Zven Balslev og Andy Bolus: Gourmeat

 

Fríggjadagin 3.okt. letur upp framsýning hjá danska listamanninum Zven Balslev og bretska listamanninum Andy Bolus við heitinum Gourmeat. Fyrstnevnda kenna vit frá framsýningum í Steinprenti, hann er eitt av listafólkunum, sum verður við á ferðaframsýningini Grafisk Sambond, sum verður í Norðurlandahúsinum næsta ár. Zven Balslev dyrkar tað ljóta, kitsch og svart skemt í sínari list. Tað ger Andy Bolus eisini, hann arbeiðir við manipulatión. Til hesa framsýningina hevur hann gjørt nakrar kollasjur, sum eru bygdar upp av tilfarinum frá italskum horror- og pornoteknirøðum frá 1960-70 unum. Andy Bolus er somuleiðis slóðbrótari innan sonevnda Circuit-bending, sum er manipulatión av elektroniskum ringrásum. Hetta ger hann til dømis við leikutoy, sum umbroytast til larmandi løgin apparat. Andy Bolus býr í Paris og hevur undir dulnevninum Evil Moisture givið út eina ørgrynnu av avant garde og noise  tónleikaútgávum. 

 

Marie Kirkegaard Gallery

Holbergsgade 17C

Copenhagen DK-1057

Denmark