Marius manglar í permanentu framsýningini í Listasavninum

Liðin eru nú seks ár síðan Nils Ohrt gjørdist stjóri í Listasavni Føroya og fýra ár eru síðani kjakið millum undirritaðu og stjóran um listarligu raðfestingar hansara. Hvat er so hent við savnsvirkseminum hesi millumliggjandi árini? Jú, støðan er normaliserað á tann hátt, at Listastríðið er formliga av soleiðis at fleiri limir í Heystframsýningarbólkinum hava framsýnt í Listasavninum; t.d. Zacharias Heinesen, Bárður Jákupsson, Tróndur Patursson, Anker Mortensen, Hanni Bjartalíð og Hansina Iversen. Somuleiðis eru samstarvsverkætlanir millum limir frá Heystframsýningarbólkinum og Felagnum Føroysk Myndlistafólk nú ein realitetur; eitt nú fara Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen at framsýna saman í 2018. Men harumframt er støðan neyvan nógv broytt. Listasavnið leigar enn listaverk út og er hervið kappingarneyti hjá føroyskari samtíðarlist og hetta virksemið samsvarar framvegis ikki við endamálorðingini hjá Listasavni Føroya, punkt 7, at stovnurin skal fjálga um virkismøguleikarnar hjá skapandi listini.

Eitt er tað prinsipiella, eitt annað er framsýningarvirksemið í praksis. Í gjár var eg í permanenta partinum av savninum og hugdi eftir um raðfestingarnar hava broytt seg hesi seinastu fýra árini. Umframt at savnið av klassikarum sum Steffan Danielsen og Ruth Smith er vaksið við góðum verkum, eru fleiri onnur góð ting at síggja í savninum; m.a. eru Anker Mortensen og Bárður Jákupsson virðiliga umboðaðir við góðum málningum. Mikines og Ingálvur av Reyni hava hvør sína pyramidu, tað er eisini gott, sæð burtur frá hasum ræðuligu veggunum, sum eru bygdir upp fyri inngongdina, sum blokera fyri ljósinum og sum yvirhøvur tykjast ganga ímóti arkitektoniska hugskotinum við vakra savnsbygninginum.

Tað tykist annars sum um, at denturin í Listasavni Føroya liggur á teirri gomlu listini, á modernaðum klassikarum sum Ingálvi av Reyni, Thomas Arge, Steffan Danielsen, Ruth Smith, Hans Hansen osfr. Eg havi áður verið inni á hesum, at Listasavnið er ov lítið til bæði at umboða ta eldru listina og samtíðarlistina, men alt valdast sjálvandi raðfesting, keypi og vali av dygdarlist.

Í samtíðarpyramiduni hevur Tróndur Patursson ein heilan stórbæran vegg við trimum monumentalum verkum. Tey trý ymiligu verkini hjá Edwardi Fuglø breiða seg um endaveggin, gólvið og ein av smærru veggunum. Hansara parafrasa av høvuðsverkinum hjá Manet, Le dejeuner sur l´herbe hongur somuleiðis í forhøllini. Av tí, at plássið er lítið í Listasavninum, kann møguliga argumenterast fyri, at dentur sum heild verður lagdur á ta gomlu listina og hetta kundi verið orsøkin til, at listafólkini um miðjan aldur tvs. tey, sum eru í fjørutunum og hálvtrýssunum, ikki eru serliga væl umboðað (sæð burtur frá t.d. Edwardi Fuglø og Anker Mortensen). Og um nú skeringspunktið er 1965 kann mann møguliga fáa tað at passa, at framúrskarandi listafólk sum t.d. Hansina Iversen (1966), Hanni Bjartalíð (1968), Rannvá Kunoy (1975) og Øssur Johannesen (1970) ikki eru at síggja í permanenta partinum av Listasavninum, umframt at yngri listafólk sum Silja Strøm (1987) og Jóhan Martin Christiansen (1987) heldur ikki eru umboðað og ikki við verðandi gongd skulu vænta at verða tað fyrr enn um tjúgu ár. Tað er so tað. - Eg dugi bara ikki at finna nakað haldgott argument, sum forðar fyri, at verkini hjá einum so einastandandi fínum listamanni sum Mariusi Olsen (1963) ikki kunnu upplivast í Listasavni Føroya, hvørki á serframsýning, ei heldur á teirri permanentu framsýningini hjá savninum - (eitt einstakt steinprent hjá honum hongur tó til sølu í forhøllini til undirprís). Sum Inger Smærup Sørensen skrivaði í bók síni Livandi list um Marius: “Nøkur listafólk eru, og tey eru fá, ið ongantíð gera vánaligar myndir. Nøkur ávís listafólk raka altíð seymin á høvdið og tey fáa teg at grunda um tað fyribrigdið, ið verður kallað listarliga flogvitið...Tey raffineraðu verkini hjá Mariusi Olsen eru sera virðingarverd at skriva um, júst tí tey eru so ótrúliga raffinerað og fín”.

Tað er yvirhøvur undrunarsamt, at áhugi eftir øllum at døma ikki er hjá Listasavni Føroya ella stjóra savnsins, Nils Ohrt fyri at hava serframsýning við teimum trimum listabrøðrunum, Mariusi Olsen, Torbirni Olsen og Hans Paula Olsen. Teir eru allir á hvør sínum øki høvuðspersónar í føroyskari samtíðarlist, hvørs verk verða framsýnd í Steinprenti, Norðurlandahúsinum, í Norðurbryggjuni og ymsastaðni í Danmark og Norðurlondum. Eg veit ikki hvør frágreiðingin kann vera, men vóni ikki, at hon hongur saman við, at Listasavnið tekur støði í listfatanini í bókini Sekel hjá Mikael Wivel. Tað er staðfest fleiri ferð m.a. av danska mentanarjournalistinum, Lisbeth Bonde, at tann bókin hevur slagsíðu orsakað av Listastríðnum, sum ikki minst gongur útyvir viðgerðina av teimum trimum listabrøðrunum, ið allir eru við skerdan lut. Eg haldi, at tað er spell, at eitt nú útlendsk ferðafólk uttan innlit í føroyska list, ikki fáa ein so týdningarmiklan listamann sum Marius Olsen við, tá tey uppliva føroyska myndlist. Vit onnur mugu ugga okkum við, at ein heil framsýning hongur í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík við grafisku myndunum hjá Mariusi.

 Marius Olsen - prentið er við á framsýningini í Gamla Seglhúsinum

Marius Olsen - prentið er við á framsýningini í Gamla Seglhúsinum

 Marius Olsen - myndin er í stórfingnu bókini um listamannin, sum Sprotin gav út 

Marius Olsen - myndin er í stórfingnu bókini um listamannin, sum Sprotin gav út 

 Ein góður, gamal figurur hjá Hans Paula Olsen við málningum hjá Zahariasi Heinesen aftanfyri

Ein góður, gamal figurur hjá Hans Paula Olsen við málningum hjá Zahariasi Heinesen aftanfyri

 Edward Fuglø framman, Bárður Jákupsson aftanfyri

Edward Fuglø framman, Bárður Jákupsson aftanfyri

 Anker Mortensen er altíð góður - eisini í hálvmyrkrinum í gongini

Anker Mortensen er altíð góður - eisini í hálvmyrkrinum í gongini

 Og sjálvt um hesar vóru enn verri upplýstar, er tað gott, at Tóroddur Poulsen er sloppin í fínustovu at hanga

Og sjálvt um hesar vóru enn verri upplýstar, er tað gott, at Tóroddur Poulsen er sloppin í fínustovu at hanga

 Eitt fínt portrett hjá Olivuri við Neyst av Torbirni Olsen

Eitt fínt portrett hjá Olivuri við Neyst av Torbirni Olsen