Marius Olsen í Steinprenti

 

At sjálvt elasmáar myndir kunnu tykjast risastór listaverk, kann staðfestast, tá tú sært eina 13 x 10 cm lítla kvinnulýsing hjá Mariusi Olsen. Kvinnan, ið er djúpt reyð og føgur við tjúkkari reyðari flættu, er sett inn eitt grágrønligt rundbogarúm við fínligari ljósareyðari og ljósagrønari ornamentering rundanum. Myndevnið er gamaldags, romantiskt, men samansetta myndalaðingin er spildurnýggj. Allar myndirnar, sum Marius Olsen sýnir fram í Steinprenti komandi mánaðan eru nýggjar. Talan er um 23 prent í ymsum tøknum - har eru linoprent, etjingar, træprent, samansett tøkni, men tað mesta er steinprent. Í myndunum hjá Mariusi Olsen er myrkrið ikki bara svart. Myrkrið er ikki eintýðugt. Myrkrið er kvirt við ljóðum, tað er bleytt við hvøssum kantum, tað flykrar, tað flákrar í gyltum litum. Myrkrið er reytt, myrkrið er blátt, myrkrið er gult og tá allir litirnir verða lagdir omaná hvønn annan lag oman á lag, mynda teir margtýtt myrkur. Ofta hómast ein glotti í skýmingini. Ein tendraður svávulpinnur lýsir rúmið upp við gulum og bláum ljósfarrum. Úr húsagluggunum skínur inniljósið hugfarsliga út í náttina, og onkrastaðni savnast ljósið kámliga í eini spegling av einari lampu í myndini. Speglingar, skuggar og myndir í myndini skapa iva um ta ítøkiligu rúmdina, og ofta eru myndirnar hjá Mariusi Olsen soleiðis háttaðar, at tær í størri mun spyrja enn svara. Í einum landslagi sæst ein strikukota, sum eitt sindur speiskliga spyr, hvussu landslagið skal skrásetast. Tað tjóðskaparliga hevur stóran týdning fyri listamannin. Í teirri nú klassisku myndini Flaggstong, sum Marius Olsen gjørdi í 1994, sæst frustratión yvir føroyska húsagangin og mannminkandi viðferðina, sum føroyingar fingu í hesum sambandi. Dygdin í myndini kemur av hennara fleirtýdni. Vit síggja eina bygd og miðskeiðis eina flaggstong, har sum flaggið átti at verið er eitt tómrúm. Kring bygdalýsingina er ein rammi av fløggum, sum vísir á ymiskar møguleikar fyri tjóðskaparligum samleika. Tað danska flaggið er ein møguleiki, EU ein annar, men mitt í rokanum eru eisini fløgg frá farnum samfelagum og ríkjum, t.d. triðja ríkinum og tá gerst myndin av álvara speisk. Hetta interaktiva eyðkennið, sum setur áskoðaran í gongd við at hugsa, er afturvendandi í gløggu myndunum hjá Mariusi Olsen, sum tó eisini hava eina meira sansaliga, ekspressiva síðu, har listamaðurin heilt einfalt gleðist um náttúru og kvinnuligan vakurleika. Marius Olsen hevur arbeitt í Steinprenti í fýra vikur og hann hevur fingið nakrar myndir burturúr, sum bæði víkja frá og eru líkar eldri myndum. Tað sæst greidliga, at listamaðurin eksperimenterar og støðugt setur sær sjálvum avbjóðingar, eisini tøkniliga sæð. Framsýningin letur upp í Steinprenti leygardagin 28.februar kl.15-17 og øll eru hjartaliga vælkomin.