Ásmundur Poulsen 90

Ásmundur Poulsen fotografur.JPG

IN MEMORIAM

Í dag, 22.februar eru 90 ár síðani, at pápi mín, Ásmundur Poulsen (1931-2007) var føddur. Ásmundur var Eiðismaður, men búði meginpartin av lívinum í Havn, har hann bygdi hús uppi á Lützenstrøð/Sólteigi saman við mammu, Esther Poulsen, sum hann giftist við í 1952. Saman fingu tey tríggjar døtur, Berghild, Halldis og undirritaðu. Hann arbeiddi í nógv ár á telefonstøðini og fotograferaði í góð hálvtrýss ár, fyrst sum áhugafotograf, men hetta vant uppá seg, inntil foto gjørdist hansara yrki. Hann fór at geva út postkort við myndum av føroyskari náttúru og gav eisini út eina røð av myndabókum “Føroyar í myndum”. Umframt Føroyamyndirnar, sum ikki minst ferðafólk í Føroyum munu kenna, tók Ásmundur Poulsen eisini áhugaverdar myndir av býar- og bygdaløgum, av fólkum og landsløgum og til ymisk høvi. Fleiri av hesum myndum vóru framsýndar í Steinprenti í 2013, tá eisini eitt katalog varð givið út á Forlagnum í Støplum hjá John Dalsgarð við myndunum á framsýningini.

Eg var stutt sagt heilt forferdiliga góð við Ásmund Poulsen – var babbasa genta um ein háls og hann var ein ómetaliga góður og kerligur pápi, tá hann var tað. Við babba fylgdu myndir. Tons av myndum og nógvar myndir liggja eftir hann bæði ítøkiliga og ymsastaðni í minninum. Eg hugsi, at hann hevur verið eitt sera visuelt orienterað menniskja, men tað var mamma eisini við sínum serliga ansi fyri vakurleika í heiminum fyri blómunum á borðinum og málningunum á veggjunum.

Ein mynd sigur meira enn túsund orð, verður sagt. Um eg hugsi meg um, so hevur umhvørvið neyvan nakrantíð verið so myndríkt sum tað er beint í løtuni. Vit verða díkt undir í myndum í telduspølum, sosialum miðlum, í reklamum, tíðindum, undirhaldi og diversum infortainment í einum støðugum myndastreymi gjøgnum sjónvørp, teldur, bløð, smartfonir osfr. Spurningurin er tá hvørt túsund myndir megna at siga tað stóra, um allar tær myndaligu útsagnirnar ikki eru í vanda fyri at vera eltar saman til ein visuellan ellubita, ið at enda kann elva til visuelt apati. Eg veit tað ikki, men eg í hvussu er til eitt ættarlið, sum er tað seinasta føroyska ættarliðið, ið náddi at uppliva ein barndóm meira ella minni uttan sjónvarp. Vit sóu film, tá tað var føðingardagur hjá børnum í húsum, har tey áttu filmsapparat. Onkran Gøg & Gokke film hevur mann sæð til húðleysheit og mann visti akkurát hvussu fratørur tann tjúkki bleiv, tá hin klæni gjørdi okkurt býtt og so var tað hin filmurin við bjørnunum, sum eta allan matin frá einari familju í onkrum skógi - tað man vera nakað tað fyrsta, eg yvirhøvur minnist - ljóðið av einum 16 mm filmsapparatið kann framvegis geva mær lukkukenslur heilt niður í búkin. Annars vóru vit í Havnar Bio viðhvørt, tá barnafilmar vóru á skrá og so var visuelt undirhald av ymiskum slag til jólafestir bæði í Frelsunarherinum og Mimir, har vit sóu ávikavist bíbliusøgur sagdar gjøgnum filtfigurar á filttalvum og stuttligar Skipper Skrekk teknifilmar á betamax video.

Nú eg hugsi meg um, hevði eg kanska ein óvanliga myndríkan barndóm. Í stovuni í barndómsheiminum hingu málningar allan vegin runt, minnist, at tað var serliga nógv gjørt burtur úr einari kubistiskari kompositión hjá Hans í Mikladali, sum gestirnir ofta høvdu á orðið og ikki altíð positivt, men tað legði babba einki í. Hann elskaði málningin, sum hevði sítt sjálvsagda heiðurspláss uppi yvir sofuni, men eisini hingu málningar, tekningar og prent hjá Amariel Norðoy, Zachariasi Heinesen, Janusi Kamban og Óla Egilstrøð í barnaheiminum uppi á Lützenstrøð.

Fotomyndir og fototøkni vóru alla staðni í húsinum og also ikki bert á vegginum. Í køliskápinum lógu Kodak og Agfa filmsrullur. Á køksborðinum stóðu viðhvørt íløt við veskum til framkalling og niðri í kjallaranum í postkortrúminum stóðu eskjur við fleiri túsund postkortum við føgrum litmyndum úr Føroyum stáplaðar omaná hvørja aðra, myndir, myndir og meira myndir. Eg plagdi at taka kort upp úr gólvinum til pápa eina góða vinkonu, hesin virðismetti og samlaði uppá hesi postkortini, tó at tey vóru eitt sindur meiðslað. Hann var sjómaður og hevði altíð góða tíð at práta við okkum børn, tá hann var heima, honum dámdi at granska hesi postkortini og at gita hvar í Føroyum tey vóru tikin. Á einum stóli í postkortrúminum í kjallaranum, lógu nakrar av myndabókunum “Føroyar í myndum” og so stóðu tvær støvutar eskjur, ið eingin nakrantíð nart við. Hetta vóru eskjur av einum ávísum postkorti, sum ímyndaði grindadráp og sum babba treytaleyst noktaði at selja eftir at mótstøðufólk móti grindadrápi vóru farin at gera um seg í fýrsunum. Inni í einum øðrum rúmi í kjallaranum stóð tað stóra, tunga, vakra skriviborðið, sum kanska ikki var úr mahogni, men tað mundi vera líka við. Skuffurnar vóru prúðar við messinghaldi, á tremur í myndum. Hetta vóru svarthvítar myndir frá fyrr í tíðini, einari óhugsandi tíð, tá eg ikki var til. Eg plagdi onkuntíð at fara inn í hetta rúmið at blaða í myndarúgvuni og hyggja at myndum av foreldrunum, ið sóu so merkiliga ung og glað út. Eg var hugtikin og tortrúgvin um somu tíð og ógvaðist við tankan um ikki at vera til, tá hesar myndir vóru tiknar.

Eg helt altíð, at pápi mín var øgiliga umstendiligur, tá hann tók myndir. Óansæð hvussu einføld uppgávan tóktist, tók tað altíð drúgva tíð at taka ta røttu myndina og tað var troyttandi at bíða. Í Listasavninum skuldi Jarðarferðin hjá Mikines fotograferast og tað var ikki so lætt, tí hon var so myrk og blits skygdi ov illa, so har stóð eg í tímansvís (ella soleiðis minnist eg tað) við eini hvítari paraply fyri at spjaða ljósið frá blitsinum. Í myrkakamarinum tók tað aftur ein ævinleika at velja út og at viðgera myndirnar og aftaná var tilskering eisini neyðug til tíðir. Hann málaði á yngri árum og legði seg tá eftir nøkulunda sama romantiska stíli sum sínir bygdamenn, Niels Kruse og Óli Egilstrøð. Málningurin av Eiðis bygd, sum Sigfried Skaale keypti á Ólavsøkuframsýningini í 1955 er góður, haldi eg - ikki minst tá hugsað verður um, at málarin onga útbúgving hevði. Eg fekk málningin fyri nøkrum árum síðani frá vinmanni mínum, Annfinni í Skála úr barndómsheiminum, har bróðir hansara, Jógvan Asbjørn Skaale búi. At tað sindrið av listarligum sjálvsálitið, sum Ásmundur Poulsen einaferð hevur havt hvarv, er eftir øllum at døma Hans í Mikladali fyri at takka. Hans hevði biðið hann um at gevast, plagdi babba at siga við einum sorgblíðum brosi, men hann hevði so mikið stórt álit á Hans í Mikladali, at hann ongantíð ivaðist í, at listamaðurin mundi hava rætt rætt í síni meting. Babba hevði øgiliga stóra virðing fyri list og listafólkum og hann kallaði ongantíð seg sjálvan fyri listafólk. Hann var forrestin ikki tann einasti, sum setti skott í millum foto og list. Tí foto var í mong ár og ikki bara í Føroyum mett sum rein mekanisk reproduktión og einki annað. Á einum fundi í Photographic Society í London í 1850´unum helt ein av limunum, at hetta nýggja tøknið var ov turrisligt í mum til málningalistina, tí tað ikki megnaði at lyfta hugflogið. Sjálvt um listaframsýningar hava verið við fotomyndum, hevur gamla fatanin av fototøkninum sum eitt mekaniskt skrásetingartól dominerað heilt fram til okkara dagar nú tað spakuliga er góðtikið sum listarligt tøkni eins og øll onnur listarlig tøkni.

Ásmundur Poulsen slepti ongantíð myndunum. Allar hansara myndir eru ikki líka áhugaverdar, men summar teirra hava varðandi virði. Tí hyggur tú at teimum í dag, er okkurt serligt við teimum. Eitt nú tykjast tær merktar av óvanligum nærlagni í kompositión og skuggaárini og stílsliga eru tær eisini serstakar. Fagurfrøðiliga kundu summar mint um Hollywood filmar frá fýrati- og fimtiárunum. Myndin av AUTO hevur júst hetta serstaka film noir huglagið av eini einsligari býarnátt, sum vit kenna frá filmunum. Men babba dámdi serstakliga væl at ganga í biograf, og í summum av hansara svarthvítu myndum sæst sama lyndi til at fokusera uppá ein ella fáar figurar í einum atmosferiskum myndarúmi, har smálutir og heild í myndini samskifta og mynda eina samanhangandi heild. Portrettmyndirnar innihalda í fleiri førum eina tulking av persónsmenskuni hjá teimum, sum hann fotograferar, t.d. í eini mynd av Eiðismanninum Olivar á Mýruni, har linjurnar í húsunum í bakgrundini ganga á skák av linjunum í tí portretteraða andlitinum við tí úrsliti, at portrettmyndin gerst óvanliga dynamisk. Andlitið er gjørt eitt sindur kámt og hetta hevur við sær, at eyguni tykjast enn meira klár og gløggskygd sum skoða tey framvið okkum og síggja okkurt, sum áskoðarin ikki sær. Dupultportrettið av Lisu og Williami Heinesen er óvanligt við tað, at tað er profilurin á frúuni, sum er í fokus, meðan sjálvt stjørnuskaldið næstan kámast burt í einum fittligum brosi. Stjørnuklár er stilleben-kenda uppstillingin av drekkamunni høgrumegin í forgrundini, við teimum báðum paraligu seruttpakkunum, ið tykjast staðfesta okkara varhuga av einum harmoniskum parlagi. Og kanska er tað júst hetta við harmoni ella við samsvari millum fleiri partar í myndini bygnaðarliga ella innihaldsliga, sum ger hesar myndirnar hjá Ásmundi Poulsen til nakað serligt.

 

Kinna Poulsen

babbaauto.jpg
babbaføroyingur.jpg
babbawilliam2.jpg
postkort.jpg
IMAG1125.jpg
Asmundur-Poulsen-917x640.jpg
153244961_129698912373107_3870930295807208438_n.jpg
152903105_701028393904229_6057495886038857623_n.jpg
153092497_1163237924110502_141449556155458480_n+%281%29.jpg
153238343_2895405334114371_7989666544913768634_n.jpg