VISCERA-CONSTRUCT Jón Sonni Jensen

Framsýning í Granskarasetrinum iNOVA.

12. juli – 12. august 2017

Fernisering mikukvøldið 12. juli, kl. 19.30

Framsýningin, sum Jón Sonni Jensen bjóðar inn til í summar er fyrsta einaframsýningin hjá Jón Sonna í trý ár, og samstundis eisini tann mest umfatandi sum Jón Sonni hevur havt.

Øll verkini sum eru við, eru framleidd tað seinasta árið, og eru serliga gjørd til høvið.

Hetta er fyrsta langtíðar listaframsýningin í hølunum hjá granskarasetrinum iNOVA (Hoyvíksvegur 51, Tórshavn).

29 verk eru við á framsýningini. 7 málningar, 21 skulpturar, umframt eitt ljóðverk, ið ljóðlistamaðurin Dan Helgi í Gong hevur framleitt.

Verkini eru í høvuðsheitum deild upp í fýra flokkar: smá gipsverk, størri skúm- og aluminiumsverk, hangandi latex tekstilverk og oljumálningar á aluminium. Framsýningin kemur tó at merkjast sum ein installatión, har verkini øll spæla avgerandi leiklutir, og eru verkini gjørd við serligum atliti til hølið ‘Eksperimentarium’ í iNOVA.

Jón Sonni hevur í síni list tey seinastu árini viðgjørt kroppin og tað kropsliga sum heild. Hetta ger hann eisini í hesi framsýning, men tað sum eykennir flestu av verkunum sum er við í ‘Viscera-Construct’, er ein ávís loysing frá tí ítøkiliga, sum annars hevur merk listina fyrr.

 Listamaðurin ynskir eina sansaliga uppliving fyri hyggjaran, sum bæði er undrunarsom, forvitnislig, opin og frísklig, og samstundis eisini argilig og órógvandi. Tað er nevniliga markið millum hetta jaliga og neiliga  sum hugtekur Jón Sonna – Hvussu hyggjarin upplivir júst hetta markið við óvissu í mun til tað kropsliga sum evni.

Fyri Jón Sonna er tað kropsliga altíð ein spegil móti hyggjaranum. Tann vitjandi kennir møguliga ikki myndina aftur sum nakað ítøkiligt, men kann tó merkja eitt kroppsligt skifti, sum boðar frá einum ótilvitaðum trúnaði.

Jón Sonni er 29 ára gamal, úr Vestmanna og er útbúgvin BA (hons) Fine Art frá Norwich, Onglandi.

Tú kanst síggja meir av listini hjá Jón Sonna Jensen á heimasíðu hansara: www.jonsonnijensen.com

Eisini kunnu brellbitar til ‘Viscera-Construct’ síggjast á hansara Instagram: www.instagram.com/jonsonnijensen

Fernisering verður mikukvøldið t. 12 juli, kl. 19.30. Listfrøðingur Solveig Hanusardóttir Olsen heldur setanarrøðuna, og Son of Fortune spælir nøkur løg av síni seinastu útgávu. Ábit og drekka verður eisini at fáa.

Framsýningin hevur opið soleiðis:

Mánad. – Mikud.:     10 – 16

Hósdagar:     10 – 18

Fríggjad. og Leygard.:     10 - 16