Við svartari flugu  – Ólavsøkuframsýningin 2017

Komin um miðjan aldur má bara ásannast, at ólavsøkan birtir eina ávísa ævinleikakenslu í mær. Antin tað regnar ella er turt, antin kórið á Tinghúsvøllinum er stórt ella risastórt og líkamikið hvør bátur hevur stavnin framman fyri onkran annan - ja, so skerst ikki burtur, at tær eru farnar at líkjast, allar mínar ólavsøkur og eg dugi ikki longur at skyna á um hetta ella hatta hendi á ólavsøku tá ella tá. Tað er fyri mær eins og mynda hesar endurtøkur ein form, sum á hvørjum ári verður fylltur av løtum við nærveru saman við teimum ymsu menniskjunum, eg møti. Enn tykjast endurtøkurnar meiningsfullar og tískil fór eg aftur í ár, forvitin og fegin, á Ólavsøku-framsýningina í Listasavni Føroya.

Ævigt og farandi

Eisini í góðari list býr eitt slag av ævinleika, ið er mótsettur okkara tíðaravmarkaðu tilveru. Vit eru hugtikin av aldargomlum standmyndum og av skróvturrum, gomlum málningum, tí at hesi verkini uttan nakra forðing tala til okkum yvir um tíðarmørk. Innan avantgarderørslur sum Fluxus og ymisk antilistarlig rák er næstan tað øvugta galdandi. Her liggur sektin á teirri núverandi støðuni og kanska eisini onkra staðni í framtíðini. Tað kann tykjast eitt sindur marghátligt, tá t.d. fluxuslist verður museumslist og verkini, sum vóru gjørd til stuttleika, spontant og við forgeingiligum gerandistilfari, skulu varðveitast í allar ævir.

Heildarmerkt framsýning

Heitið og evnið á ársins Ólavsøkuframsýning er “Ókend”, men evnið er lukkutíð umsitið á smidligan hátt – í summum førum er ikki so lætt at finna ókenda evnið í verkinum. Aftur í ár er Ólavsøkuframsýningin bæði kuraterað og sensurerað, fyriskiparnir hava boðað frá, at dentur er lagdur á at sameina arkitekturin í rúminum við listaverkini sum verða sýnd fram. Hetta verður gjørt saman við sjey innbodnum listafólkum, sum arbeiða við ljóðlist, installatiónslist og skulptur. Tey eru Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð & Sebastian Edin, Anný Øssursdóttir Djurhuus, Dan Helgi í Gong, Guðrið Poulsen, Heðin Ziska Davidsen og This Is Waa. Harumframt kundu øll áhugað senda verk inn til metingar. Sekstan luttakarar við 70 verkum sloppu gjøgnum tað nálareygað: Alda Mohr Eyðunardóttir, Ann Mari Dam, Gyða Jacobæus, Heiðrik á Heygum, Jens Dam Ziska, Jón Sonni Jensen, Maria Smith, Martina Sørensen, Ole Wich, Pernille Mejslov, Philippe Carré, Randi Samsonsen, Rannvá Holm Mortensen, Saga Kapna, Tummas Jákup Thomsen og Øssur Johannesen. 

Fjølbroytt framsýning

Framsýningin er fjøllbroytt og stuttlig við rúmum í rúminum og fjølbroyttum tøkni, sum í støðum geva upplivingar, ið eru átøkar teimum, ein fær á Eksperimentarium. Summum verkum mást tú leita eftir, so eg válaði runt eitt sindur sum fluga í fløsku, tá eg datt fram á eina einstaka mynd hjá Tummas Jákupi Thomsen og steðgaði á, tó, at hetta ógvuliga analoga og friðarliga verkið ikki ger stóran háva av sær í øllum ganginum í gamla framsýningarsalinum. Talan er um eina blýantstekning av tólv armbandsurum, sum eru sett á pappírsarkið eftir regluligari skipan við vísarum, sum vísa klokkutíðir frá 13 til 12. Ein merkiliga ómerkilig mynd, var tað ikki fyri svørtu fluguni, sum manifestarar seg miðskeiðis á myndini. Fyrst helt eg tað vera eitt sonevnt trompe l´oeil; sum vit síggja tað í málningum frá barokktíðini og í klassiskari list við eini flugu ella lutum, sum eru málaðir realistiskt og við trívídd, so at tað sær út sum um, at talan er um eina veruliga flugu, sum hevur sett seg á málningin. Eg mátti hyggja fleiri ferðir, men staðfesti, at svarti bulurin á fluguni í øllum førum var ítøkiligur, meðan beinini tóktust teknað. Kenni eg Tummas Jákup Thomsen rætt, er okkurt stuttligt við verkinum, sum hevur fiffiga heitið Ókend ur, men hetta er eisini eitt óhugnaligt verk, ið snýr seg um klokkutíðina, ið gongur javnt og samt, men sum einaferð heldur uppat, tá vit fara úr tíðini. Flugan er eitt gamalt, ófrættakent symbol fyri deyða, rot og upploysn, og verkið Ókend ur fær meg at hugsa um eina gamla yndisyrking eftir Carl Jóhan Jensen við heitinum Við svartari flugu. Yrkingin, ið hevur yvirskriftina líkskari 1951, er ein av rættiliga mongum ekfrasum í føroyskari poesi; ein sansalig lýsing av einum málningi hjá Mikines, sett upp sum sonnett, væl komponerað og komprimerað við ansi fyri mótsetninginum millum tað æviga í listini og fasta forminum og tí óstøðuga, stokkuta í likamligu dekompositiónini.

Feiri av luttakarunum í ársins Ólavsøkuframsýning eru ungar, dugnaligar kvinnur sum t.d. Alda Mohr Eyðunardóttir, Gyða Jacobæus og Saga Kapna, sum áður hevur framsýnt sínar áhugaverdu myndir, ið eru málaðar uppá ymsar træplátur við myndevnum frá nærumhvørvinum. Tá hesar myndirnar eydnast, liva tær sítt kensluborna lív við einum illustrativum og illusionistiskum brái upp móti tilfarinum í trænum, sum málað verður á; hetta gevur myndunum eitt samanumtikið dekorativt brá. Tíverri er úrslitið hesa ferð lakari enn seinast, nakrar av myndunum eru átøkar teimum søtu romanillustratiónunum í Familiejournal, ið eru merktar av grunnum og bíligum effektum. Eitt undantak er tann villa reyða myndin við sannførandi bad art kvalitetum.

Tær tjúgu akvarellirnar hjá Heiðriki á Heygum, sum avmynda eina kvinnu og hennara virksemi, hava somuleiðis eitthvørt illustrativt yvir sær. Í stíli eru myndirnar hjá Heiðriki á Heygum annars ómetaliga lítið broyttar, síðan eg á fyrsta sinni sá hansara myndir fyri eini tíggju tólv árum síðani. Universið tykist heldur egofikserað og grunt; heitini minna um replikkir frá amerikonskum ungdómssjónvarpi ella Love-bløðunum, sum gentur lósu fyrr í tíðini, men fyrst og fremst illustrera myndirnar eina søga um stórt einsemi.

THIS  IS WAA aka Bárður Næs og Per Ingvaldur Højgaard eru mær vitandi meira musikk- enn myndlistamenn, men teirra installatión við einum øvugtum rúmi og samansettum tónleiki var rættiliga herlig, ólavsøkulig og sjálvt um skeltið uttanfyri gav mær eitt stutt herðindi av kerligum minnum um Kondittaríið, tá mann kundi velja um mann vildi hava kalt ella heitt eplasalat, so var tað hipstararetrostílin í Sirkus og G!, eg kom í tankar um í so stóran mun, at eg tók meg í at sakna eitt fatølsannlegg harinni. Sum áður nevnt eru fleiri ljóðverk við á framsýningini í ár, Heðin Ziska Davidsen er maðurin aftan fyri teir nørdaligu og ódámligu ýlitónarnar uppi á balkongini, meðan Dan Helgi í Gong hevur samansett rútmusporið undir trappuni, sum man vera tað mest subtila verkið á framsýningini. Eg hevði neyvan uppdagað tað, um ikki tann fryntiligi kuratorurin, arkitektstuderandi Trina Gaard vísti mær á tað. Videoverkið hjá Dan Helga er hin vegin ikki serliga subtilt, tað er sera einfalt, men einasta dømi um eina politiska tulking av evninum Ókend. Tað eru deyðir flóttar, sum verða klipptir inn á eina heimliga klettastrond.

Installatiónina hjá Onnu Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Sebastian Edin misskilti eg, tí hon varð ikki tendrað, tá eg var inni í henni á fyrsta sinni. Tí stóð eg har í bølamyrkrinum og hómaði nakrar steinar, sum sveimaðu og skygdu í tí, sum eg helt vera eina náttúrliga ljóskeldu. Eg varð fullkomiliga hugtikin av modernaðu einfeldini í verkinum og haldi, at upplesturin og ljóðið, sum kom aftrat, hevði eitt meira tungt og hátíðarligt brá, men eg skal helst uppliva verkið umaftur. 

Framsýningarevnið er ikki evident hvørki í teimum leyshentu og tessvegna poetisku klippmyndunum hjá Philippe Carré ella í teimum kendu, ekspressivu tekningunum hjá Øssuri Johannesen - hesar nýggju tekningarnar eru góðar og tykjast onkursvegna avkláraðar - men sum áður nevnt er tað gott, at framsýningarkonseptið er nóg ódogmatiskt tulkað til at eisini tílíkar myndir sum tær hjá Carré og ljóssterku og fríu vatnlitamálningarnar hjá Martinu Sørensen sleppa við

Hinvegin er evnið meira týðiligt í øðrum verkum hjá t.d. Pernille Mejslov, Jón Sonni Jensen, Guðrið Poulsen og Mariu Smith og í skýggjformatiónunum úr høsnatráði hjá Ole Wich, sum ger ævigu umbroytingina í skýggjaflókum ítøkiliga. Svarti Gróðurin hjá Rannvá Holm Mortensen, sum sæst á myndini her omanfyri, sýnist somuleiðis relevantur í mun til evnið við hesum løgna, ókenda substansi, sum toyggir seg dramatiskt út í rúmið.

Svartur Gróður minnir eitt sindur um tekstilverkini, sum vit hava sæð frá Randi Samsonsen seinastu árini, tó at meira dentur er lagdur á sjálvt handverkið hjá síðstnevndu, ið hevur 3 verk við á Ólavsøkuframsýningini. Tey eru hugtakandi fjálg, organisk við rundleittum hangandi ella liggjandi formum, sum minna um ymiskt likamligt og so allíkavæl ikki. Okkurt verk er bygt upp í tveimum við einum skapi, har minni skap stinga seg burturúr, nakað sum á eini barnsliga teknaðari hond. Tað verður spennandi at síggja eina framtíðar serframsýning við hesi listakvinnuni og tað sama sigi eg um ta ungu Anný Djurhuus Øssursdóttir, sum viðvíkjandi heitum er á sama spori sum Heiðrikur á Heygum, men sum við ansi fyri skemti og ramasjang alla tíðina skiftir úttrykk og tøkni. Eisini Jens Dam Ziska fer vónandi ein penan dag at tora at tveita seg út í málaríið av fullum hjarta, so hann kann hava serframsýning við sínum fínu tilfarsliga og koloristiskt tilvitaðu málningum, har stýrd geometrisk skap blaktra í mótsetninginum við lívrunnin og óstøðug strok. Tey eru eyðvitað mong, ið fáast við sama formella mótsetning, men tey, sum fáa góðar málningar burturúr, eru ómetaliga fá.

Sjálvt um eg sakni listarliga tyngd og ævinleika á Ólavsøkuframsýningini 2017, hugsi eg, at evnið Ókend leggur upp til nakað meira óstøðugt og trilvandi og tá hevur Trina Gaard helst nátt sínum máli. Talan er í hvussu er um eina dynamiska og spælandi framsýning við góðum undirhaldsvirði. Í onkrum einstøkum føri er staðsetingin ikki nóg góð; hetta er t.d. galdandi fyri tær viðkvomu fotoprentmyndirnar hjá Gyðu Jacobæus í forhøllini. Her er nógvur visuellur gangur, tað vil so vera í eini forhøll við café og øðrum virksemi, men veggurin, har myndirnar hjá Gyðu hanga, er ov ljótur og holutur; eg havi einki ímóti ráum hølum, men ikki, tá tað er ómotiverað. Ólavsøkuframsýningin er opin mánadag - sunnudag kl. 11-17 inntil 6.august. Atgongumerkið kostar 65 krónur, myndaskráin er ein lutaseðil, sum mann kann vinna eitt prent hjá Janusi Kamban við.

Cyanotopiskt afturhvarv í Tjørnuvík

Sunnudagin var opið hús í skúlanum í Tjørnuvík - sum man vera eitt tað vakrasta umhvørvi kring nakað listabýli - tá Malene Jorck Heide Jørgensen vísti hvat hon hevur fingið burturúr sínum uppihaldi í skúlanum. Hon greiðir soleiðis frá:

I juli måned 2015 tog jeg ophold i skolen i Tjørnuvik for at gå i dialog med gamle negativer jeg havde arvet fra min farmor. Hun rejste i 1937 til Færøerne for at tage sin uddannelse på et apotek. Det blev især sølvet i de gamle optagelser der fik opmærksomhed, mere end optagelserne i sig selv. Min datter og jeg byggede sandslotte af det mørke sand af basalt. I timevis byggede vi og pyntede slottene med fjer og muslingeskaller, hvorefter bølgerne skyllede vores dagsværk bort og fremkaldte landskaber, der hvor vores slotte havde stået. Jeg fixerede billederne med mit digitale kamera. Processen er en analogi af den klassiske fotografiske fremkaldelse.

Velvidende at den fotografiske ramme både er mulighedernes og begrænsningernes arena gjorde jeg hilsner til de gamle S/H 6x9 optagelser i det materiale jeg havde foran mig, sandkornene i basalt. Billederne blev første gang udstillet i Lyngby i efteråret 2016.

Det var planen at jeg skulle lave noget med uld denne gang. Dog har klipningen af bygdens får ladet vente på sig, men så har jeg arbejde med Cyanotopi og bla. hø.

Cyanotopi er en kameraløs fotografisk proces. En lysfølsom blanding (potassium ferricyanide og ferric ammonium citrate) pensles på papir i mørke. Når papiret er tørt lægges det i en lystæt beholder. Jeg har lavet fotogrammer ved at placerer blomster og hø bl.a. på det lysfølsomme papir og eksponeret under åben himmel. En gammel fotografisk proces jeg har testet på dette ophold i juli 2017. Cyanotopi blev opfundet i 1842 af John Herschel.

Fotomyndir: Jan Andersson

Eg og bókmentaligt G

Aftur í ár var mín G-festivalur nógv meira bókmentaligur og listarligur enn hann var tónleikaligur. Í staðin fyri at ómaka mær oman á sandin at lurta eftir Kris Kristoffersen, sat eg við búgvið borð og prátaði um onkran tekst hjá legenduni. Tað var serliga Bobby McGee við byrjanarregluni “Busted flat in Baton Rouge, waiting for a train”, sum var á skránni. Onkur googlaði tekstin, sum er ein sentimentalur road-hjartasorg-countrytekstur við teirri óvæntaðu snaring, at tann góða Bobby er ein kona. Grundin til at mær onkursvegna dámar henda sangin, sum eg havi murrað í allan dag er heilt vist ein kona - tí, tá eg hugsi um sangin, hoyri eg Janis Joplin fyri mær. Onkur við borðið helt, at Janis hinvegin kundi syngja sál inn í hvat sum helst, og hevði hon sungið ein evergrin sum “Omma, omma tað eri eg..”, hevði tann framførslan ivaleyst eisini verið nemandi. Soleiðis er G! eisini við stuttligum og hugnaligum práti við fitt fólk og tey, sum komu aftur og høvdu lurtað eftir Kris Kristofferson søgdu seg hava fingið eina heilt serliga uppliving. Men tað hevði eg eisini sjálv løtuna áðrenn, frá klokkan tvey til fimm í Neystinum á G!

Bókmenta- og listatiltakið hjá forlagnum Eksil var størri og meira fjølbroytt í ár enn hini árini, eg havi verið. Í tríggjar tímar var evnið Materialitetur og náttúra viðgjørt á ymsan hátt. Staðsetingin av tiltakinum var heilt óvanliga góð. Neystið og umhvørvið eru merkt av einum serstøkum vøkrum materialiteti við hópin av sporum av ymsum aktivitetum, sum hava gingið fyri seg har. Staðið var sostatt í sær sjálvum fult av inspirerandi materialiteti og var hóskandi karmur kring prát, upplestur og listaverkini. Jóhan Martin Christiansen hevði gjørt listaverk á staðnum, sum næstan passaðu ov væl til umhvørvið - í øllum førum mistók onkur eitt listaverk fyri at vera tilvildarligt burturkast, sum traðkast kundi á. 

Vónbjørt Vang bjóðaði vælkomin og greiddi frá skránni og Kim Simonsen greiddi frá evnisvalinum og skiftinum í antropocentriska heimsáskoðanini, sum hevur vart síðani renesansuna til eina øðrvísi áskoðan, har heimurin eisini kann hugsast uttan menniskju. Síðani var samrøða við Jóhan Martin Christiansen og Guðrið Poulsen um list og vit gingu eina løtu runt við Guðrið Poulsen meðan hon greiddi frá listarliga áhugaverdum støðum. Á terassuni hjá Pálli las Oddfríður Rasmussen upp yrkingar - eisini har er útsýnið so hugtakandi, at eg ikki fekk alt við, sum lisið var, men tað bilar einki. Yrkingar dámar mær best at lesa, bæði tær hjá Oddfríði og so fekk eg nýggja savnið hjá Vónbjørt Vang við heim:

 

alt sum okkum er givið 

mugu vit lata aftur

ljósið lata vit náttini

dagin lata vit myrkrinum

orðini

bera vit aftur

sum offurgávur

sum eina bók vit hava lænt

eitt tíðarskeið

nú slitin og full av notum

 

hvussu nógv orð okkum enn eru givin

eru vit einsamøll

hvussu nógv orð vit enn bera víðari

einsamøll einsamøll

ljósið fellur inn millum sprekkurnar

í afturlatnu gardinunum 

 

tað at missa okkurt

man ikki visti av

at man hevði

(brot úr yrking á síðu 70 í Djúpini - Vónbjørt Vang)

 

Ivan Niclasen, sum var omnipresentur mediator á øllum tiltakinum, læt væl at nýggja yrkingarsavninum hjá Vónbjørt Vang, Djúpini, sum varð lagt fram í Neystinum. Lena Nicolajsen hevur myndprýtt savnið og Ivan tosaði við tær báðar um samstarvið og hvussu tað var farið fram. Síðani las Vónbjørt upp meðan Jens L.Thomsen spældi undir. Elektroniska ljóðmyndin riggaði væl sum undirlag og mótsetningur bæði til tað heimliga og kenda í orðunum hjá Vónbjørt og til tað slitna, gamla neystið, sum tey hava ruddað og lagt streym inn til tiltakið. Sostatt bar til at hava uppvørpu við myndum og tekstum í Neystinum. Antropologurin, Stuart McLean, professari á University of Minnesota hevði ein fyrilestur, har mentanarfatan og mannfrøði umskaraðust á ein áhugaverdan hátt. Kim Simonsen las nýggjar yrkingar og síðani var listaprát millum Jóhan Martin Christiansen, Guðrið Poulsen, Kim Simonsen og Stuart McLean, tíverri fekk eg ikki upplesturin hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir við, men Sissal Kampmann hoyrdi eg; tær eru báðar áhugaverdir yrkjarar (Anna Malan fer at lesa upp á Býarbókasavninum í Havn mikudagin klokkan 16 saman við Rithøvundaskúlafelagunum, Oddfríði M.Rasmussen og Rúna Weihe). Samanumtikið var lista- og bókmentatiltakið eitt frálíkt tiltak, og við allari virðing fyri stóra arbeiðnum, sum liggur í einum tílíkum tiltaki, so vóni eg ikki, at tiltakið verður minni næsta ár. Áhugin er ríkiliga stórur fyri einum enn størri tiltaki, sum kundi byrja fyrr um dagin við fleiri fyrilestrum, fleiri yrkjarum, fleiri framsýningum, meira list (benkurnir hjá Tummas Jákupi Thomsen og teimum vóru upplívgandi) og ikki minst: Fleiri steðgum! 

Áhoyrarar

Áhoyrarar

Kim Simonsen 

Kim Simonsen 

Stuart McLean

Stuart McLean

Neystaveggur við verki hjá Jóhan Martini Christiansen

Neystaveggur við verki hjá Jóhan Martini Christiansen

Tvey verk hjá Jóhan Martini

Tvey verk hjá Jóhan Martini

Inni í Neystinum

Inni í Neystinum

Vónbjørt Vang

Vónbjørt Vang

Jóhan Martin Christiansen 

Jóhan Martin Christiansen 

Guðrið Poulsen 

Guðrið Poulsen 

Guðrið greiðir frá møguligum land art støðum

Guðrið greiðir frá møguligum land art støðum

Oddfríður M.Rasmussen lesur upp

Oddfríður M.Rasmussen lesur upp

Tey lurta

Tey lurta

Ivan Niclasen heldur skil á

Ivan Niclasen heldur skil á

Vónbjørt Vang lesur upp

Vónbjørt Vang lesur upp

Samrøða við Lenu Nicolajsen og Vónbjørt Vang

Samrøða við Lenu Nicolajsen og Vónbjørt Vang

Art talk

Art talk

Venclamenn

Venclamenn

 

 

Bókmentir og list á G!

Spennandi og fjølbroytt tiltak á G! 2017. Samrøður, list, bókaframløga, upplestur og mangt annað, leygardagin 15.juli kl 14-17

Land Art: Materialitetur og náttúra
Framsýningar, bókmentatiltak og samrøður

Skrá

14.00 Byrjan við neystið
Jóhan Martin Christiansen og Guðrið Poulsen tosa stutt um list við Ivan Niclasen

14.30 Vit ganga við Guðrið Poulsen til støð, sum kundu verið áhugaverd sum landart listaverk. 
Oddfríður Marni Rasmussen lesur

15.00 Neystið:

Framløga av nýggja yrkingasavninum hjá Vónbjørt Vang, Djúpini 
Vónbjørt Vang og Lena Nicolajsen í samrøðu við Ivan Niclasen

Jens L. Thomsen spælir. 

15.20 Neystið: Stuart McLean framløga
Kim Simonsen lesur

15.35 Neystið: Nature and art talk.
Jóhan Martin Christiansen, Guðrið Poulsen, Kim Simonsen og Stuart McLean í samrøðu við Ivan Niclasen. 

16.00 Neystið:
Anna Malan Jógvansdóttir lesur
Sissal Kampmann lesur

16.30 Neystið: 
Vit avrunda. 

Jens L. Thomsen spælir. 


Stuðlar
Okkara
Eysturkommuna
Mentanargrunnur Landsins
Mentamálaráðið

 

Ólavsøkuframsýningin 2017 "ÓKEND"


Listafelagið skipar fyri afturvendandi Ólavsøkuframsýningini í Listaskálanum, sum í ár hevur 70 ár á baki. Framsýningin ber heitið Ókend, og er tað upp til einstaka listafólkið at taka støðu til, týða og brúka heitið, sum teimum lystir. Hugsanin er at eggja til samskifti við heitinum sum útgangsstøði; bæði í listarligu tilgongdini og á sjálvari framsýningini, sum hugkveikjandi samband ímillum ymisku verkini, verkini og vitjandi, og vitjandi og framsýningina í sínari heild.

Í ár er dentur lagdur á at sameina arkitekturin í rúminum við listaverkini sum verða sýnd fram. Hetta verður gjørt saman við sjey innbodnum listafólkum. Listafólkini arbeiða við ljóðlist, installatiónslist og skulptur. Tey eru Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð & Sebastian Edin, Anný Øssursdóttir Djurhuus, Dan Helgi í Gong, Guðrið Poulsen, Heðin Ziska Davidsen og This Is Waa.
Hesi eru boðin við av tí orsøk, at tey á hvør sín hátt arbeiða við rúmligum og sansaligum verkum sum skulu órógva teir kendu karmanir í Listaskálanum. Við heitinum Ókend sum útgangsstøði er grundhugsanin handan hesa uppsetingina at skapa eina hugvekjandi uppliving fyri vitjandi.

Umframt at hesi listafólkini eru biðin at vera við, varð heitt á øll áhugað at senda verk inn til metingar. 
Eftir metingina av innkomnu verkunum, teirra relatión til heildina og heitið á framsýningini, eru 70 verk av 16 listafólkum løgd afturat. 
Hesi listafólk eru Alda Mohr Eyðunardóttir, Ann Mari Dam, Gyða Jacobæus, Heiðrik á Heygum, Jens Dam Ziska, Jón Sonni Jensen, Maria Smith, Martina Sørensen, Ole Wich, Pernille Mejslov, Philippe Carré, Randi Samsonsen, Rannvá Holm Mortensen, Saga Kapna, Tummas Jákup Thomsen og Øssur Johannesen. 
Rúmligu inntrivini, sum innbodnu listafólkini gera, skapa nýggjar karmar um innkomnu verkini; til tess at tvinna saman ymisku listagreinanar sum umboðaðar eru á framsýningini.

Listafelagið og Trina Gaard (fyriskipari og kurator) ynskja øllum vitjandi vælkomnum á Ólavsøkuframsýningina 2017.

Fernisering verður Ólavsøkuaftan t. 28 juli, kl. 15.00. Landstýriskvinnan í mentamálum Rigmor Dam heldur setanarrøðuna, og Katya R. D. Nielsen og Kristina á Váli framføra dans og cello tónar. 
Okkurt vátt og turt til góman verður eisini at fáa.

Framsýningin hevur opið soleiðis:

Ólavsøkuaftan - 28.07.17 kl. 11 - 20
Ólavsøkudag - 29.07.17 kl. 11 - 20
Annars opið allar dagar kl. 11 - 17

Framsýingin letur aftur 06.08.17 kl. 17

Gjøgnumførd og ambitiøs framsýning

Viscera - Construct - Jón Sonni Jensen

Mikukvøldið 12/7 læt framsýningin Viscera - Construct hjá Jón Sonna Jensen upp í hølunum hjá Granskingarsetrinum Inova á Hoyvíksvegi 51 í Havn, tað er har, sum Rúsan helt til fyrr í tíðini.

Hetta er ein rættiliga stór serframsýning við 28 verkum, sum listamaðurin hevur gjørt til høvið, umframt einum ljóðlistaverki, sum Dan Helgi í Gong hevur gjørt til framsýningina. Til upplatingina var sum vera man eitt sindur ov nógvur gangur til heilt at hoyra áhugaverda auditiva verkið, sum sjóðar í bakgrundini og sum m.a. inniheldur ljóð av aluminium, ið gevur okkum eina øðrvísi sansaliga uppliving av tilfarinum, sum vit so eisini síggja á framsýningini.

Tað er ikki á hvørjum degi, vit her á landi uppliva eina heila framsýning úr so mikið ólistarligum tilfari sum latex, aluminium, gips og polyurethan-skúmi, men vit kenna tilfarsvalið aftur frá t.d. Ólavsøkuframsýningum, FESKT og øðrum felagsframsýningum, sum Jón Sonni hevur luttikið í og fyri nøkrum árum síðani hevði hann eina áhugaverda serframsýning á Býarbókasavninum. Framsýningin Viscera - Construct er á sama spori, men hon er meira gjøgnumførd og stórsligin. Heitið á framsýningini sipar bæði til organiskar innvølir og byggivirksemi. Verkini eru tilfarsgranskandi við denti á mótsetningar sum flótandi og hart, tungt og lætt, organiskt og mekaniskt og harvið tykist staðsetingin av framsýningini í einum vísindaligum granskaraumhvørvi uppløgd og væl hugsað. Tað er av sonnum hugaligt at síggja føroysku listina spríkja fram á nýggjum og øðrvísi pallum.

Heitini á verkunum eru øll á enskum – hetta er ein altjóða framsýning, sum heilt vist fer at skuffa tey ferðafólkini, sum leita eftir Føroyalist, almikið. Men hetta er ein framsýning við hægri listarligum ambitiónum enn teimum hjá kommersiellu turistmálarunum. Har eru í roynd og veru oljumyndir við á framsýningini, men tær eru øðrvísi og tykjast eitt nú í litum at vera tillagaðar framsýningini. Hesar myndirnar og smáu gipsverkini sýnast onkursvegna óneyðug á framsýningini, ið hevur lyndi til at gerast eitt sindur yvirfyllt, men hetta man hava verið ætlanin hjá listamanninum; at gera eina installatión, eina heild, har áskoðarin alla tíðina hevur ein part framman ella aftanfyri seg meðan hon gongur runt í framsýningini. Samanumtikið er talan um eina gjøgnumførda og ambitiøsa framsýning, hvørs sterka, djarva tilfarsliga uppáhald eisini kann gerast ein uniformur veikleiki - eg tók meg í øllum førum í at ímynda mær hvussu verkini høvdu sæð út í marmor, granitt, travertin og bronsu. Tey bestu verkini eru nonfigurativar standmyndir við einum serstøkum, sansaligum hedonistiskum brái, sum fær meg at hugsa um standmyndina, sum danski myndahøggarin, Jørgen Haugen Sørensen gjørdi til danska instituttið í Rom. Hinvegin haldi eg hetta, at áskoðarin sjálv fer at hugsa um ymiskar tilfarsmøguleikar, vera eitt satt bragd.

Framsýningin hjá Jón Sonna Jensen er opin mánad.-mikud. frá kl.10-16. Hósdag til kl.18 og fríggjadag og leygardag til kl.16 hetta til 12.august. 

Jørgen Haugen Sørensen

Jørgen Haugen Sørensen

 

 

VISCERA-CONSTRUCT Jón Sonni Jensen

Framsýning í Granskarasetrinum iNOVA.

12. juli – 12. august 2017

Fernisering mikukvøldið 12. juli, kl. 19.30

Framsýningin, sum Jón Sonni Jensen bjóðar inn til í summar er fyrsta einaframsýningin hjá Jón Sonna í trý ár, og samstundis eisini tann mest umfatandi sum Jón Sonni hevur havt.

Øll verkini sum eru við, eru framleidd tað seinasta árið, og eru serliga gjørd til høvið.

Hetta er fyrsta langtíðar listaframsýningin í hølunum hjá granskarasetrinum iNOVA (Hoyvíksvegur 51, Tórshavn).

29 verk eru við á framsýningini. 7 málningar, 21 skulpturar, umframt eitt ljóðverk, ið ljóðlistamaðurin Dan Helgi í Gong hevur framleitt.

Verkini eru í høvuðsheitum deild upp í fýra flokkar: smá gipsverk, størri skúm- og aluminiumsverk, hangandi latex tekstilverk og oljumálningar á aluminium. Framsýningin kemur tó at merkjast sum ein installatión, har verkini øll spæla avgerandi leiklutir, og eru verkini gjørd við serligum atliti til hølið ‘Eksperimentarium’ í iNOVA.

Jón Sonni hevur í síni list tey seinastu árini viðgjørt kroppin og tað kropsliga sum heild. Hetta ger hann eisini í hesi framsýning, men tað sum eykennir flestu av verkunum sum er við í ‘Viscera-Construct’, er ein ávís loysing frá tí ítøkiliga, sum annars hevur merk listina fyrr.

 Listamaðurin ynskir eina sansaliga uppliving fyri hyggjaran, sum bæði er undrunarsom, forvitnislig, opin og frísklig, og samstundis eisini argilig og órógvandi. Tað er nevniliga markið millum hetta jaliga og neiliga  sum hugtekur Jón Sonna – Hvussu hyggjarin upplivir júst hetta markið við óvissu í mun til tað kropsliga sum evni.

Fyri Jón Sonna er tað kropsliga altíð ein spegil móti hyggjaranum. Tann vitjandi kennir møguliga ikki myndina aftur sum nakað ítøkiligt, men kann tó merkja eitt kroppsligt skifti, sum boðar frá einum ótilvitaðum trúnaði.

Jón Sonni er 29 ára gamal, úr Vestmanna og er útbúgvin BA (hons) Fine Art frá Norwich, Onglandi.

Tú kanst síggja meir av listini hjá Jón Sonna Jensen á heimasíðu hansara: www.jonsonnijensen.com

Eisini kunnu brellbitar til ‘Viscera-Construct’ síggjast á hansara Instagram: www.instagram.com/jonsonnijensen

Fernisering verður mikukvøldið t. 12 juli, kl. 19.30. Listfrøðingur Solveig Hanusardóttir Olsen heldur setanarrøðuna, og Son of Fortune spælir nøkur løg av síni seinastu útgávu. Ábit og drekka verður eisini at fáa.

Framsýningin hevur opið soleiðis:

Mánad. – Mikud.:     10 – 16

Hósdagar:     10 – 18

Fríggjad. og Leygard.:     10 - 16

 

Marius manglar í permanentu framsýningini í Listasavninum

Liðin eru nú seks ár síðan Nils Ohrt gjørdist stjóri í Listasavni Føroya og fýra ár eru síðani kjakið millum undirritaðu og stjóran um listarligu raðfestingar hansara. Hvat er so hent við savnsvirkseminum hesi millumliggjandi árini? Jú, støðan er normaliserað á tann hátt, at Listastríðið er formliga av soleiðis at fleiri limir í Heystframsýningarbólkinum hava framsýnt í Listasavninum; t.d. Zacharias Heinesen, Bárður Jákupsson, Tróndur Patursson, Anker Mortensen, Hanni Bjartalíð og Hansina Iversen. Somuleiðis eru samstarvsverkætlanir millum limir frá Heystframsýningarbólkinum og Felagnum Føroysk Myndlistafólk nú ein realitetur; eitt nú fara Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen at framsýna saman í 2018. Men harumframt er støðan neyvan nógv broytt. Listasavnið leigar enn listaverk út og er hervið kappingarneyti hjá føroyskari samtíðarlist og hetta virksemið samsvarar framvegis ikki við endamálorðingini hjá Listasavni Føroya, punkt 7, at stovnurin skal fjálga um virkismøguleikarnar hjá skapandi listini.

Eitt er tað prinsipiella, eitt annað er framsýningarvirksemið í praksis. Í gjár var eg í permanenta partinum av savninum og hugdi eftir um raðfestingarnar hava broytt seg hesi seinastu fýra árini. Umframt at savnið av klassikarum sum Steffan Danielsen og Ruth Smith er vaksið við góðum verkum, eru fleiri onnur góð ting at síggja í savninum; m.a. eru Anker Mortensen og Bárður Jákupsson virðiliga umboðaðir við góðum málningum. Mikines og Ingálvur av Reyni hava hvør sína pyramidu, tað er eisini gott, sæð burtur frá hasum ræðuligu veggunum, sum eru bygdir upp fyri inngongdina, sum blokera fyri ljósinum og sum yvirhøvur tykjast ganga ímóti arkitektoniska hugskotinum við vakra savnsbygninginum.

Tað tykist annars sum um, at denturin í Listasavni Føroya liggur á teirri gomlu listini, á modernaðum klassikarum sum Ingálvi av Reyni, Thomas Arge, Steffan Danielsen, Ruth Smith, Hans Hansen osfr. Eg havi áður verið inni á hesum, at Listasavnið er ov lítið til bæði at umboða ta eldru listina og samtíðarlistina, men alt valdast sjálvandi raðfesting, keypi og vali av dygdarlist.

Í samtíðarpyramiduni hevur Tróndur Patursson ein heilan stórbæran vegg við trimum monumentalum verkum. Tey trý ymiligu verkini hjá Edwardi Fuglø breiða seg um endaveggin, gólvið og ein av smærru veggunum. Hansara parafrasa av høvuðsverkinum hjá Manet, Le dejeuner sur l´herbe hongur somuleiðis í forhøllini. Av tí, at plássið er lítið í Listasavninum, kann møguliga argumenterast fyri, at dentur sum heild verður lagdur á ta gomlu listina og hetta kundi verið orsøkin til, at listafólkini um miðjan aldur tvs. tey, sum eru í fjørutunum og hálvtrýssunum, ikki eru serliga væl umboðað (sæð burtur frá t.d. Edwardi Fuglø og Anker Mortensen). Og um nú skeringspunktið er 1965 kann mann møguliga fáa tað at passa, at framúrskarandi listafólk sum t.d. Hansina Iversen (1966), Hanni Bjartalíð (1968), Rannvá Kunoy (1975) og Øssur Johannesen (1970) ikki eru at síggja í permanenta partinum av Listasavninum, umframt at yngri listafólk sum Silja Strøm (1987) og Jóhan Martin Christiansen (1987) heldur ikki eru umboðað og ikki við verðandi gongd skulu vænta at verða tað fyrr enn um tjúgu ár. Tað er so tað. - Eg dugi bara ikki at finna nakað haldgott argument, sum forðar fyri, at verkini hjá einum so einastandandi fínum listamanni sum Mariusi Olsen (1963) ikki kunnu upplivast í Listasavni Føroya, hvørki á serframsýning, ei heldur á teirri permanentu framsýningini hjá savninum - (eitt einstakt steinprent hjá honum hongur tó til sølu í forhøllini til undirprís). Sum Inger Smærup Sørensen skrivaði í bók síni Livandi list um Marius: “Nøkur listafólk eru, og tey eru fá, ið ongantíð gera vánaligar myndir. Nøkur ávís listafólk raka altíð seymin á høvdið og tey fáa teg at grunda um tað fyribrigdið, ið verður kallað listarliga flogvitið...Tey raffineraðu verkini hjá Mariusi Olsen eru sera virðingarverd at skriva um, júst tí tey eru so ótrúliga raffinerað og fín”.

Tað er yvirhøvur undrunarsamt, at áhugi eftir øllum at døma ikki er hjá Listasavni Føroya ella stjóra savnsins, Nils Ohrt fyri at hava serframsýning við teimum trimum listabrøðrunum, Mariusi Olsen, Torbirni Olsen og Hans Paula Olsen. Teir eru allir á hvør sínum øki høvuðspersónar í føroyskari samtíðarlist, hvørs verk verða framsýnd í Steinprenti, Norðurlandahúsinum, í Norðurbryggjuni og ymsastaðni í Danmark og Norðurlondum. Eg veit ikki hvør frágreiðingin kann vera, men vóni ikki, at hon hongur saman við, at Listasavnið tekur støði í listfatanini í bókini Sekel hjá Mikael Wivel. Tað er staðfest fleiri ferð m.a. av danska mentanarjournalistinum, Lisbeth Bonde, at tann bókin hevur slagsíðu orsakað av Listastríðnum, sum ikki minst gongur útyvir viðgerðina av teimum trimum listabrøðrunum, ið allir eru við skerdan lut. Eg haldi, at tað er spell, at eitt nú útlendsk ferðafólk uttan innlit í føroyska list, ikki fáa ein so týdningarmiklan listamann sum Marius Olsen við, tá tey uppliva føroyska myndlist. Vit onnur mugu ugga okkum við, at ein heil framsýning hongur í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík við grafisku myndunum hjá Mariusi.

Marius Olsen - prentið er við á framsýningini í Gamla Seglhúsinum

Marius Olsen - prentið er við á framsýningini í Gamla Seglhúsinum

Marius Olsen - myndin er í stórfingnu bókini um listamannin, sum Sprotin gav út 

Marius Olsen - myndin er í stórfingnu bókini um listamannin, sum Sprotin gav út 

Ein góður, gamal figurur hjá Hans Paula Olsen við málningum hjá Zahariasi Heinesen aftanfyri

Ein góður, gamal figurur hjá Hans Paula Olsen við málningum hjá Zahariasi Heinesen aftanfyri

Edward Fuglø framman, Bárður Jákupsson aftanfyri

Edward Fuglø framman, Bárður Jákupsson aftanfyri

Anker Mortensen er altíð góður - eisini í hálvmyrkrinum í gongini

Anker Mortensen er altíð góður - eisini í hálvmyrkrinum í gongini

Og sjálvt um hesar vóru enn verri upplýstar, er tað gott, at Tóroddur Poulsen er sloppin í fínustovu at hanga

Og sjálvt um hesar vóru enn verri upplýstar, er tað gott, at Tóroddur Poulsen er sloppin í fínustovu at hanga

Eitt fínt portrett hjá Olivuri við Neyst av Torbirni Olsen

Eitt fínt portrett hjá Olivuri við Neyst av Torbirni Olsen

Viðkomandi William

Framsýningin William Heinesen Myndlistamaður í Listasavninum er ein relevant framsýning, har nógv verk í sær sjálvum mótprógva eyðmjúka uppáhaldið hjá Williami Heinesen um myndavirksemi sítt, at tað mest var til dagdvølju. Framsýningin inniheldur góð listaverk frá teimum ymsu periodunum hjá myndlistamanninum, Williami Heinesen, sum spegla áhugan fyri skiftandi modernaðum, europeiskum listarákum. Her eru romantiskar náttúrulýsingar og ævintýrkendar pastellmyndir, satiriskar persónslýsingar og dekorativar lýsingar av fólki og fæi í harmoni við umhvørvið. Meginparturin av verkunum eru lænt og tískil mugu vit finna okkum í teimum øgiligu rammunum, sum tyngja summar myndir óneyðuga nógv. Harafturímóti er tað ein sonn fragd at síggja tær klippmyndirnar, sum eru nýinnrammaðar við museumsglasi uttan afturskin. Uttan at vera darvaðar av skyggjandi glasi og yvirlessaðum rammum, sleppa hesar myndir at anda frítt og vísa, at tær halda sum listaverk í 2017. Hetta er til dømis galdandi fyri eitt høvuðsverk sum Njørður og Skaði; klippmyndin frá 1977 av fevningini millum tvey, sum sambært norrønari gudalæru giftust, men sum vóru ov ymisk til at kunna liva saman. Í myndini hjá Williami Heinesen er tað sum snýr allur heimurin seg um sameiningina millum hav- og fjallaveruna, sum eru avmyndað vinstrumegin miðjuna. Kring parið svimja havfrýr, fiskar, krabbar í einum skipaðum riðili av bláum og grønum formatiónum við reyðum, gráum og okkurlittum verum. Vit eru miðskeiðis í einari havhugmynd, sum snýr seg um lívsins uppruna.

Og sjálvt um uppheingingin sum heild tykist eitt sindur tilvildarlig - mynd fyri mynd í eini langari horisontalari røð, umframt smáar uppsettar veggir í framsýningarrúminum - kann framsýningin sjálvandi viðmælast. Eg haldi sjálv, at uppheingingin bæði kundi verið meira skipað við denti á høvuðsverk osfr. og at meira sprell var í uppheingingini við støði í tysjandi, lívsfegna myndaheiminum í framsýndu verkunum. Men William Heinesen er altíð gott selskap og hansara fjálga humanisma, fitta spei og skemt og kærleikin mótvegis øllum livandi verum í kosmiska alheiminum er minst líka viðkomandi í dag sum tá myndirnar vórðu skaptar. Herligt eisini, at stóra bókin, sum Sprotin gav út í fjør, er til taks eisini eftir, at framsýningin er komin at enda.

w13.jpg

Stýrið fyri Filmshúsið er sett

Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur tilnevnt stýrið fyri nýggja Filmshúsið.

Í stýrinum eru: Jan Berg Jørgensen, sum verður formaður, Marjun Niclasen og Jón Hammer, ið øll hava útbúgving og royndir innan film og miðlar, og eru virkin í Føroyska filmsumhvørvinum.

Jan Berg Jørgensen hevur m.a. verið við til at byggja upp filmsverkstaðin Klippfisk, sum hevur havt sera týðandi leiklut í at menna filmsførleikar og filmsfólk í Føroyum. Marjun Niclasen hevur tikið lut í filmsframleiðslum og skipað fyri filmsfestivalum og Jón Hammer hevur somuleiðis verið við í fleiri føroyskum og útlendskum filmsframleiðslum.

Stýrið fyri Filmshúsið fær eina stóra og fjølbroytta uppgávu. Í arbeiðinum fyri at birta upp undir film, sum vinnu, skal Filmshúsið vera ein savnandi depil og røkja eina røð av ítøkiligum uppgávum m.a.

  • ráðgeva og leiðbeina føroyskum filmsfólkum,

  • marknaðarføra føroyskan film uttanlands,

  • marknaðarføra Føroyar sum filmsland,

  • svara fyrispurningum innlendis og uttanifrá,

  • vera til hjálpar í sambandi við filmsframleiðsur,

  • miðla samband millum filmsaktørar,

  • samstarva við viðkomandi partar um filmssavn,

  • skipa fyri førleikamenning, harundir skúla og skeiðum,

  • savna og miðla vitan um film,

  • samstarva við filmsumhvørvið, myndugleikar o.o., so tryggjað verður, at vitan og førleikar verða gagnnýtt til fulnar.

Stýrið tekur á seg eina stóra uppgávu, sum heilt vist fær stóran týdning fyri menningini av føroyskari filmsvinnu og Føroyum sum filmslandi, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, og ynskir teimum trimum góða eydnu við arbeiðinum.

Nýtt yrkingasavn um at vera tætt at menniskjum, ið eldast ella skulu doyggja

Vónbjørt Vang: Djúpini

 

soleiðis leggur kroppurin seg niður á jarðarskorpuna

sum jarðarskorpan ber kroppar sínar

 

Hetta brotið úr savninum Djúpini eftir Vónbjørt Vang, sum Forlagið Eksil gevur út, er um tilverunar og náttúrunar vøkru og lívsjáttandi ringrás. Djúpini er eitt savn av prosalyriskum tekstum og yrkingum, sum tematiskt snúgva seg um at vera tætt at menniskjum, sum eru komin upp í ellisárini ella skulu doyggja. Savnið er í nógvum fláum. Ein flá í savninum er um tey støð og tey menniskju, ið mynda okkum. Ein onnur er um at sansa og skilja okkum sjálvi, meðan okkurt doyr og forgongur. At vera nærverandi, meðan vit hyggja at tí. Sum yrkjarin skrivar: “eg leggi hond mína á høvur títt/ júst sum tú legði hendur tínar í lív mítt/ soleiðis sum hendur hava ligið á hondum/ soleiðis leggja vit hendur sum aðrar hendur hava lagt." Hóast dapra evni insistera yrkingarnar uppá, at deyði og forfall eisini rúma ljós og vakurleika. Á hendan hátt skrivar Vónbjørt seg nærri at deyðanum, forfallinum, men eisini gróðrinum, sólini og degnum.

Ein dagur nærri deyðanum - ein dagur í lívinum

Savnið fevnir um eitt samdøgur, frá tí sólin rísur til hon setur. Yrkingarnar eru býttar sundur í sjey partar. Hvør partur byrjar við einum prosalyriskum, náttúrusansandi broti, har yrkjarin heilsar sólini, havinum, manntóma landslagnum, urtagarðinum og húsinum, alt eftir hvar á degnum vit eru stødd. Hvør partur snýr seg um tað sama: at vera tætt at menniskjum, sum eldast ella skulu doyggja, men snýr seg samstundis eisini um náttúruna, um málið, um ljósið, um myrkrið og um mynstrini, ið hóast alt til tíðir kann tykjast fløkjasligt, finnast alla staðir. Yrkjarin heilsar eisini sínum egna savni Millumlendingar frá 2011, har yrkingin, ið byrjar við "alt flytur seg" er ein millumtekstur, haðani træðrir verða drignar fram til hetta næsta savn.

Bókin verður løgd fram á G!festivalinum í Syðrugøtu 15. juli. 2017 Kl. 14.

Vónbjørt Vang er rithøvundur, cand.mag, bókavørður og forkvinna í Rithøvundafelag Føroya. Hon hevur skrivað stuttsøgur og yrkingar í tíðarritum og søvnum, og debuteraði í 2011 við yrkingasavninum Millumlendingar.

Rannvá Kunoy við á RA - Summarframsýningini

Listaáhugað munu vita av, at Rannvá Kunoy er ein av teimum fýra listafólkunum, sum myndar Summarframsýningina Abstrakt Summar í Steinprenti (saman við Hansinu Iversen, Ian Mckeever og Julie Sass), men hon er samstundis ein av framsýnarunum á teirri stóru Summarframsýningini hjá Royal Academy of Arts í London. Henda framsýningin hevur verið hildin á hvørjum ári síðani 1769 og er tann størsta opna framsýningin, har ein og hvør kann senda inn verk, sum ein metingarnevnd síðan tekur støðu til. Harumframt er ein partur av framsýningini kurateraður – hetta fyri at tryggja listarliga dygd umframt fjølbroytni – Summarframsýningin hjá RA er ikki yndisframsýning hjá ummælarum; kanska er hon ov breið og fólkslig til tað, verkini hanga sera tætt í sonevndari salonguppheinging; henda framsýning var fyrimyndin hjá mær tey bæði árini, tá eg á sinni kurateraði Ólavsøkuframsýningina.

Hølið har myndin hjá Rannvá Kunoy hongur

Hølið har myndin hjá Rannvá Kunoy hongur

Rannvá Kunoy er við á kurateraða partinum á summarframsýningini á kongaliga bretska akademinum. Ein málningur hjá Rannvá Kunoy hongur inni í fyrilestrasalinum/ The Lecture Room – tað er listakvinnan, Fiona Rae, sum hevur valt út og hongt upp abstraktar málningar og verk til hetta hølið við denti á munin millum ítøkiligt og óítøkiligt. Umframt Rannvá Kunoy eru verk hjá Per Kirkeby, Anselm Kiefer, Richard Patterson, Anish Kapoor og fleiri øðrum at síggja í hesum rúminum.

https://se.royalacademy.org.uk/2017/galleries/lecture-room#

Fiona Rae RA has turned the Lecture Room into a room of ghost stories – a space poised between the solid and intangible, where things are never quite what they seem. On the black walls, which convey the darkness when ghost stories are most powerful, hover paintings that invite us to walk between different states of being, and to transcend the physical for the metaphysical realms of beauty, joy and poetry. The difference between the figurative and the abstract is often seen as a yawning chasm; a stark choice between the real world and the imagined realms of art. But for Rae, these ghost stories of the abstract are a reminder that there are countless unseen worlds waiting to emerge.

Anselm Kiefer

Anselm Kiefer

Per Kirkeby

Per Kirkeby

Richard Patterson

Richard Patterson

Myrkur og ljós í Perluni

Hetta vikuskiftið eru Katrin og Rói Einarsson í Perluni í Tórsgøtu og sýna fram. Myndirnar eru 10 í tali, og snúgva seg um yvirnáttúrligar søgur úr Føroyum. Myndirnar eru gjørdar við ljósi í rammunum, og skulu tískil upplivast í myrkri. Av tí sama verður Perlan myrkaløgd, og har verður serligt ljóð og stemningur at byggja undir listina.

Katrin og Rói Einarsson eru systkin úr Trongisvági. Tey hava nógv ár av royndum við myndlist millum seg, og hava bæði lisið bachelor í illustratión á Blackpool and the Fylde College í Englandi

Framsýningin er opin:
Fríggjadag: 16:00-21:00
Leygardag: 16:00-21:00
Sunnudag: 16:00-21:00

Bókamóttøka - Claus Carstensen í Galleri Tom Christoffersen

Shibboleth

Claus Carstensen

Móttøka fríggjadagin 16.6.2017 kl. 17-19 í Skindergade 5

Umframt at vera listamaður, er Claus Carstensen eisini listasavnari og Shibboleth verkætlanin fevnir m.a. um tað stóra listasavnið, sum listamaðurin hevur savnað saman síðani 1975 og sum hann hevur framsýnt á 76 framsýningum millum 2010 og 2016 undir felagsheitinum Shibboleth. Velduga bókin veitir eitt heilt serligt høvi at fylgja við hvussu hugskotini verða ment í verkinum hjá Claus Carstensen.

I anledningen af Claus Carstensens udgivelse af bogen Shibboleth d. 1. juni, vil det glæde os at se jer alle til reception hos Galleri Tom Christoffersen d. 16. juni fra kl. 17-19. Bogen udgives af Esbjerg Kunstmuseum. 

"Shibboleth præsenterer Claus Carstensens kunstsamling. Sideløbende med sin kunstneriske praksis har Carstensen siden 1975 opbygget en samling, der spænder vidt fra malerier og fotografier over arkivalier og mere eller mindre indforståede udvekslinger med kunstnerkolleger til kitsch og memorabilia med helt personlige historier. 

Hele denne omfattende samling præsenterede Carstensen i 76 mindre udstillinger i eget showroom mellem 2010 og 2015 under overskriften Shibboleth. Tretten af disse udstillinger blev i 2015-2016 perspektiveret i Bastard - den første udstilling på Esbjerg Kunstmuseum i en ny serie om det kunstneriske blik - hvor Carstensen også udvalgte og inddrog værker fra museets samling. 

Med den aktuelle bogudgivelse forbliver vinduet ind til Carstensens ellers ikke-offentligt tilgængelige samling åbent - selv efter, at både museumsudstillingen og kunstnerens egne, mindre konceptpræsentationer er lukkede."


- Uddrag fra pressemeddelelse af Esbjerg Kunstmuseum

Shibboleth koster 300 kr og kan købes ved henvendelse hos Esbjerg Kunstmuseum eller Galleri Tom Christoffersen.

Ved receptionen d. 16. juni kan bogen købes til særprisen 200 kr. 

http://tomchristoffersen.dk/

Summarlist

Fyrr í tíðini plagdi summarið at vera eitt heldur deydligt tíðarskeið listarliga sæð. So er ikki longur, nú verða atlit tikin til, at nógv hava frí og tíð til mentanarupplivingar. Her eru nakrar myndir frá nøkrum aktuellum framsýningum í Havn og í Klaksvík. Har sýnir Anker Mortensen fram málningar á Gamla Seglloftinum og Norðoya Listafelag hevur skipað fyri stórari framsýning í Posthúskjallaranum og á Kunningarstovuni. 

Abstrakt Summar - frá upplatingini - m.a. Zacharias Heinesen, Rannvá Kunoy og Jan Andersson

Abstrakt Summar - frá upplatingini - m.a. Zacharias Heinesen, Rannvá Kunoy og Jan Andersson

Málningar og prent hjá Rannvá Kunoy í Steinprenti 

Málningar og prent hjá Rannvá Kunoy í Steinprenti 

Ferð á málningunum hjá Hansinu Iversen í Steinprenti

Ferð á málningunum hjá Hansinu Iversen í Steinprenti

Í Norðurlandahúsinum vóru nógv fólk til fernisering mikudagin

Í Norðurlandahúsinum vóru nógv fólk til fernisering mikudagin

Birgir Kruse helt upplatingarrøðuna 

Birgir Kruse helt upplatingarrøðuna 

Fólk skoða myndir í Skálanum í Norðurlandahúsinum

Fólk skoða myndir í Skálanum í Norðurlandahúsinum

Postkortveggurin í Norðurlandahúsinum hevur tóm rúm har øll kunnu seta egnar myndir

Postkortveggurin í Norðurlandahúsinum hevur tóm rúm har øll kunnu seta egnar myndir

Vinnaramyndin hjá Bjarna Mohr verður granskað

Vinnaramyndin hjá Bjarna Mohr verður granskað

Myndin er úr Williamshúsi - í Listasavninum er stór William Heinesen framsýning

Myndin er úr Williamshúsi - í Listasavninum er stór William Heinesen framsýning

Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum

Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum

Í Posthúskjallaranum  í Klaksvík hanga verk hjá nógvum listafólkum, m.a. Hansinu Iversen

Í Posthúskjallaranum  í Klaksvík hanga verk hjá nógvum listafólkum, m.a. Hansinu Iversen

Símin sýnir fram - lesið meira her: http://www.nordlist.fo/

Símin sýnir fram - lesið meira her: http://www.nordlist.fo/

Foto:Hanna Vang, Dávur Winther, Kinna Poulsen, Jan Andersson, Norðurlandahúsið og Símun Gullaksen

Gott í væntu frá yrkislistini

Tað letur til, at vit hava nógv gott í væntu frá yrkisleiklistini. Sambært tíðindaskrivi frá Mentamálaráðnum er stuðul latin yrkisleiklistini. Vár Berghamar Jacobsen hevur fingið stuðul til barnaleikin ”Luddi og Lundisa”, sum eftir ætlan fer at verða vístur kring landið. Millum hinar verkætlanirnar er eisini nógv spennandi. Det Ferösche Compagnie fer at gera leik um Lykken, sum í 1970’unum bygdi Lykkenborg í Miðvági. Tvazz fær stuðul fyri at gera eina leiktulking av bókini Ó – Søgur um djevulskap hjá Carl Jóhan Jensen og so fær Tróndur Bogason stuðul til kamaroperuna Adam og Eva – eitt relativt requiem. Ein onnur operaproduktión hevur somuleiðis fingið stuðul til eina kamaroperaversión av Don Giovanni hjá Mozart. Leikhús Skift fær stuðul til: ”Niðursending 1953 og Heimkoma 1973” – ein sjónleikur um eitt svart kapittul í samtíðarsøgu okkara. GUT/Productions fær stuðul til: ”Látur Medusu” – leikur sum ímynd av tí ókúgiliga feminina – í kvinnuni, í manninum, í djórinum, í náttúrini, ja, í alheiminum, Karavella Marionett-Teatur fær stuðul til dukkuleikin ”Skrímslakrýnika” - úr bókunum um skrímslini.  Búi Rouch fær stuðul til dansiteatur, ið viðger talgilda menning í mun til menniskjans evolutioneru menning

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum fegnast um, at játtanin í 2017 er hækkað til 650.000 kr. eftir at hava ligið um 450.000 kr. í 10 ár. Leggjast kann aftrat, at søkt var fyri yvir tríggjar mió. krónur.

Tað er Leiklistaráðið, sum viðger umsóknirnar og ger tilmæli til landsstýriskvinnuna sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist v.m.

Tóroddur Poulsen heiðraður í Danmark

Forlagið Torgarð boðar frá, at Tóroddur Poulsen í morgin 9.juni verður heiðraður á móttøku hjá danska rithøvundafelagnum. Tá fær hann ADAM OEHLENSCHLÆGER, EMIL AARESTRUP, HERMAN BANG OG JOHANNES EWALD FONDENS LEGAT.

Umframt heiðurin fær Tóroddur 30.000 krónur frá grunninum, sum greiðir soleiðis frá treytunum fyri at fáa legatið. Tað verður latið: "en dansk forfatter, der har ydet en betydende indsats i dansk litteratur. Desuden er formålet at belønne en fremragende dansk lyriker, der har skabt ren lyrik, samt ved at henlede opmærksomheden på et litterært arbejde eller et forfatterskab af høj værdi."

Psycho Pomp

Hesin gátuføri, skyggjandi málningurin, Psycho Pomp hongur á framsýningini ABSTRAKT SUMMAR í Steinprenti saman við fýra spildurnýggjum prentum, sum listakvinnan, Rannvá Kunoy gjørdi hósdagin 1.juni. Hesi prentini líkjast ikki nøkrum, eg havi sæð áður; eg fór at hugsa um okkurt ekstraterrestrielt, yvirjarðiskt ella uttanjarðiskt og tað er í grundini ikki endiliga kiasma, krossskapið ella Mulder og Scully í The X-files, sum undra meg, nei, tað snýr seg fyrst og fremst um tað tilfarsliga árinið í myndunum, sum er heilt serstakt.

Dette mystisk skinnende maleri, Psycho Pomp er en del af udstillingen ABSTRAKT SOMMER i Steinprent sammen med fire splinterny litografier, som den færøske billedkunstner skabte på værkstedet torsdag d.1.juni. Trykkene ligner ikke noget, jeg har set før af litografi; jeg associerede straks til noget ekstraterrestielt, overjordisk eller måske snarere udenforjordisk og det er hverken kiasma, korsformen eller Mulder og Scully i The X-files, der undrer mig; nej det handler først og fremmest om billedernes materialitet, der er helt speciel. Udstillingen i Steinprent i Tórshavn er åben indtil d.1.juli.

This mysterious shimmering painting, Psycho Pomp is part of the exhibition, ABSTRACT SUMMER in Steinprent, together with four brandnew lithographs, which the Faroese London based artist Rannvá Kunoy created in the Lithographic workshop thursday 1.june. The prints do not resemble any lithos I´ve seen before; I immediately associated to something extraterretrial, unearthy and it´s neither the sign of the chiasma, nor is it Mulder and Scully and the X-files, which astonish me, no, it is first and foremost about the materiality of the pictures. The exhibition in Steinprent, Tórshavn will be open untill 1.july.

rk.jpg

Heilt síðani ta fyrstu serframsýningina hjá Rannvá Kunoy í Listasavninum í 1999 hevur list hennara verið merkt av eini áhaldandi roynd at upploysa sjálvar grundtreytirnar hjá málarínum. Við tunnum løgum av máling málaði hon fram ein øgiliga dýpd á flata málninginum, seinni hevur hon lagt dent á henda sama flatan við eini striku, sum fylgir myndakantinum allan vegin runt. Í einum viðtali í Dimmalætting greiddi Rannvá frá, at røntgenmyndir fyri hana er sum eitt portur: “Ein røntgenmynd er fyri meg eitt sindur sum eitt portur, ein lutur, sum er komin frá einari aðrari dimensión, røntgen er sum úr øðrum heimi. Modernisma loysti menniskjað úr holustøðuni, brádliga slapp ljós inn gjøgnum gluggarnar á sama hátt sum røntgenmyndin vísir okkum tað, sum áður var fjalt. Skal eg koma inn á nakrar dygdir, sum gjørdu meg áhugaða í røntgenmyndum, so snýr tað seg m.a. um tað, at ljós sæst í gjøgnum tær, at yvirflatin tykist fotografiskur, sjálvt um talan ikki er um eina fotomynd, mær dámar eisini holografisku og grundleggjandi mystisku eginleikarnar hjá røntgenmyndini, at tær eru ljósgjøgnumskygdar, mátan tær blaktra millum okkurt, sum er til at kenna aftur, men sum samstundis er fullkomiliga abstrakt og fremmant. Teir nýggjastu skøvaðu málningarnir snúgva seg um somu eginleikar, um at flyta fastan form so langt sum til ber móti tí óítøkiliga við holografiskum ljósi skínandi inn og út úr øllum molikylum. Málingin verður næstan ein blendingur av onkrum ókendum, tað er máling, men sær ikki út sum máling, ein sjónarhvørving har tú heldur teg síggja okkurt tú kennir, sum í grundini ikki er har allíkavæl.”

Í mun til myndirnar, sum Rannvá framsýndi á Ólavsøkuframsýningini í 2014 eru nýggju myndirnar rættiliga øðrvísi. Eftir atburðinum hjá áskoðarunum at døma, tá tey hyggja at hennara myndum, er okkurt hent, tí hesin atburður víkir greidliga frá tí, vit vanliga gera, tá vit skoða málningar. Vit standa jú vanliga nøkulunda still framman fyri myndunum og hyggja. Fríggjadagin, tá framsýningin ABSTRAKT SUMMAR læt upp, sóust fleiri mentanarnáttargestir framføra okkurt, ið minti um ein lítlan dans framman fyri myndunum hjá Rannvá Kunoy. Tey gingu nøkur stig fram, onnur stig til høgru, aftur og fram og til vinstru. Grundin til rørslurnar býr m.a. í serliga pigmentinum, sum Rannvá hevur brúkt sum skiftir lit alt eftir hvaðani áskoðarin hyggur. Við tað, at upplivingin av málninginum á henda hátt gerst ein prosess, fær myndin eina eyka dimensión. Málarí plagar at veita eina stilla, beinleiðis nú og her uppliving, men í myndunum hjá Rannvá Kunoy er  sjálv upplivingin ein prosesskend gongd.

Sostatt kann fotomyndin omanfyri ikki brúkast sum dokumentatión í mun til listaverkið við tað, at stilla fotomyndin jú ikki fangar prosesskendu upplivingina. At brúka disko-pigment við flipputum ljósárini eigur onkursvegna at vera synonymt við kitsch. At Rannvá Kunoy hevur megnað at fáa haldgóða list burturúr hesum kemst fyrst og fremst av, at hon er ein sera roynd listakvinna og ein serstakliga dugnaligur málari. Málaríið er annars eitt torført listaslag, sum øgiliga lætt verður antin ein endurtøka av onkrum, sum er gjørt áður ella tómari, effektjagstrandi list.

Í myndunum hjá Rannvá eru nógvar fláir, nógv løg. Heitini eru sambært Rannvá sjálva eins og køkuglasurur soleiðis at skilja, at verkini klára seg uttan glasur, tað er bara tað, at glasururin kanska ger upplivingina enn ríkari ella stuttligari. Psycho Pomp kann merkja okkurt við sinni og skreyti, men ofta eru heitini hjá Rannvá Kunoy popput og tí kemur ein tann óhugnaligasta filmurin hjá Hitchcock til hugs. Eyðkent fyri listakvinnuna er at hon avmonterar óhugnan við orðinum "Pomp", sum sipar til nakað pompøst. Verkini eru ítøkiliga bygd upp av nógvum málingaløgum, men her hómast eisini hópin av mótgangandi listarligum løgum í myndunum, t.d. viðvíkjandi tíð. Samstundis sum svarti botnurin í myndunum minnir um barokkar clair obscure myndir frá 1600-talinum, tykjast myndirnar sera samtíðarlistarligar av lyndi.

Tú fært kanska varhugan av íblástri frá týskum málarum sum Sigmar Polke og Albert Oehlen, men Rannvá Kunoy tykist hava funnið sína egnu rás. Tær mongu tilsipingarnar í málningunum til ymiskt figurativt, rundingar og orð eru áhugaverdar, tí hetta er bæði lesandi og ikki lesandi. Har eru hópin av strikum og skapum sum á einari útmeiggjaðari talvu, har tað hava staðið týdningarmiklir upplýsingar á, Tað er næstan sum fótafarið av eini farnari ella eini komandi tíð. Hetta er málarí uttan ábendingar um málingastrok, ið eru framd ella um listakvinnuna, ið málað hevur. Tað er sum um myndirnar hava fest seg á løriftið ella pappírið á onkran uttanjarðarligan hátt.

Myndin er saman við øðrum áhugaverdum verkum hjá Rannvá Kunoy, Hansinu Iversen, Ian Mckeever og Julie Sass at síggja í Steinprenti í summar. 

Nýggj skaldsøgukapping

Sambært heimasíðu Kringvarpsins kunngjørdi Jonhard Mikkelsen í gjár, at Sprotin og Bókahandlarnir hava útskrivað eina nýggja skaldsøgukapping. Hesa ferð er vinningurin 100.000 krónur; tað dupulta av upphæddini seinast. Ta kappingina vann Marjun Syderbø Kjælnes kappingina. Nú er avgjørt at hava slíka kapping aftur, og hesa ferð gevur Sprotin út. Fyri tveimum árum síðan var tað eitt krav, at tað skuldi vera ein samtíðarskaldsøga. Hesa ferð eru ongar treytir um nær og hvar, skaldsøgan skal vera farin fram, ella hvat hon skal vera um. 

- Eg hugsi, at nógvar lagnur hjá føroyingum kunnu vera grundarlag undir einari góðari skaldsøgu, t.d. einari ævisøguligari skaldsøgu, segði Jonhard Mikkelsen, sum kortini legði dent á, at hvør ger, sum hann ella hon vil.

Treytirnar eru, at skaldsøgan er á føroyskum, hon skal í minsta lagi vera 150 síður, við 2000 eindum á hvørjari síðu, sum tað verður sagt, og hon verður latin inn 1. september í 2018. Sostatt er skotbráið 15 mánaðir at skriva eina skaldsøgu hjá teimum, sum hava góð hugskot ella spennandi skitsur til eina skaldsøgu liggjandi og brenna eftir at fáa tað gjørt.