Vikuyrkingin til minnis um Vár

v%C3%A1r+mynd2.jpg

Vikuyrkingin í Dimmalætting er hetta vikuskiftið til minnis um Vár í Ólavsstovu. Yrkingina skrivaði Carl Jóhan Jensen fyri einari viku síðani, tá deyðsboðini komu av Vár, ið brádliga andaðist bert 62 ára gomul. Vár var so mangt, hon var málfrøðingur og lærari og hevur síðstu tíðina m.a. staðið á odda fyri nýggju føroysku námsfrøðiligu útbúgvingini fyri miðnámsskúlalærarar á Fróðskaparsetrinum. Hon hevði eisini alstóran áhuga fyri bókmentum – ikki minst fyri yrkingum.

Vikuyrkingin er ein haikuyrking, sum upprunaliga er japanskur yrkingarháttur við ávísum krøvum. Haikuyrkingar skulu hava tilsamans 17 stavilsir í trimum reglum við ávikavist 5, 7 og 5 stavilsum. Yrkingahátturin er eisini nógv nýttur av vesturlendskum modernistum, sum síggja møguleikar í einfalda skapinum og innihaldsliga sambandinum, sum yrkingaslagið knýtir millum náttúru og tilveru. Í yrkingini verða náttúran og veðurlagið lýst. Tað várar, toyar, og kavi og ísur tiðna. Sjálvt um tað er myrkt, er okkurt, ið lýsir. Hetta plagar at vera sólin aftan fyri skýggini, men nú eru tað minnini, ið lýsa myrkrið upp. Samstundis sum mótsetningar merkja yrkingina, skapar hon í huganum eina ómetaliga vakra mynd yvir minnið um Vár.  

 

Haiku til Vár 13. februar

 

Toybil í myrkri,

Rendur hvítna á skýggjum,

Minnini lýsa.