og denti á mótsetningar. Fastar orðingar verða loystar upp og brúktar á nýggjan hátt, eins og sansaøki, sum vanliga einki hava við hvørt annað at gera, verða sett saman sum tá tosað verður um at føla eftirsmakkin av longslinum. Og sjálvandi er alt hetta vanlig fyribrigdi í modernistiskum yrkingum, men eg haldi, at okkurt er í tí tilfarsliga í summum yrkingum, sum minnir meg um Tórodd Poulsen. Í eini yrking stendur t.d.: “tí eg saknaði teg/ heilt har uppi/ yvir skýggj/ tá eg feyk í vindinum/ meðan tú vart moldin/ og bíðaði tolin/ til eg krassjaði” (s.61). Kanska eru orðaspølini hjá Trygva Danielsen øðrvísi og meira kringlut enn tey hjá Tóroddi Poulsen – í Silvurbók verður til dømis tosað um at jarðbera lygnina, um statoilstøðina í sálarbotni og um at bryggja bøtuflaka. Yrkingarnar hjá Trygva Danielsen hava somuleiðis eina meira staccato-kenda rútmu við einum ella fáum orðum á hvørjari reglu. Viðvíkjandi inspiratión ella at líkjast øðrum listafólkum, haldi eg í grundini ikki, at tað er nakar trupulleiki um eitt ungt listafóllk tekur okkurt upp, sum vit hava hoyrt fyrr. Tey allarflestu hava fyrimyndir á ungum árum, tey mennast og gerast so við og við meira sjálvstøðug, eg haldi, at Trygvi Danielsen hevur tikið seg nógv fram síðan vit seinast hoyrdu frá honum. Tað, sum hevur týdning er um nakað verður sagt her sum ikki kann sigast á nakran annan hátt enn tað verður sagt her og um nakað nýtt verður sagt her. Svarið er játtandi; Silvurbók inniheldur fleiri góðar yrkingar, bæði speiskar, stuttligar og inniligar.
eg vil kava í vatnið
sum vit krupu úr
í fyrndini
áðrenn hetta málið
var hugsandi
og vit settu eld
á pínuna
við spjøldrum
úr skipsreka
eg vil læra
at ganga
á jøvnum skóm
við tey
sum seta seg
lægri
uttan at leggja seg
omaná
eg vil duga
at síggja teg
í eyguni
við kærleika
og blíðseminum
sum tú speglar
sjálvt tá tú varnast
mína ljótu tatovering
eg vil gloyma
alt sum spøkir
í eini aðrari tíð
har eg
óvitandi
ferðist
tá sinnið
gloppar bakdyrnar
eg vil reinsa
húðina
tankarnar
samvitskuna
gólvið
løtuna
klæðini
og tíðina
sum vit høvdu tað sama
(s.86 og 87 í Silvurbók)
Silvurdrongur er málgagn hjá sínum ættarliði, tá hann syngur “at tað tú velur tað er longu valt/ tínar dagar hava vit longu talt”. Tað er eitt ungdómstema við variatiónum og snýr seg um nútíðar ung, sum allar sínar dagar hava fingið at vita, at tey hava ALLAR møguleikar og at tey kunnu ALT, tí tey hava alt. Samstundis eru miðlarnir á tremur i av dystopiskum dómadagsscenarium, av terror og hárreisandi pedofilisøgum og eini planet, sum skríður í skræðuni. Ei undur í, perspektivið eina løtu flytir seg út millum stjørnurnar.