Stakkals menniskju

Kærleiki og hevnd á Tjóðpallinum

Tá Tjóðpallur Føroya samstarvar við Eyðun Johannesen um ein leik hjá August Strindberg, sigur tað seg sjálvt, at góðskan er í lagi. Tá undirritaða allíkavæl sat og hevði einstøk herðindi av hugspjaðing undir frumframførsluni, snýr tað seg kanska um, at grundkonfliktin í leikinum ikki rakar meg, tí hon er ov gamaldags.

Kravravnar er ein ómetaliga intensur leikur, eitt drama í einari akt, sum gongur fyri í skiftandi orðaskiftum millum nøkur menniskju. Leikurin snýr seg um tann eftir øllum at døma samleikaveika listamannin, Adolf og hansara problematiska samlív við konuna Teklu, sum hann eftir ráðum frá nýfunna vininum og sálarráðgevanum, Gustav, tekur eina vanlukkuliga uppgerð við. Leikurin stavar frá tí sonevnda nýbrotinum, frá einum tíðarskeiði, tá norðurlendskt drama var fremst í øllum heiminum at viðgera veruligar trupulleikar. Kravravnar er eitt naturalistiskur leikur við áherðslu á psykologiskar tilelvingar í parlagnum. Strindberg er strævin, men óansæð hvussu snjallur hann verður í sínum lýsingum av kvinnulyndinum, so verður hann ongantíð óáhugaverdur, hann er ein ómetaliga neyvur eygleiðari og dugir óhugnaliga væl at endurgeva t.d. hvussu eitt skeldarí tekur seg upp og hvussu orð stendst av orði. Tað er synd fyri menniskjuni heldur Strindberg og tað sama má áskoðarin ásanna eftir at hava sæð leikin, ið lýsir eina tilveru, har kynini tykjast dømd til at pína og plága hvørt annað í allar ævir.

 

August Strindberg

August Strindberg er ein av heimsins kendastu leikritahøvundum. Hann varð føddur í 1849 í Stockholm og gjørdist lærari eftir at hann tók studentsprógv í 1867. Hann royndi seg innan ymsar vinnuvegir eitt nú sum sjónleikara, men tað miseydnaðist og í 1870 byrjaði hann at lesa  heimspeki á universitetinum í Uppsala, men helt uppat við hesum tvey ár seinni fyri í staðin at skriva. Hann skrivaði bøkur, men arbeiddi eisini sum tíðindafólk og listakritikari. Hann var tríggjar ferðir giftur og tey sum heild óeydnusomu hjúnabondini gjørdust íblástur til fleiri av hansara leikum, m.a. til Kravravnar. Hansara fyrstu leikir eru naturalistiskir, men eftir aldarskiftið eru hansara verk eisini ávirkað av altjóða rákum í tíðini sum symbolismu og ekspressionismu. Uppsetingin av Kravravnum er naturalistisk fram til endan, tá veruleikakenda hendingagongdin umskapast til symbolskekspressivar myndir við greidligum tilsipingum til myndirnar “Skríggj” og “Vampyr” hjá Edvard Munch. Í mun til alt tað myrka og sinnisliga avskeplaða, sum gongur fyri seg í leikinum, er pallurin merkiliga ljósur og fríður, hvítur og ljósabláur sum í einum Krøyer-málningi, og karaflan, sum stendur á borðinum er ein vatnkarafla og ikki ein vínkarafla. Leikurin er ikki heilt appilsinfríur kortini, so nógv sum hann er miðsavnaður um ta rúsandi erotisku atdráttarmegina.

Ein bókmentalig kollvelting

Í Danmark var tað Georg Brandes, sum setti orð á tað nýggja í eini fyrilestrarrøð frá 1871. Bókmentir skulu viðgera veruligar trupulleikar, heldur hann og fleiri norðurlendskir høvundar eru í somu árum í ferð við júst hetta sama. Eitt av vandamálunum, sum kjak er um hesa tíðina, er leikluturin hjá kvinnuni í samfelagnum, um kvinnan skal hava somu rættindi sum menn, og serliga verður kjakast um sexualmoral í tí sonevnda siðalagsstríðnum. Nógv hildu tað vera órímiligt, at treytirnar vóru so ymiskar hjá kynunum báðum, at kvinnur skuldu halda seg “reinar” og jomfrúiligar áðrenn hjúnalag, meðan menn kundu vitja skøkjuhús sum teir vildu og yvirhøvur helst skuldu hava kynsligar royndir áðrenn teir vórðu giftir. Men ósemja var um hvør loysnin var tann besta. Georg Brandes og onnur við honum hildu, at kvinnur eisini skuldu sleppa at gera sær kynsligar royndir, tí at hetta fór at geva eydnuríkari hjúnaløg. Hitt sjónarmiðið var, at menninir skuldu skikka sær ordiligt, tí prostitutión var av tí ónda og m.a. orsøkin til kynssjúkur. Norski høvundurin Bjørnstjerne Bjørnson stóð fyri hesum seinna sjónarmiðinum, sum hann lýsti í leikinum “En Handske”, ið kom út í 1883 og sum ordiliga setti gongd á kjakið. August Strindberg helt hinvegin ikki, at menn skuldu halda seg aftur, tað kundi vera beinleiðis hættisligt, helt hann. Í einum brævi til ein vinmann í 1884 skrivar hann soleiðis: “A propos horboken (t.e. Giftas) är färdig! Ren socialism med det radikalaste quinnoprogram man sett! Men jag skäller på Ibsen för hans satans idealism i ett Dockhem. Björnsons Handske ligaså. Fånig kurtis, gammaldags galanteri. Ska inte pojkar nu heller få knulla, när man vill skaffa flickorna frihet till det! Hvilka skola då få knulla flickorna?”.

Kærleikin ein maktkampur

Sjálv avdúkingin av menniskjamuruni og samanbrotið eru ómetaliga væl konstruerað í leikinum. Kærleikin er ein maktkampur við skiftandi kravánarum, og vit eru øll offur. Og hertil er alt í lagi við mær. Eg eri sum áskoðari undirhildin av tí fantastiska dialoginum, teirri veritablu knubbaskjótingini av perfiditetum, eg smílist og ógvist, men jú longur vit koma inn í leikin, jú meira troyttist eg av kvinnufatanini og av fatanini av parlagnum. Fyrr í tíðini var man giftur til deyðan og tað úrslitaði í infernalskum hjúnarløgum. Og kanska eru tey til enn, tey infernalsku hjúnarløgini, men í dag hevði tað í grundini borið til hjá Noru at farið úr sínum dukkuheimi. Hon hevði møguliga kunna leiga eina kjallaraíbúð í Havn ella kundi hon farið til Keypmannahavnar, har tað er bíligari at búgva. Tað er so ómetaliga løgið, at ein listamaður, sum var so klókur og modernaður sum Strindberg, samstundis var so regressivur og fordømandi í mun til kvinnur sum hann var. Hann helt ikki, at kvinnur vóru skaptar til at hava somu støðu sum menn í samfelagnum. Henda fatanin av til dømis, at kvinnur eru meira erotiskar og minni analytiskar enn menn er kanska ikki nóg passé til, at eg heilt klári at halda hana út Strindberg kallaði sjálvur Kravravnar fyri “ein skemtileik, har allir persónar eru fittir og dámligir;” men skemtið er altso rættiliga svart og eg haldi í grundini, at leikurin er eins óhugnaligur og hann er stuttligur.

Krevjandi leikur

Tó at Kravravnar er ein lítil kamarleikur við bara trimum leikarum, er hann krevjandi bæði fyri áskoðarar og leikarar, tí hann er serstakliga orðríkur samstundis sum tað í langa tíð ikki hendir so nógv í honum. Eg havi ikki ordiliga hug at endurgeva alt innihaldið í leikinum, tí eg haldi, at lesarin skal hava høvið at uppliva Kravravnar í teirri raðfylgju, sum Strindberg upprunaliga ætlaði. Men eg kann staðfesta, at leikurin livir upp til tað professionella støðið, sum Tjóðpallurin og Eyðun Johannesen plaga at borga fyri. Tað er eisini galdandi fyri ta einføldu, men huglagsríku ljóðmyndina hjá Jón Mc Birnie við vøkrum tónleiki hjá Kim, spenningsundirbyggjandi ljósið hjá Turpin Napoleon Djurhuus, einfalda ljósa pallin hjá Steen Lock-Hansen við ráhvítum blondum og Friedrich´skum endaloysi í havsbrúnni og ta góðu, málsliga dagførdu týðingina hjá Lauru Joensen.

Dugnaligir leikarar

Leikararnir loysa ta stóru uppgávuna væl, Kristina Ougaard hevur leiklutin sum tann eiggiliga, men vandamikla kvinnan Tekla í hvítum kjóla við reyðum varrum, sum brúkar sína útsjónd og sín sexualitet sum vápn fyri at gera menn býttar í sær fyri síðan at misnýta og mergsúgva teir. Tað er í øllum førum soleiðis menninir útleggja málið allan tann fyrsta partin av leikinum. Vit fáa málaða fram eina vampyr, sum sýgur alla megi og íblástur burtur úr listamanninum og spakuliga mannar tann ússaligi listamaðurin seg upp til eina hevndaruppgerð. Hetta er ikki fyrstu ferð, eg havi sæð Hjálmar E. Dam í einum útspekuleraðum, fanansbesettum leikluti, sum hann aftur hesa ferð klárar framúr. Endin er sera áhugaverdur, tað er sum um leikurin fer upp í gear, samstundis sum hann er so komprimeraður, at áskoðarin veruliga má gera sær ómak fyri at fáa alt við. Eg hoyrdi ikki tað, sum Tekla sigur móti endanum og tað var spell, tí eg haldi, at alt hevur stóran týdning. Hans Tórgarð spælir heilt fantastiska væl. Við øllum sínum plágaða kroppi og sinni ER hann hesin veiki og trilvandi listamaðurin, sum plágast av svartsjúku og vantandi sjálvsáliti. Tað er sera áhugavert eisini, tá leiklutirnir umbroytast og vinnarar gerast taparar í kærleikans eirindarleysa spæli.