Listaárið 2021 – 2.partur

Um sólin hongur lágt og myrkrið fyllir meginpartin av samdøgrinum - tá stytsti dagur er farin framvið vita vit, at tað gongur móti ljósari tíðum. Tíð hevur týdning – tað síggja vit á skiftandi rákum innan listasøguna, men klokkutíðir hava sanniliga eisini stóran týdning og kunnu ávirka sjálva kensluna av tíð og stað og harvið eisini mátan, vit agera. Ein av teimum heilt stóru listaligu hendingunum í 2021 hendi í grundini longu í tjúgu og varð varpað út um alt landið í sjónvarpinum 19.december í 2020. Tað var upplatingin av Eysturoyartunlinum, fantastiska tunlinum, sum stytti okkum farleiðina millum Havnina og Runavik/Strendur úr 55 kilometrum niður í smáar 17 kilometrar. Koyritíðin, sum var 64 minuttir, var til 16 minuttir – tað er mær framvegis ófatiligt. Og úr Havn til Klaksvíkar verður koyritíðin stytt úr 68 niður í 36 minuttir.

Eysturoyartunnilin

Listaverkið hjá Tróndi Patursson í tunlinum er partvíst myndað úr ljósi og cortenstáli. Súlan mitt í rundkoyringini er monumental við litum, ið flóta saman, blátt og reytt verður violett og ljósliturin tykist livandi sum var talan um ein foss ella eitt logandi bál innanfyri. Kring súluna er ein ringur av figurum, sum mynda ein ring - summir eru yvir 3 metrar høgir. Yvirritaða var ein túr við Tróndi Patursson í tunlinum, sum m.a. greiddi soleiðis frá: “Eg avmyndi ikki ofta menniskju, men fór at hugsa um tingstaðir, sum vit hava havt kring allar Føroyar og so tað, at henda rundkoyringin onkursvegna er ein miðja í Føroyum, sum fer at savna fólk. Av hesum kom hugskotið at skera tilfarið út, so at tað líkist menniskjum, sum áskoðarin sær eins og skuggamyndir. Hetta eru vit føroyingar, sum hóast alt standa saman, lið við lið, vit sum hava liva her í øldir eisini tá tað ikki var lætt at lívbjarga sær her”.

Mentanarvika

Í vár var mentanarvika í Runarvíkar Kommunu við fleiri áhugaverdum tiltøkum og framsýningum m.a. var Gamli handil í Saltangará ein sera hugnaligur karmur kring eina myndaframsýning um vinnu, lív og vøkstur við sjóvarmálan í kommununi. Harumframt var listaframsýning hjá Tróndi Patursson í Glyvra kirkju við temperamálningum, sum heldur enn at reflektera ljósið út í framsýningarrúmið, halda ljósinum og litinum inni í myndaflatanum. Teir flestu av málningunum á framsýningini høvdu monokroma, bláa, gráa, gula ella grøna grund. Oman á grundina er málað eitt pastost organiskt, kalligrafiskt mynstur við svartari máling, ið leggur dent á myndaflatan næstan sum var talan um eitt relieff.  

Religiónsstríð

Í vár kyknaði eisini eitt satt eljustríð um eina átrúnaðarliga standmynd, sum skuldi setast upp á Høganesi og sum Tróndur Patursson skuldi gera. Stríðið endaði við, at uppskotið varð tikið aftur, men var áðrenn tað rættiliga beiskt og helst meira átrúnaðarligt enn listarligt. Skipað varð fyri innsavning av undirskriftum ímóti standmyndini og ein borgari á Saltangará, tónleikarin og tónaskaldið Kári Sverrison harmaðist í lesararbrævi á portalinum “Vit eru uttan iva ein minniluti, men her búgva eisini fólk, ið halda, at missionerandi kristindómur fyllir ivaleysa nógv sum er, og at ein stórur lýsandi krossur, ið stendur ovast uppi á eini høvd við vælsignilsi frá einum samdum bygdaráð, bert er enn ein áminning um, at væntað verður, at tú kastar teg undir ein ávísan átrúnaðarligan hugsanarhátt, ætlar tú tær at vera her…”. Yvirritaða var í Nón og kjakaðist og staðfesti her m.a. sína turkatrúgv uppá listina. Tað vóru nógv óð um og hetta var væl at merkja ikki tann gudiligi meirilutin (sum endaði við at vera minniluti), men humanistar og progressiv fólk, sum vildu hava ein meira avgjørdan listaummælara. Eg hugsi framvegis, at orsøkin til ta ógvusligu reaktiónina hevur nakað við okkara tíð at gera og eina samfelagsliga polarisering, sum skapar ósemjur á virðisøkjum, sum Miðflokkurin heldur skulu parkerast. Tað verða tey so inntil tey bresta sum brunafongdir svøllir og tað er ikki altíð so pent

Tróndur Bogason

Nógvar tónleikaframførslur vóru avlýstar í 2021, men ikki Várkonsertin hjá Aldubáruni, ið var forkunnug og bygdi á kontrastir og samanspæl millum klassiskan partiturtónleik og elektroniskan dansitónleik. Tað var Andreas T.Restorff, ið samskipaði konsertina við Aldubáruni, Hettarher, Jens L.Thomsen og Tróndi Bogason Hansen. Konsertin var sum heild sera samanhangandi og væl skipað. Í ummæli skrivaði eg m.a., at tað er freistandi at kalla tónleikin hjá Tróndi Bogason Hansen fyri minimalistiskan, tí nógvastaðni byrjar hann sera einfalt sum eitt rútmiskt endurtikið ljóð, neutralt sum var tað framleitt við maskinútgerð. Í veruleikanum er tað slagverk, sum fær aftursvar frá violinum, ið aftur fáa svar frá onkrum øðrum ljóðføri. Tað bimlar og tað bamlar og svingar, so at konsertáhoyrararnir í løtum mintu um tey berømtu hopphøvdini í Perluni fyrr í tíðini. Eitt annað tónleikaligt hæddarpunkt í 2021 var nýggja útgávan hjá Teiti, Cazador de Ostras – eg skrivaði í ummæli m.a: ”Nú brestur á” er ein einastandandi vísa, so sjáldsom og vøkur, at eg fái gásarhold her eg siti við telduna og royni at lýsa hana. Lagið byrjar rættiliga einfalt við kláru røddini á Teiti, sum snarar seg upp úr sjóðinum í ein beinan eystan, alt meðan eitt vetrarkvøld við ódn verður lýst so stillisliga hugnaligt, at mann næstan gleðir seg til ta árstíðina. Hetta er ein føðilandssangur; sjónarhornið er so íheimligt og hugnaligt, at tað minnir um bæði biedermeyer og gamlar heimstaðarvísur, sum bera uppá rím og sum yvirhøvur ikki hava annað endamál enn bara at lýsa hugna, nærveru og harmoni. Heimdyrkanin er í ein ávísan mun eyðkend fyri okkara samtíð beint nú eins og eitt úrslit av coronafongdari angist fyri smittu, útheimi og ótryggleika, men Teitur megnar sum áður nevnt at fevna bæði tað heimliga og tað globala”.

Bøkur

Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum, har ljós m.a. varð varpað á ummæli sum listaslag og tað var áhugavert, sjálvt um tiltakið als ikki var eins væl vitjað sum tað plagar. Hetta komst helst av krúnu- og øðrum krími og tað var gott hjá okkum snorandi at kunna stroyma upplegg úr Norðurlandahúsinum. Nógvar bøkur vórðu givnar út í ár. Sprotin gav út tvey yrkingasøvn hjá Tóroddi Poulsen, Verljóð og Fyribilsni, har summar yrkingar kennast eins og tíðarmaskinir, har sveiggjandi trækrúnur kunnu leiða okkum aftur til eitt dansigólv í hálfjersunum. Tað var eisini gott at lesa yrkingar hjá Daniellu Andreasen, tí hon er serstøk og skrivar um tann óhetjuliga gerandisdagin, tá dastið er farið av romantikkinum Beinir Bergsson hevur tikið seg nógv fram við sínum næsta savni, Sólgarðurin, sum eg í ummæli kallaði fyri eitt bragd bæði innihaldsliga og fagurfrøðiliga: ”Sólgarðurin er í minninum hjá einum yrkjaraegi, sum eitt nú minnist ommu sína í urtagarðinum. Samstundis er Sólgarðurin eitt gróðrarmikið paradís við hópin av sansaligum blómum og erotikki millum menn. Tað kynsliga verður lýst rættiliga beinleiðis, men perspektivið er so nær, at lesarin missur fótafesti saman við yrkjaraegnum. Kropparnir verða eins og blindar, lívrunnar verur uttan onnur endamál enn lívið í sjálvum sær. Kynslívið verður lýst sum lívfrøði, kroppurin er sum blómubløð og hárið verður hoyggj. Forgeingiligleiki og deyði hómast í moldini og øllum skordýrunum, sum skríða og flúgva í Sólgarðinum og ein longsul eftir at náttúrunnar ringrás kann skapa lív eisini eftir deyðan”. Nýggja bókin hjá Carl Jóhan Jensen, Vatn er ein vátur logi kom í heyst og fullgjørdi sermerktu triologiina hjá skaldinum, har tilveran verður kruvd og kannað og sett saman aftur á nýggjum við orðum og setningum eins og viðkomandi listaverk. Vatn er ein vátur logi er blá og kemur aftrat bókunum Sær - ein fuglabók av gloymsku frá 2017, ið er hvít og Terningar – søgur av tilvild frá 2019, sum er reyð. Á hillini standa hesar tríggjar bøkurnar nú sum eitt sermerkt trikoloristiskt monument í nýggjari føroyskari bókmentasøgu, Eitt serstakt listarligt univers á tremur í listarligum og formligum tilviti og nýhugsan við søgum um nívandi einsemi, óndskap, tilvild og aðra tilveruliga sút. Ein onnur sera áhugaverd og vøkur útgáva í 2021 er RITLIST I: Antologi, sum er fyrsta útgáva við tekstum hjá lesandi á listaútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum. Bergur Djurhuus Hansen skrivar í fororðinum m.a: ”Hetta savnið er eins fjølbroytt og tey, ið hava skrivað í tað. Tekstirnir skifta í stíli og formliga. Einstakir standa sum høgdir í stein, loknir og týðiligir. Aðrir eru mest sum gjøgnumskygdir, og aðrir ganga í ring, sum yrkingaklingrur, eins og vilja teir fáa fatur í onkrum, sum er í nánd, men fer undan og tí einans kann koma fram í næstan serielt broyttum endurtøkum…”

Listaframsýningar

Í februar var eg í Fuglafirði og sá eina stóra framsýning hjá Frits Johannesen, har ikki minst ein mynd av einum eingli hugtók: ”Koloristiska bjarta myndin er full av mynstrum og endurtøkum og eini tysjandi kenslu av horror vacui, sum vit eisini uppliva í summum myndum hjá Tóroddi Poulsen. Og hyggja vit nærri at dómadagseinglinum, eru mynsturskapini í grundini átøk mikrochippum og printplátum. Kombinatiónin millum bíbliutekst og elektroniskar komponentar, sum samstundis eru mynstur í eini fagrari heild, er áhugaverd og hugtakandi original. Myndin er bæði naivistisk og dekorativ í skapum og litum, samstundis sum hon hevur eina serliga visionera outsiderart-kenda styrki við monumentalari og bókmentaligari tyngd, sum klæðir sveimandi listamanninum…” Eg kurateraði sjálv einar tíggju framsýningar í 2021 - onkur teirra verður framsýnd fyrst í komandi ári (um omikron vil). Í summar læt upp framsýning við smáum, skærum vatnlitsmyndum hjá Frits Johannesen í Víngarðinum. - Ein fjálg løta at minnast afturá og tað sama má sigast um BLUE VELVET framsýningina við slóðbrótandi tekstillist hjá Randi Samsonsen. Hon var eisini við á Always Coming Home - OCEANIC CONNECTEDNESS hjá Forlagnum EKSIL í tí gandakenda húsinum hjá Karli í Norðagøtu, sum fekk okkum til púrasta at gloyma pandemiina. Framsýningin tók meg á bóli upp til fleiri ferð, so mikið væl er hon sett upp við bæði fastari hond og humor, men eisini við ansi og virðing fyri tilfari, søgu og staðseting. Ein uppgáva, sum kuratorarnir báðir, Alda Mohr Eyðunardóttir og Kim Simonsen hava klárað ómetaliga væl. Tað sama kann sigast um Hansinu Iversen, ið kurateraði Ólavsøkuframsýningina og nýtti høvið at fagna Ingálvi av Reyni, sum í fjør hevði fyllt hundrað. Í august læt framsýningin “eg sakni alt alla tíðina” upp í forhøllini á Listasavni Føroya. Framsýningin var ein lítil presentatión av ungu listakvinnuni, Aldu Mohr Eyðunardóttir. Høvuðstátturin í framsýningini er “saknur”, eins og heitið vísir á. Alda Mohr Eyðunardóttir er hugtikin av handarbeiði og brúkar tað á ymiskan hátt í list síni, bæði við at tilevna tekstilverk við hond og við at stoypa tekstil í bronsu. Í ummæli av framsýningin skrivaði eg m.a., at hon var ”hugtakandi í sínum trevsuta, eyma og inntonkta undirgangsestetikki við organiskum og modernaðum verkum, sum eisini eru dramatisk, full av romantiskum longsli”.

Gamla Seglhúsið

Í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík vóru fleiri áhugaverdar framsýningar hjá m.a. Zachariasi Heinesen, Eyðuni av Reyni og Bárði Jákupsson. Framsýningin hjá Anker Mortensen var ómetaliga vøkur, eg ummælti og skrivaði m.a: ”..heildarinntrykkið ljómar av bláum. Anker Mortensen brúkar bæði Ultramarinblátt og Parisarablátt, sum hann málar í fleiri løgum við rundleittum skapum, ið breiða seg kring allan myndaflatan. Summi sýnast fløt og óblonk, meðan onnur eru skínandi og gjøgnumskygd. Fleiri staðni hómast løriftið út ígjøgnum málingaløgini, tað hevur m.a, við sær, at kantarnir á myndunum sýnast eitt sindur ullintir. Endaúrslitið er málningar, ið um somu tíð eru sera fysiskt til staðar í rúminum samundis sum okkurt fullkomiliga óítøkiligt er yvir teimum har tær hanga á myrku timburveggunum í Gamla Seglhúsinum eins og lýsandi ovursjónir”.

Harmur og gleði…

Í 2021 mistu vit nøkur av teimum, sum á ymiskan hátt hava ríkað um list og mentan. Gunnar Hoydal arkitektur og skald, Palli Gregoriussen, arkitektur, høvundur og teknari og Vár í Ólavsstovu lektari og ummælari. Carl Jóhan Jensen skrivaði eitt haiku til minnis um Vár: ”Toybil í myrkri,/ Rendur hvítna á skýggjum,/ Minnini lýsa.” Í Kringvarpinum var tað serliga sendingin Nón, sum varpaði ljós á list og mentan. Har vóru nógvar áhugaverdar sendingar frá teimum - ikki minst problematiserandi sendingar við veruligum mentanarjournalistikki, har spurt var um listin skal vera sømilig fyri at fáa almennan stuðul. Nón hevði eisini prát við Paulu Gaard, Ph.d. og námslektara á Fróðskaparsetri Føroya og Magnus William Olsson, ummælara og yrkjara um ummæli sum listaslag. Nógv var at gleðast um í brátt farna ári. Til dømis hevur Listasavn Føroya móttikið eina stóra gávu frá einum privatum samlara í Danmark og at talan er um eina milliónagávu við heili 8 listaverkum eftir Sámal Joensen-Mikines. Tað er gott og vit kunnu gleða okkum at síggja verkini í februar, tá savnið letur uppaftur eftir tiltrongda umvæling. Sofía Nolsøe fekk týdningarmiklu donsku leiklistavirðislønina, Teaterpokalen. Teaterpokalen er elsta leiklistavirðislønin í Danmark og tó, at aðrar virðislønir eru bæði størri og pengasterkari, er Teaterpokalen ein serliga týdningarmikil og vird virðisløn. Í summar varð kunngjørt, at Anna Katrin Ø. Egilstrøð, Sakaris Fríði Stórá og Marita Dalsgaard fingu listafólkaløn í trý ár fyri at arbeiða burtur av við ávíkavíst yrkistónlist, -filmslist og - palllist. Í heyst skiltist, at bókin hjá Kim Simonsen, Hvat hjálpir einum menniskja at vakna hesumegin hetta áratúsind hevði vunnið eina virðisløn í Makedonia sum besta útgáva har í 2021 frá The Association of Publishers and Booksellers of Macedonia (ZIKM) á altjóða bókamessuni í Skopje. Henda bókin er týdd til enskt og tað hevur endurvakt ein áhuga fyri henni eisini í New York, haðani yrkjarin og týðarin Randi Ward hevur vunnið Nadia Christensen virðislønina í týðarakapping hjá American Scandinavian Foundation fyri sína týðing av úrdráttum úr yrkingasavninum hjá Kim Simonsen. Á listaøkinum hava vit nógv at vera errin av og so nógv meira enn her er nevnt. Lat meg nýta høvi at takka øllum okkara listafólkum fyri tað, tey skapa. Takk eisini, kæri lesari, um tú hevur lisið so langt - gott nýggjár.