In a New York state of mind

Lidnir eru í dag sjey dagar síðani heimferðin byrjaði úr New York og enn eri eg ikki fullkomiliga komin uppá pláss í øllum førum mentalt. Eg upplivdi so ómetaliga nógv av list, menniskjum, býnum og samfelagnum, sum fyllir og tekur tíð. Vit vóru í New York í fjúrtan dagar fyri at seta upp framsýning, eg havi kuraterað við føroyskari list og presentera hana fyri New Yorkarum. Meðan vit vóru har upplivdu við tíðarforskjóting, jetlag, ódnarveður, sólarmyrking, jarðskjálvta umframt fantastiska list og tað kann í sjálvum sær vera ein avbjóðing fyri eina jarðbundna havnarkonu langt uttan fyri sína komfortsonu, men tað, sum av álvara rørdi og risti meg, var at síggja føroysku listina framsýnda á Park Avenue á Manhattan. At uppliva hetta velduga, lýsandi meginverkið av einum málningi hjá Hansinu Iversen folda seg út saman við framúrskarandi óítøkiligu, glitrandi málningunum hjá Rannva Kunoy, sansaligu, eiggiligu, humoristisku og álvarsligu standmyndunum hjá Randi Samsonsen og teimum um somu tíð kenslubornu og endaleyst neyvu verkunum hjá Jóhan Martin Christiansen og Aldu Mohr Eyðunardóttir saman við vøkru, inniligu og gløggskygdu myndunum hjá Tóroddi Poulsen og Hanna Bjartalíð. Tað var fyri meg ein so stór uppliving, at eg næstan ynski mær tvær vikur á Hvíldarheiminum so eg kann sodna og fata tað. Eg fari at seta fleiri orð á framsýningina seinni, tá professionellar fotomyndir verða til taks av framsýningini.

Listaframsýningin Fog Swept Cargo – Art from the Faroe Islands varð sett á stórum tiltaki í Scandinavia House á Manhattan í New York leygardagin 13. apríl. Framsýningin verður verandi til 6.juli. Listaverkini verða síðani flogin heim, tá ætlanin er at hava eina Fog Swept Cargo II í Steinprenti í Havn. Fog Swept Cargo – Art from the Faroe Islands er framsýning við føroyskari samtíðarlist við verkum eftir Tórodd Poulsen, Hansinu Iversen, Hanna Bjartalíð, Rannvá Kunoy, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen og Aldu Mohr Eyðunardóttir. Á heimasíðuni hjá ammr.fo stendur:

“Tað er einastandandi at síggja, hvussu væl listaframsýningin tekur seg út her í New York. Tað hevur stóran týdning, at føroysk list kemur út um landoddarnar, og hetta er eitt sera gott høvi at gera vart við føroyska list á altjóða pallinum” sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, sum setti listaframsýningina. Í setanarrøðuni kom Sirið Stenberg inn á tann týdning, ið sambandið við útheimin hevur fyri føroyska samfelagið og fyri tey listafólk, ið virka í Føroyum.

Landsstýriskvinnan nevndi amerikansku listakvinnuna Elisabeth Taylor, sum í eitt tíðarskeið fyrst í 20. øld búði á Eiði og hevði stóran týdning fyri ta spírandi føroysku myndlistina. Eisini nevndi hon listakvinnuna Ruth Smith, sum var millum fyrstu føroysku listafólkini, ið nomu sær útbúgving á listaakademinum í Keypmannahavn, og hvørs verk eru týðandi partar av føroyska listaarvinum. Føroyska myndlistin er lutfalsliga ung, og møguliga hevur tað gjørt sítt til, at kvinnur hava havt ein týðandi leiklut í føroysku listasøguni frá byrjan av.

Stórt tiltak var til setanina við røðum, stuttfilmi um listaframsýningina og listapráti við Kinnu Poulsen, Aldu Mohr Eyðunardóttir, Randi Samsonsen og Jóhan Martin Christiansen. Í listaprátinum varð komið inn á stóru menningina, ið er farin fram innan føroyska list síðani aldaskiftið.  Føroysk listafólk útbúgva seg kring allan heim, og tað sæst aftur í tí fjølbroytni, ið hevur eyðkent føroyska samtíðarlist seinastu árini. Í mun til fólkatalið eiga Føroyar eitt stórt tal av listafólkum, ið skapa list á høgum altjóða stigi.

Kinna Poulsen, sum hevur kuraterað framsýningina, er fegin um góðu móttøkuna í New York. “Eg og listafólkini eru sera fegin og takksom fyri alt, vit hava upplivað. Vit hava verið á hópin av framsýningum og eru tikin á bóli av eldhugaðu móttøkuni, okkara framsýning hevur fingið. Um eg sjálv skal siga tað, haldi eg ikki okkara list smæðist burtur her í New York”, sigur Kinna Poulsen, kurator.

Listaframsýningin er partur av føroysku mentanardøgunum Fog Swept Islands – Faroe Islands Culture Days í Scandinavia House í New York. Mentanarátakið er fyriskipað av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og Visit Faroe Islands í samstarvi við American-Scandinavian Foundation og Scandinavia House – the Nordic Center in America.

Mentanarátakið er stuðlað av FarCargo, Atlantic Airways, Faroe Ship, Hiddenfjord, Betri Trygging, Føroya Tele, O.C. Joensen, Ocean Rainforest og Føroya Bjór.

-Umframt mínar egnu myndir eru eisini fotomyndir hjá Edwina Hay @arenotphotos

Kinna Poulsen