Summarlist
/Fyrr í tíðini plagdi summarið at vera eitt heldur deydligt tíðarskeið listarliga sæð. So er ikki longur, nú verða atlit tikin til, at nógv hava frí og tíð til mentanarupplivingar. Her eru nakrar myndir frá nøkrum aktuellum framsýningum í Havn og í Klaksvík. Har sýnir Anker Mortensen fram málningar á Gamla Seglloftinum og Norðoya Listafelag hevur skipað fyri stórari framsýning í Posthúskjallaranum og á Kunningarstovuni.
Abstrakt Summar - frá upplatingini - m.a. Zacharias Heinesen, Rannvá Kunoy og Jan Andersson
Málningar og prent hjá Rannvá Kunoy í Steinprenti
Ferð á málningunum hjá Hansinu Iversen í Steinprenti
Í Norðurlandahúsinum vóru nógv fólk til fernisering mikudagin
Birgir Kruse helt upplatingarrøðuna
Fólk skoða myndir í Skálanum í Norðurlandahúsinum
Postkortveggurin í Norðurlandahúsinum hevur tóm rúm har øll kunnu seta egnar myndir
Vinnaramyndin hjá Bjarna Mohr verður granskað
Myndin er úr Williamshúsi - í Listasavninum er stór William Heinesen framsýning
Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum
Í Posthúskjallaranum í Klaksvík hanga verk hjá nógvum listafólkum, m.a. Hansinu Iversen
Símin sýnir fram - lesið meira her: http://www.nordlist.fo/
Foto:Hanna Vang, Dávur Winther, Kinna Poulsen, Jan Andersson, Norðurlandahúsið og Símun Gullaksen