Gott í væntu frá yrkislistini

Tað letur til, at vit hava nógv gott í væntu frá yrkisleiklistini. Sambært tíðindaskrivi frá Mentamálaráðnum er stuðul latin yrkisleiklistini. Vár Berghamar Jacobsen hevur fingið stuðul til barnaleikin ”Luddi og Lundisa”, sum eftir ætlan fer at verða vístur kring landið. Millum hinar verkætlanirnar er eisini nógv spennandi. Det Ferösche Compagnie fer at gera leik um Lykken, sum í 1970’unum bygdi Lykkenborg í Miðvági. Tvazz fær stuðul fyri at gera eina leiktulking av bókini Ó – Søgur um djevulskap hjá Carl Jóhan Jensen og so fær Tróndur Bogason stuðul til kamaroperuna Adam og Eva – eitt relativt requiem. Ein onnur operaproduktión hevur somuleiðis fingið stuðul til eina kamaroperaversión av Don Giovanni hjá Mozart. Leikhús Skift fær stuðul til: ”Niðursending 1953 og Heimkoma 1973” – ein sjónleikur um eitt svart kapittul í samtíðarsøgu okkara. GUT/Productions fær stuðul til: ”Látur Medusu” – leikur sum ímynd av tí ókúgiliga feminina – í kvinnuni, í manninum, í djórinum, í náttúrini, ja, í alheiminum, Karavella Marionett-Teatur fær stuðul til dukkuleikin ”Skrímslakrýnika” - úr bókunum um skrímslini.  Búi Rouch fær stuðul til dansiteatur, ið viðger talgilda menning í mun til menniskjans evolutioneru menning

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum fegnast um, at játtanin í 2017 er hækkað til 650.000 kr. eftir at hava ligið um 450.000 kr. í 10 ár. Leggjast kann aftrat, at søkt var fyri yvir tríggjar mió. krónur.

Tað er Leiklistaráðið, sum viðger umsóknirnar og ger tilmæli til landsstýriskvinnuna sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist v.m.