Hanni Bjartalíð sýnir fram í Klaksvík

Tað er ein sannroynd, at tann, sum hevur sett sær fyri at fylgja við í listarligu skapanini hjá Hanna Bjartalíð, hevur úr at gera, tí úr hesum verki spretta hvønn tann einasta dag nýggir kvistar, nýggj hugskot, og leygardagin 10.september klokkan 15 -17 letur hann upp framsýning við spildurnýggjum verkum í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Hanni Bjartalíð er føddur í Klaksvík í 1968, men hevur seinastu mongu árini búð í Finnlandi, hagar hann fór á listaháskúla sum ungur. Í dag býr og arbeiðir hann í Helsinki, men hann ferðast nógv og hevur framsýningar í m.a. Onglandi og í Danmark. Í Føroyum hevur hann framsýnt fleiri ferðir. Í 2012 hevði hann stóru framsýningina Gandahús í Listasavni Føroya og framsýningarnar í Steinprenti hava verið nógvar. Liðin er ein heilur mansaldur síðan hansara síðstu serframsýning í býnum, har hann vaks upp. Tað var umleið 1997 og tá var tað Norðoya Listafelag, ið skipaði fyri.

Á framsýningini í Gamla Seglhúsinum verða bæði relieffmyndir og samansett verk, har figurar er settir inn í ein málaðan kassa. Av tí, at verkini ofta hava verið smá og myndamálið tykist barnsligt, hava verkini hjá Hanna Bjartalíð verið misskilt og hildin at vera skemtilig, elskulig og kanska enntá naiv. Í veruleikanum er hetta eitt fitt petti frá naivismu. Her er talan um ein royndan listamann, sum tilvitað hevur valt eitt einfalt og spontant myndamál við einfaldari figurtekning. Hanni Bjartalíð er ein ordans original, sum eisini í altjóða høpi er serstakur og spennandi. Hansara framferðarháttur tykist spælandi, stýrdur av intuitión og sansaligari tilfarsgransking í samsvari við altjóða samtíðarlist, har dentur verður lagdur á ta listarligu prosessina. Og hann finnur alla tíðina uppá okkurt nýtt. Á framsýningini í Klaksvík verða m.a. nakrar myndir av fløskum, sum eru settar saman av fjalum og sum tilsamans gerast dekorativar og vakrar samansetingar av litum og skapum.Tað verður sera áhugavert at síggja verkini hjá Hanna Bjartalíð í umhvørvinum, har hann vaks upp. 

https://vimeo.com/50140119