Emmutíð

Hósdagin 20.oktober klokkan 17 verða mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens handaðar í Reinsarínum í Havn. Tilsamans fimm virðislønir verða latnar, tvær barnamentanarvirðislønir og tríggjar M.A. Jacobsens virðislønir, ið verða latnar fyri fagurbókmentir, yrkisbókmentir og mentanaravrik. Ein nevnd við fimm limum umboðandi býráðið, Fróðskaparsetrið og Rithøvundafelagið, ger av, hvør fær virðislønirnar. Limir í nevnd M.A. Jacobsens frá 2012 og fýra ár fram eru Maria H. Olsen, Erling Isholm og Jákup Jacobsen, vald av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin.

Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Helena Dam á Neystabø, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Bjørg Dam og Sólrún Michelsen, valdar av býráðnum, og Hansina Huusgaard, vald av skúlabókavørðunum við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.