Hetta vikuskiftið eru Katrin og Rói Einarsson í Perluni í Tórsgøtu og sýna fram. Myndirnar eru 10 í tali, og snúgva seg um yvirnáttúrligar søgur úr Føroyum. Myndirnar eru gjørdar við ljósi í rammunum, og skulu tískil upplivast í myrkri. Av tí sama verður Perlan myrkaløgd, og har verður serligt ljóð og stemningur at byggja undir listina.
Katrin og Rói Einarsson eru systkin úr Trongisvági. Tey hava nógv ár av royndum við myndlist millum seg, og hava bæði lisið bachelor í illustratión á Blackpool and the Fylde College í Englandi
Framsýningin er opin:
Fríggjadag: 16:00-21:00
Leygardag: 16:00-21:00
Sunnudag: 16:00-21:00