DREYMURIN VIÐ HAVIÐ eitt vet nærri at gerast veruleiki
/Av teimum 19 filmsverkætlanunum, sum hava fingið stuðul frá filmsjáttan mentamálaráðsins, fer størsta upphæddin, 150.000 til Fish&Film við Ingun í Skrivarastovu, sum vegna filmsleikstjóran, Sakaris Stórá og restina av filmsliðnum er sera takksom fyri álitið. Fyrstu royndarupptøkur til nýggja filmin hjá Sakaris Stórá eru gjørdar, og liggja á telduni í Skopun, har leikstjórin nú situr og klippir verkið.
Upptøkurnar vóru í Sandoynni, sum skulu brúkast til at gera ein sonevndan ”pilot”, ein filmur upp á 7 minuttir, sum gevur eina mynd av innihaldinum í filminum, sjónleikarum, filmsstýli, og umhvørvi. Samstundis fáa leikstjórin, tekniska toymið og leikarar roynt samstarvið. Innanduraupptøkurnar vóru í Skopun, á Sandi og í Skálavík. Upptøkurnar úti vóru vestan fyri Skopun við Lykkjuvatn og á Dalinum. Leikstjórin, Sakaris Stórá, er sera nøgdur við úrslitið. Hann helt, at við hesum upptøkum varð funnið fram til kjarnuna í filminum, og hvussu endaliga framleiðslan kann fara fram. Hetta er ein samtíðarfilmur um tvær ungar gentur, sum ikki hava stórvegis í felag. men sum hóast hetta leita eftir tí sama. Nærgangandi og inniligt lýsir søgan eitt lítið samfelag, sum hóast sera føroyskt, eisini er universelt. Tað er rithøvundurin Marjun Syderbø Kjelnæs, ið skrivar handritið í tøttum samstarvi við leikstjóran. Tey hava arbeitt saman um handritið síðan á sumri í fjør.
Ætlanin er, at sjálvur filmurin skal takast upp í september í ár, um neyðug fígging fæst. Kostnaðurin er mettur at verða 2,7 milliónir kr. Ein góð byrjan er at Mentamálaráðið gjøgnum filmsjáttinina hevur veitt 150.000 kr. Eisni gav Mentanargrunnurin rithøvundinum og leikstjóranum 3 mánaðar starvsløn hvør, so gjørtligt hevur verið at arbeitt dyggiliga við handritinum, sum er nærum liðugt. Í løtuni verður eisini arbeitt miðvíst við at skaffa fígging herheima og uttanlands.
Framleiðarin Ingun í Skrivarastovu leggur dent á, at hetta er ein týdningarmikil partur av at byggja upp eina veruliga føroyska filmsvinnu, og at fáa royndir innan samframleiðslu við eitt nú Danmark og Belgia.
Filmstoymið til upptøkurnar til pilot vóru
Ingun í Skrivarastovu, framleiðari
Sakaris Stóra, leikstjóri
Virginie Surdej, Høvuðsfotografur
Rúni Friis Kjær, Upptøku hjálparfotografur
Marjun Syderbø Kjelnæs, leikritahøvundur
Sebastian Schelenz, ljóð og ráðgeving
Gunnvá Gaard, framleiðsluhjálpari.
Leikarar við í pilotinum: Helena Heðinsdóttir, Juliett Nattestad og Treysti Holm Eliasen.