Svallig sum eitt summarlot

Í morgin, fríggjadagin 27.februar kemur nýggja útgávan hjá Eivør Pálsdóttir, Bridges. Útgávutiltak verður í Tutl klokkan 16. Her er fyrsta ummælið av Bridges. 

 

Lat okkum bara beinanveg staðfesta tað, sum er púra sjálvsagt fyri øll, sum hava oyru at hoyra við og sum lurta eftir útgávuni - at hon er svallig sum eitt summarlot henda nýggja útgávan hjá Eivør Pálsdóttir. Tónleikurin er í støðum sorgblíður, men sum heild er útgávan merkt av einum serstøkum lættleika - tað tykist so ófatiliga lætt og ómakaleyst, tað heila, áhoyrarin kennir seg kínda av yndisligu tónunum, borna uppi av sterku løgunum og so er tað tann krystalklára, reina røddin, sum floymir út yvir áhoyraran, so at einki annað er at gera enn at geva seg inn undir hana og njóta ta gjøgnumførdu leskandi musikalsku upplivingina.

 

Bridges

Hon eitur Bridges, eftirfylgjarin hjá meistaraligu útgávuni Room, sum ikki kann vera løtt at koma aftaná. Í øllum førum verður Room illa kollgingin, so tað letur Eivør Pálsdóttir vera við. Hennara nýggja fløga er stødd í nøkulunda sama lendi sum hin fyrra samstundis sum hon er á veg víðari í sínari tónleikaligu menning, sum longu óvanliga tíðliga úrslitaði í framúrskarandi tónleiki. Nýggja útgávan Bridges er kensluborin, feminin, fjálg og fín heilt frá fløgu- og plátuhúsanum og inn í staklutirnir í teimum einstøku løgunum, samstundis sum hon er búgvin, merkt av svalligum gløggskygni bæði tónleikaliga og í tekstunum.

 

Húsin

Tað er Heidi Andreasen, ið stendur fyri myndlistaligu síðuni av Bridges, ið hongur meira enn vanliga væl saman við tónleiki og tekstum og sum eisini í litum og myndaelementum undirstrikar skyldskapin við Room. Húsin til Room, sum Heiðrik á Heygum gjørdi, er í høvuðsheitum myndaður á sama hátt við eini fotomynd av einari pallsettari listakvinnu í einum teknaðum, listarligum umhvørvi. Á permumyndini í Bridges síggja vit eina hugsunarsama Eivør í ovurstødd sum ein Gulliver í einum dynamiskum mentalum pinkulingalandi. Í forgrundini vaksa nøkur trø, kring hana verður onkur geometriskur figurur konstrueraður og á ljósabláa himmalhválvinum aftan fyri hana flaksa fuglar, sum er okkurt heilt serligt á vási, men tað er tað eisini – Bridges er ein tónleikalig stórhending og myndlistakvinnan Heidi Andreasen rakar neyvt huglagið í verkinum, sum fevnir um bæði tað gerandisliga, jarðbundna og tað ævintýrliga.

 

Tónleikaligir søgusigarar

Í støðum hómast okkurt felagseyðkenni við sangir hjá Teiti Lassen. Ein orsøk liggur møguliga í samstarvinum við Trónd Bogason, sum hevur sett síni spor, men eisini tekstliga er Eivør á sama hátt sum Teitur eitt slag av nútíðar søgusigara, ið sigur søgur frá síni egnu tíð. Tekstirnir eru allir á enskum, teir eru einfaldir, men væl meira hugsunarsamir enn teir hava verið fyrr í tíðini, tá Eivør var mussisjúk. Teir snúgva seg um tilveruna, um lív og deyð, tilveruligt einsemi og mist vinarløg, um at vera á veg og hvussu tað er neyðugt hjá tí einstaka at finna sín egna veg í tilveruni. Fyrsta lagið Remember me er ein ótrúliga vøkur og eyðmjúk bøn, sum tekur útgangsstøði í deyðanum sum tilveruligari grundtreyt og sum er merktur av bæði deyðaangist og vónini um, at æviga listin vinnur á deyðanum. Tekstirnir eru góðir og viðkomandi haldi eg, teir raka í hvussu er hendan lurtaran, t.d. tann vakri Faithful Friend, sum er til heiðurs fyri mistum vinum. Heitislagið Bridges er dramatiskt, stórbært og ómetaliga flott bæði tekst- og tónleikaliga og eitt gott dømi um frálíka tamarhaldið, sum Eivør hevur, tá hon spennir røddina út. Tides er ein lagnukend vísa um Kópakonuna, sum snýr seg um neyðugt frælsi. Tað er dugnaligi yrkjarin Randi Ward, sum hevur skrivað fangandi yrkingina um ta dansandi frælsu kópakonuna. Morning song er eitt takkarlag til morgunin, men er eins nógv ein døpur lýsing av einari myrkari nátt við tungum tonkum. On my way to somewhere er ein dramatisk lýsing av kensluni av at vera á veg út í ta ókendu framtíðina. Violetta blómubukettin í Purple flowers er til mammuna í einum kærleikans fagnaðarkvæði, sum er ómetaliga rørandi við teirri um somu tíð barnsligu og vaksnu røddini, sum javnt og samt stúrir um hvussu mamman hevur tað, nú hon er vorðin einsamøll. The Swing hevur Marjun S.Kjelnæs yrkt, ein yndisligur sangur, sum út frá einum barndómsminni tekur saman um alla tilverunnar ringrás. Fløgan endar eins sorgblítt og hon byrjar við sanginum Stories um søgur, sum ikki skuldu verið sagdar og um orð, sum egið ikki orkar at hoyra, tí tey bara særa.

 

Tónleikurin

Tónleikurin er væl framførdur stillur og vakur poppur við fjølbroyttum slóðum úr alskyns tónleikasløgum, country, jazz, samtíðarkompositiónstónleiki, elektroniskum tónleiki og sirkus- ella kabaretttónleiki. Tónleikurin fekk meg at hugsa um framúrskarandi útgávuna, Ingénue hjá K.D.Lang, onkur sangur minnir meg um Julee Cruise og Kate Bush, men allarmest minnir útgávan um Eivør sjálva, um tað originala tónleikauniversið, sum Eivør Pállsdóttir hevur grundlagt sjálv og í felag við Høgna Lisberg og Tróndi Bogason og hinum tónleikarunum, Mikael Blak, Magnus Johannesen, Angeliku Nielsen, Andreasi T.Restorff og Studio Bloch við Jónasi Bloch og Theodor Kapnas. Tað er Høgni Lisberg, sum hevur lagt til rættis elektroniska trummuljóðið, sum hevur ein ógvuliga stóran leiklut á Bridges. Fløgan tykist sum heild ljóðblandað við stórari virðing fyri hvørjum einasta lítla íkasti. Tað ger heildina gjøgnumskygda og ótrúliga hugaliga at lurta eftir.

 

Orkuverkið Eivør

Bridges er ein so mikið samanhangandi og væl framleidd heild, at lurtarin hugsar ikki um tað í byrjanini, men í veruleikanum er hetta ein serstakliga samansett tónleikaútgáva. Samstundis sum pláss er til fólkatónleikaligt einfeldi og vokalu megina hjá Eivør og til akustisk instrument av ymiskum slag, fyllir elektroniska síðan nógv. Og samstundis sum hetta er lættur poppur, sum eg rokni við og vóni fer at verða nógv spældur í Kringvarpinum, er talan um dygdargóðar kompositiónir av tí seriøsa slagnum við undirliggjandi mynstrum av tónaendurtøkum, sum stuðla uppundir huglagið í løgunum. Eivør hevur neyvan sungið betur og meira nuanserað enn á hesari útgávuni. Sum lurtari sleppur tú at uppliva eina rødd, sum er í javnvág við seg sjálva og við sítt umhvørvi, ein kensluborin, rørandi og skyggjandi rein rødd í fulkomnum tamarhaldi, sum í glæsiligum løtum gevur okkum varhugan av sterka og ótamdu orkuverkinum aftanfyri. Teir níggju sangirnir á útgávuni eru satt at siga alt ov skjótt lidnir, men tað ber altíð til at byrja umaftur, tí her er av sonnum nógv at lurta eftir.