Samskip við listafarmi

nlh.jpg

Norðurlandahúsið boðar frá, at tey og Samskip hava lagt lunnar undir nýtt samstarv, sum stuðlar undir flutningi av list til Føroya og úr Føroyum. Norðurlandahúsið hevur m.a. sum endamál bæði at fremja Norðurlendska list og mentan í Føroyum og føroyska list og mentan uttanlands – fyrst og fremst í hinum Norðurlondunum. “Samstarvið við Samskip fer at gera tað munandi lættari hjá Norðurlandahúsinum at røkka okkara endamáli við tað, at tað verður bæði høgligari og bíligari at flyta listaverk, pallmyndir, útgerð o.a. bæði inn í landið og út í heim” sigur Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum. Kervið hjá Samskip fevnir um allan heim, og úr Føroyum er beinleiðis samband til eitt nú Íslands, Danmarkar, Svøríkis og Bretlands. Sjúrður Johansen, stjóri í Samskip, er sera fegin um samstarvið: “Vit vóna, at samstarvið lættir um teirra logistisku uppgávur, soleiðis at meira orka verður at geva okkum føroyingum góðar og ríkar upplivingar.“ Samstarvið verður sjósett til Land í eygsjón: Heja Sverige!, sum verður í Norðurlandahúsinum 23.-30. september.