Barbara 50
/Í dag fyllir ein egin og sjáldsom listakvinna runt, sum er kend í norðanlondum og innan móta- og avantgardeumhvøvi kring heimin. Tað er sniðgevin Barbara í Gongini, sum rundar hálva øld. Hon er úr Havn, men hevur síðstu nógvu árini búð í Keypmannahavn. Hon kennir mótaverðina innanífrá, tí hon byrjaði í sera ungum aldri at ganga model fyri Elspu Hardlei (Elspu í Skotinum). Seinni í tíðini fyriskipaði hon mótasýningar í SMS fyri m.a. Klivan, men í dag eru tað hennara designhugskot, hennara tankar um snið, sum verða presenteraðir, tá modellirnar spáka um pallin. Hugurin mótvegis list og kreativum vinnum kom tíðliga. Barbara í Gongini teknaði í fyrstani og arbeiddi við skitsum. Hon fór á designskúla í Keypmannahavn á deildina fyri unika-sniðgeving, haðani hon tók prógv í 1996. Síðani hevur hon arbeitt og hon hevur arbeitt hart síðani merkið BARBARA Í GONGINI var stovnað í 2005, tí tað er ikki bara sum at siga tað, at lansera eitt nýtt klædnamerki. Men við sínum konsekventa dapra og dramatiskt dekonstrueraða úttrykki hevur hon arbeitt seg upp til at vera millum kendastu donsku klædnamerkini.
Merkið er grundað á hennara design-visiónir, men hon er ikki einsamøll í fyritøkuni og leggur sjálv dent á, at uttan toymið hevði einki borið til, stjóri í fyritøkuni er maður hennara, Ole Gongini Jensen. Fyritøkan metir sosiala ábyrgd vera sjálvsagdan part av rakstrinum, hetta sæst aftur á, at dentur eitt nú verður lagdur á burðardygga framleiðslu við eitt nú endurnýtslu av pørtum av framleiðsluni. Serliga seinastu árini hava vit sæð, at tað fer at loysa seg hjá Barbaru í Gongini at vera so konsekvent, sum hon er hvat viðvíkur stíli. Barbara í Gongini er kend sum avantgardedesignari, hennara outfit eru skulpturkend og hennara sýningar minna í støðum um listarliga performance. Javnan samstarvar hon við listafólk bæði innan film, tónleik, dans í crossoverframførslum. Hon hevur fleiri ferðir samstarvað við Jens L.Thomsen/Orka og við Eivør og við pop-avantgarde-improvisatiónsbólkin Den Magnetiske Ørn. Barbara í Gongini hevur somuleiðis gjørt búnar til leikin Elektra hjá Sofokles, sum Betty Nansen Teatrið pallsetti í 2010. Fyri Barbaru í Gongini er eingin ørkymlandi munur millum list og móta við tað, at bæði spretta úr somu kreativu keldu. Vit kunnu fegnast um alt tað, sum sprettir úr hesi keldu og ynskja Barbaru í Gongini hjartaliga til lukku við føðingardegnum.