Eg og bókmentaligt G

Aftur í ár var mín G-festivalur nógv meira bókmentaligur og listarligur enn hann var tónleikaligur. Í staðin fyri at ómaka mær oman á sandin at lurta eftir Kris Kristoffersen, sat eg við búgvið borð og prátaði um onkran tekst hjá legenduni. Tað var serliga Bobby McGee við byrjanarregluni “Busted flat in Baton Rouge, waiting for a train”, sum var á skránni. Onkur googlaði tekstin, sum er ein sentimentalur road-hjartasorg-countrytekstur við teirri óvæntaðu snaring, at tann góða Bobby er ein kona. Grundin til at mær onkursvegna dámar henda sangin, sum eg havi murrað í allan dag er heilt vist ein kona - tí, tá eg hugsi um sangin, hoyri eg Janis Joplin fyri mær. Onkur við borðið helt, at Janis hinvegin kundi syngja sál inn í hvat sum helst, og hevði hon sungið ein evergrin sum “Omma, omma tað eri eg..”, hevði tann framførslan ivaleyst eisini verið nemandi. Soleiðis er G! eisini við stuttligum og hugnaligum práti við fitt fólk og tey, sum komu aftur og høvdu lurtað eftir Kris Kristofferson søgdu seg hava fingið eina heilt serliga uppliving. Men tað hevði eg eisini sjálv løtuna áðrenn, frá klokkan tvey til fimm í Neystinum á G!

Bókmenta- og listatiltakið hjá forlagnum Eksil var størri og meira fjølbroytt í ár enn hini árini, eg havi verið. Í tríggjar tímar var evnið Materialitetur og náttúra viðgjørt á ymsan hátt. Staðsetingin av tiltakinum var heilt óvanliga góð. Neystið og umhvørvið eru merkt av einum serstøkum vøkrum materialiteti við hópin av sporum av ymsum aktivitetum, sum hava gingið fyri seg har. Staðið var sostatt í sær sjálvum fult av inspirerandi materialiteti og var hóskandi karmur kring prát, upplestur og listaverkini. Jóhan Martin Christiansen hevði gjørt listaverk á staðnum, sum næstan passaðu ov væl til umhvørvið - í øllum førum mistók onkur eitt listaverk fyri at vera tilvildarligt burturkast, sum traðkast kundi á. 

Vónbjørt Vang bjóðaði vælkomin og greiddi frá skránni og Kim Simonsen greiddi frá evnisvalinum og skiftinum í antropocentriska heimsáskoðanini, sum hevur vart síðani renesansuna til eina øðrvísi áskoðan, har heimurin eisini kann hugsast uttan menniskju. Síðani var samrøða við Jóhan Martin Christiansen og Guðrið Poulsen um list og vit gingu eina løtu runt við Guðrið Poulsen meðan hon greiddi frá listarliga áhugaverdum støðum. Á terassuni hjá Pálli las Oddfríður Rasmussen upp yrkingar - eisini har er útsýnið so hugtakandi, at eg ikki fekk alt við, sum lisið var, men tað bilar einki. Yrkingar dámar mær best at lesa, bæði tær hjá Oddfríði og so fekk eg nýggja savnið hjá Vónbjørt Vang við heim:

 

alt sum okkum er givið 

mugu vit lata aftur

ljósið lata vit náttini

dagin lata vit myrkrinum

orðini

bera vit aftur

sum offurgávur

sum eina bók vit hava lænt

eitt tíðarskeið

nú slitin og full av notum

 

hvussu nógv orð okkum enn eru givin

eru vit einsamøll

hvussu nógv orð vit enn bera víðari

einsamøll einsamøll

ljósið fellur inn millum sprekkurnar

í afturlatnu gardinunum 

 

tað at missa okkurt

man ikki visti av

at man hevði

(brot úr yrking á síðu 70 í Djúpini - Vónbjørt Vang)

 

Ivan Niclasen, sum var omnipresentur mediator á øllum tiltakinum, læt væl at nýggja yrkingarsavninum hjá Vónbjørt Vang, Djúpini, sum varð lagt fram í Neystinum. Lena Nicolajsen hevur myndprýtt savnið og Ivan tosaði við tær báðar um samstarvið og hvussu tað var farið fram. Síðani las Vónbjørt upp meðan Jens L.Thomsen spældi undir. Elektroniska ljóðmyndin riggaði væl sum undirlag og mótsetningur bæði til tað heimliga og kenda í orðunum hjá Vónbjørt og til tað slitna, gamla neystið, sum tey hava ruddað og lagt streym inn til tiltakið. Sostatt bar til at hava uppvørpu við myndum og tekstum í Neystinum. Antropologurin, Stuart McLean, professari á University of Minnesota hevði ein fyrilestur, har mentanarfatan og mannfrøði umskaraðust á ein áhugaverdan hátt. Kim Simonsen las nýggjar yrkingar og síðani var listaprát millum Jóhan Martin Christiansen, Guðrið Poulsen, Kim Simonsen og Stuart McLean, tíverri fekk eg ikki upplesturin hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir við, men Sissal Kampmann hoyrdi eg; tær eru báðar áhugaverdir yrkjarar (Anna Malan fer at lesa upp á Býarbókasavninum í Havn mikudagin klokkan 16 saman við Rithøvundaskúlafelagunum, Oddfríði M.Rasmussen og Rúna Weihe). Samanumtikið var lista- og bókmentatiltakið eitt frálíkt tiltak, og við allari virðing fyri stóra arbeiðnum, sum liggur í einum tílíkum tiltaki, so vóni eg ikki, at tiltakið verður minni næsta ár. Áhugin er ríkiliga stórur fyri einum enn størri tiltaki, sum kundi byrja fyrr um dagin við fleiri fyrilestrum, fleiri yrkjarum, fleiri framsýningum, meira list (benkurnir hjá Tummas Jákupi Thomsen og teimum vóru upplívgandi) og ikki minst: Fleiri steðgum! 

Áhoyrarar

Áhoyrarar

Kim Simonsen 

Kim Simonsen 

Stuart McLean

Stuart McLean

Neystaveggur við verki hjá Jóhan Martini Christiansen

Neystaveggur við verki hjá Jóhan Martini Christiansen

Tvey verk hjá Jóhan Martini

Tvey verk hjá Jóhan Martini

Inni í Neystinum

Inni í Neystinum

Vónbjørt Vang

Vónbjørt Vang

Jóhan Martin Christiansen 

Jóhan Martin Christiansen 

Guðrið Poulsen 

Guðrið Poulsen 

Guðrið greiðir frá møguligum land art støðum

Guðrið greiðir frá møguligum land art støðum

Oddfríður M.Rasmussen lesur upp

Oddfríður M.Rasmussen lesur upp

Tey lurta

Tey lurta

Ivan Niclasen heldur skil á

Ivan Niclasen heldur skil á

Vónbjørt Vang lesur upp

Vónbjørt Vang lesur upp

Samrøða við Lenu Nicolajsen og Vónbjørt Vang

Samrøða við Lenu Nicolajsen og Vónbjørt Vang

Art talk

Art talk

Venclamenn

Venclamenn