Viðkomandi William

Framsýningin William Heinesen Myndlistamaður í Listasavninum er ein relevant framsýning, har nógv verk í sær sjálvum mótprógva eyðmjúka uppáhaldið hjá Williami Heinesen um myndavirksemi sítt, at tað mest var til dagdvølju. Framsýningin inniheldur góð listaverk frá teimum ymsu periodunum hjá myndlistamanninum, Williami Heinesen, sum spegla áhugan fyri skiftandi modernaðum, europeiskum listarákum. Her eru romantiskar náttúrulýsingar og ævintýrkendar pastellmyndir, satiriskar persónslýsingar og dekorativar lýsingar av fólki og fæi í harmoni við umhvørvið. Meginparturin av verkunum eru lænt og tískil mugu vit finna okkum í teimum øgiligu rammunum, sum tyngja summar myndir óneyðuga nógv. Harafturímóti er tað ein sonn fragd at síggja tær klippmyndirnar, sum eru nýinnrammaðar við museumsglasi uttan afturskin. Uttan at vera darvaðar av skyggjandi glasi og yvirlessaðum rammum, sleppa hesar myndir at anda frítt og vísa, at tær halda sum listaverk í 2017. Hetta er til dømis galdandi fyri eitt høvuðsverk sum Njørður og Skaði; klippmyndin frá 1977 av fevningini millum tvey, sum sambært norrønari gudalæru giftust, men sum vóru ov ymisk til at kunna liva saman. Í myndini hjá Williami Heinesen er tað sum snýr allur heimurin seg um sameiningina millum hav- og fjallaveruna, sum eru avmyndað vinstrumegin miðjuna. Kring parið svimja havfrýr, fiskar, krabbar í einum skipaðum riðili av bláum og grønum formatiónum við reyðum, gráum og okkurlittum verum. Vit eru miðskeiðis í einari havhugmynd, sum snýr seg um lívsins uppruna.

Og sjálvt um uppheingingin sum heild tykist eitt sindur tilvildarlig - mynd fyri mynd í eini langari horisontalari røð, umframt smáar uppsettar veggir í framsýningarrúminum - kann framsýningin sjálvandi viðmælast. Eg haldi sjálv, at uppheingingin bæði kundi verið meira skipað við denti á høvuðsverk osfr. og at meira sprell var í uppheingingini við støði í tysjandi, lívsfegna myndaheiminum í framsýndu verkunum. Men William Heinesen er altíð gott selskap og hansara fjálga humanisma, fitta spei og skemt og kærleikin mótvegis øllum livandi verum í kosmiska alheiminum er minst líka viðkomandi í dag sum tá myndirnar vórðu skaptar. Herligt eisini, at stóra bókin, sum Sprotin gav út í fjør, er til taks eisini eftir, at framsýningin er komin at enda.

w13.jpg