Kaj Klein og Bendar Spónir á G!
/
Bendar Spónir og Kaj Klein fara at framføra á G! Festivalinum í ár. Tá Bendar Spónir fyrr í ár fóru til Jútlands ella nærri sagt Toustrup Mark at spæla inn eina útgávu við vestmenninginum Kaj Klein, so skaptist okkurt gandakent, tí hetta var eitt samstarv, ið bara biðaði eftir at henda.
Úrsltið er ein útgáva, ið verður givin út seinni í ár, eitt verk við 10 sangum, ið Kaj Klein hevur skrivað og sum hann hevur sett út og spælt inn saman við Bendum Spónum. Á G! verður fyrsta høvið hjá okkum at uppliva hesi nýggju spennandi løgini.
Kaj Klein, ið telist millum okkara mest sermerktu og dugnaligu sangarum og sangskrivarum, hevur sínar røtur í Vestmanna, hann gjørdi um seg í bólkinum Plastnoist í 80’unum og 90’unum, men tað var serliga sum solistur, at Kaj veruliga hevur blóma, vit trimum framúrskarandi útgávum. Kaj hevur áður spælt saman við havnarbólkinum Mold, men eisini saman við júst Bendum Spónum, hetta hendi á sumri 2013 í Sirkus.
Samstarvið við Bendar Spónir hevur verið ávegis í fleiri ár. Beiggi Kaj, Karl Anton Klein sáli arbeiddi við nógvum av teimum ungu tónleikarunum í Havn, m.a. við undirvísing á Margarinfabrikkini. Kaj dámdi somikið væl samstarvið, at hann avgjørdi, at teir skuldu spæla okkurt inn saman, men tað er ikki fyrr enn í ár, at tað liggur fyri hjá øllum.
Bendar Spónir er ein bólkur av ungum monnum úr Havn, ið hevur spælt saman í áravís. Í fyrra árið gav bólkurin tvær LP’ir út. Eina við sínum egna instrumentala tónleiki, og eina saman við Kára Sverrissyni, báðar vóru væl móttiknar og serliga tann saman við Kára varð spæld nógv í útvarpi.