Sjónminni

hansinaiversen.jpg

Tað er heldur sjáldan, at eg, sum skaldið segði í eini flaggrøðu, sum ikki var ein flaggrøða, havi eitt tómt blikk í høvdinum. Har er altíð okkurt, sum mann skal, okkurt, sum liggur og bíðar, eingin tíð at bíða tolin og tóm. Júst tá tómleikin er við at etablera seg, dagar fram okkurt skap beint vinstrumegin tað tóma. Tað er millum annað reytt og eg havi vist sæð tað í Steinprenti. Merkiligt hvussu einstøk listaverk leggja seg í minni næstan uttan, at tú hevur varnast tað sjálv. Sum árini gerast fleiri, fjølgast eisini hugans listaverk. Litir, skap og strok, ið einaferð lógu á einum myndaflata ella vóru partar av eini standmynd, sum onkur hevði evnað til úr sínum egna huga, men sum gjørdust partar av tínum visuella minni. List er at deila. Púrasta open source. Nógv verður hugsað um og granskað í hvussu okkara fyrstu, grundleggjandi upplivingar ávirka okkum visuelt. M.a. verður ført fram, at tað, tú hómar í móðirlívi, man taka seg nokk so abstrakt út eins og ókend skap og skuggar, og at fyrstu upplivingar okkara tessvegna vóru nonfigurativar. Men sjálvandi høvdu hesir skuggar skap, um so móttakarin ikki var førur fyri at samanbera teir við lutir, ið eru kendir úr verðini uttanfyri. Eg veit ikki um eg trúgvi uppá, at vit koloristiskt eru ávirkað av okkara byrjan. Um so var, skuldu fleiri myndir kanska verið boppufarvaðar. List kemur av list, eisini í hasum førinum snýr tað seg um at deila og at fyrihalda seg til og kanska gera upp við listafólk undan tær. Men hvussu vorðin er boppulitur? Tað valdast jú boppur. Fyri meg er tað kanska eitt sindur sum liturin á einum lítlum stoyptum gipsverki hjá Jóhan Martini Christiansen, FRAGILE (sí niðast), men kanska er tað meira kenslan av hesum sterka, skroypiliga, fjálga, mjólkaturra, reina og mjúka tilfarinum, sum fær meg at hugsa tann vegin? Sjálvt um tað er ein gipsavstoyping av pappi elur hon fram kensluna av eini spentari membran við æðrum og flótandi lívi innanfyri. Sum listamóttakarar eru vit sjálvi íognarar av hvussu eitt verk verður fatað og definerað. Eitt verk sum FRAGILE minnir okkum á, at vit grundleggjandi eru menniskju í heiminum við teimum førleikum og avmarkingum, sum hetta hevur við sær og tað er okkara útgangsstøði í øllum, eisini í listini. Vit hóma bara heitið á listaverkinum ovarlaga á myndaflatuni, speglvent, tá tú blinkar hvørvur tað, men stingur seg kanska fram aftur, tá tú hyggur nærri. List er treytað av okkara sansum og okkara sjónarmiði. Alt, ið vaksur seg so mikið stórt, at tað kemur út yvir útsýnið og sjónarringin, sýnist abstrakt. Tað sama er galdandi fyri tað, ið er so langt burturi, at vit ikki reiðiliga síggja tað. Reytt er ein heitur litur, tí blóðið er heitt og okkara, meðan blátt er kaldari og størri, tí at umhvørvið, himmal og hav eru tað. Men hyggja vit at einum málningi sum honum her omanfyri hjá Hansinu Iversen, tykist tað rættiliga fátæksligt at lýsa reyða litin við einum temperaturmetafori. Hann er alt møguligt annað og tykist næstan aggressivt svakur, løgin og sjálvsagdur í sínum bastantu formatiónum upp móti ljósagráa litinum uttanum og myrkagráu, violettu og ljósagulu strokunum og litfarrunum á myndini. Reyðu skapini eru nonfigurativ, men geva kensluna av byggielementum, ið verða brúkt eins og arkitektoniskir bygnaðir eins og rammur, ið mynda kensluna av holum, portrum og hurðum inn í myndaflatan. Henda kenslan av ljósi ella myrkri, sum vit bara hóma aftan fyri skýggj, fjøll, húð ella hurðar, festir í minni um upplivingar og royndir og tendrar tulkingar um lív, deyð og komandi landsløg.

  • Bæði verkini kunnu síggjast á framsýning í ávikavist Steinprenti og Víngarðinum

jm.jpg