Øssur Johannesen og ráa líðingin
/Í fjør hevði Øssur Johannesen listaframsýning á Museum Ovartaci Ovartaci er eitt kombinerað listasavn og psykiatriskt søguligt savn, sum liggur í Risskov Psykiatriske Hospital í Århus. Erik Meistrup ummældi framsýningina í Kunstavisen í eini grein við yvirskriftini Den rå lidelse. Ovartacisavnið er uppkallað eftir listamanninum Louis Marcussen, vanliga nevndur Ovartaci, sum var innlagdur á sinnissjúkrahúsinum í 56 inntil deyða sín í 1985. Í ummælinum av framsýningini hjá Øssur Johannesen stendur m.a, at framsýningin er full av sterkum kenslum. - Her er ikki pláss til nuansur í allari líðingini, skrivar ummælarin m.a. Framsýningin endaði 29.november í fjør. Øssur Johannesen hevur áður havt framsýningar í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og í Norðurlandahúsinum, og hevur tikið lut á fleiri felagsframsýningum. Herfyri gav Tutl út hansara nýggjasta yrkingarsavn, sum eg ummælti í Mentanarcaféini í Kringvarpinum og her á Listaportalinum:
http://www.listaportal.com/tidindi/2015/8/30/komin-er-heystsins-hin-dapra-t?rq=%20%C3%98ssur