Hansina Iversen 50

Í dag, 6.september fyllir ein av okkara bestu og mest týdningarmiklu samtíðarlistakvinnum fimmti ár. Hennara myndir eru kendar av øllum listaáhugaðum føroyingum – hesar nonfigurativu myndirnar við rundleittum organiskum formum og einum sterkum og tølandi myndamáli, sum javnt og samt mennist og broytist.

Føðingardagsbarnið eitur Hansina Iversen, hon er úr Havn, foreldrini eru úr ávikavist Kvívík og Vági. Hennara kvirru, frásagnarleysu kompositiónir ørkymlaðu føroyskir listaáskoðarar í nítiárunum, men hava nú fingið hópin av fjepparum bæði innan- og uttanlands. Hesar myndir hava við øðrum orðum broytt okkara hugsunarhátt um hvat og hvussu list er, og tílíkt er ikki øllum beskorið.

Hansina Iversen er við øðrum orðum vegari, eins og hon er málari við stórum M, men hon hevur eisini skapað fleiri undurvøkur litografi og áhugaverdar røðir av litografium í Steinprenti. Hon er útbúgvin í Íslandi og í Finnlandi, hon byrjaði í grundini innan sjónleikin og ætlaði sær scenografivegin. Hon gjørdist myndlistakvinna, men enn hevur hon tætt samband við leiklistina og hevur gjørt scenografi til leikirnar Sár á Sál (2013) og Heksirnar (2015).

Hennara nýggju málningar hanga í løtuni á framsýningini DISSONANT THOUGHT í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Teir eru um somu tíð einfaldari og meira kompleksir enn nakrantíð, summir eru monumentalar, einlittar kompositiónir við einum einstøkum skapi miðskeiðis, sum stendur og darrar í myndarúminum eins og eitt loyndarfult tekin, ið væl at merki ikki skal greinast og týðast við heilanum - tað skal sansast og fatast við øllum kroppinum. Aðrar myndir eru meira samansettar við fleiri formum, sum bylgja fram og aftur í myndarúminum. Myndirnar hjá Hansinu Iversen eru sum heild sera sansaligar, tær eru meira maksimalar enn minimalar, og tykjast í fleiri førum at vera við at bresta av ekspanderandi litflatum. Hennara útgangsstøðið liggur í amerikanskari ekspressionismu og í ástøði hjá Color Field málarunum, men Hansina Iversen hevur nú í mong ár arbeitt sjálvstøðugt við sínum egnum hugskotum. Skrivað er um Hansinu Iversen í fleiri bókum, t.d. í katalogum, sum eru givin út í sambandi við tær tvær stóru serframsýningarnar, sum hon hevur havt seinastu árini. Fleiri danskir listfrøðingar hava skrivað um hana, m.a. Nils Ohrt, leiðari listasavnsins og Mikael Wivel, ið skrivaði um føroyska list í yvirlitsverkinum Sekel og harumframt hevur Lisbeth Bonde, listaummælari skrivað um listina hjá Hansinu í kataloginum til Anything is a Mirror. Í nýggja kataloginum hevur danska listakvinnan Julie Sass, ið eisini arbeiðir nonfigurativt, skrivað eina grein um føroyska starvsfelagan. Nevnast skal í hesum sambandi somuleiðis bókin Undurfullur ræðuleiki (2011) hjá Inger Smærup Sørensen, ið er vøkur og áhugaverd, ikki minst tí hon letur listakvinnuna sjálva koma til orðanna. 

Hansina Iversen er ein gudsnáðaður málari og kolorist, ið ikki hevur verið betur enn hon er júst í hesum árum. Tað hava vit sæð á serframsýningum í Listasavninum og á Norðurbryggjuni, men harumframt er hon aktiv á so mangan annan hátt í samfelagnum. Hon er ein av stovnarunum av Heystframsýningini, har hon sýnir fram og er við til at orna fyri, tá sýningar eru. Hon tekur eisini javnan lut á øðrum felagsframsýningum bæði heima og uttanlands, og ikki sjáldan skipar hon fyri, heldur røður o.t. Hon er ein av teimum, sum skal gera av hvørji listaverk koma at prýða Glasir og hon hevur sjálv framt fleiri prýðisuppgávur í Hotel Føroyum, Leirvíkar skúla, Løgtingshúsinum, Hvonn, P/F Poul Michelsen og í Hoyvíkar kirkju fyri bert at nevna nakrar. 

Hjartaliga til lukku, Hansina og stóra tøkk fyri títt stóra arbeiði listini til frama. Eg ynski tær blíðan byrð og gleði meg til framhaldandi at fylgja við í tínum góða lívsverki.

Kinna Poulsen

Myndin er við á framsýningini á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn

Myndin er við á framsýningini á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn

Frá Ólavsøkuframsýningini

Frá Ólavsøkuframsýningini