Listaárið 2021 – 1.partur

Nú árið er komið at enda býðst høvið at líta aftur á 2021, at taka samanum og gera status. Hvat hendi hesar dagar, vikur og mánaðar, ið myndaðu árið, hvat upplivdi tú? Eg haldi, at árið skarst væl hóast corona og omicron órógvaðu nakað – ikki minst live framførslur – So mikið nógv gekk fyri seg kortini, at mín grein um Listaárið í Dimmalætting mátti býtast sundur í tveir partar. Tann fyrra seti eg herundir – tann seinni stendur at lesa í nýggjársdimmuni komandi.

Eg havi til fánýtis roynt at leitað eftir Kringvarpssendingini Árið, ið fór í mentan, sum seinastu árini hevur verið send í útvarpinum við ársenda – er hon spard burtur ella havi eg ikki leitað nóg væl? Vónandi tað síðsta, tí slíkar sendingar hava týdning og geva okkum yvirlit yvir hvat rørdi seg á mentanarpallinum og tað er av serligum týdningi, at okkara almenni mentanarberi og tíðindamiðil gevur okkum yvirlit.

Eg havi til stuttleika gjørt mær eitt yvirlit yvir hvat fólk hava verið mest áhugað at lesa her á Listaportalinum. Talmerkta yvirlitið vísir fimtan tær mest lisnu greinarnar og rákið fer rættiliga greitt tann vegin, at fólk eru serliga áhugað at lesa listatíðindi og tilfar um persónar, ið antin hava avrikað okkurt ávíst, fingið starvslønir ella virðislønir ella verða mint í sambandi við andlát. Her eru fimtan tær mest lisnu greinarnar á Listaportalinum 20:

1. Mentanarstarvslønir latnar https://bit.ly/3pvfyyJ 9.mars

2. Til minnis um Gunnar https://bit.ly/3mBZEAE 16.apríl

3.Hjartaliga til lukku, Kim Simonsen https://bit.ly/3pxCyx2 18.sept

4.Við bankandi kjøthjarta https://bit.ly/3FAuEbL 14.mai.

5.Ein rødd, sum sigur nakað nýtt https://bit.ly/3qyr1Ng 13.okt

6.Religiónsstríð á Nesi?https://bit.ly/32qaOBZ 29.mars

7.Marius Olsen sýnir fram í Steinprenti https://bit.ly/3exhQHi 6.juli

8.Randi Ward hevur vunnið virðisløn fyri týðing https://bit.ly/3HhA5wL 1.des

9.Vikuyrking til minnis um Vár https://bit.ly/3zdQ6kI 29.feb.

10. Industrial Bondage https://bit.ly/3162ztX 14.apríl

11.Marius Olsen í Steinprenti – vernissage https://bit.ly/3FE1NDq 11.juli

12. STATUS https://bit.ly/3EuTZ5z 12.mars

13.Hansina Iversen – vernissage https://bit.ly/3pwEc24 31.jan

14.Sofía vann Teaterpokalina https://bit.ly/3FzxHBe 6.des

15.Sigrun fekk mentanarvirðislønina https://bit.ly/32CQ49I 14.jan.

Mínar egnu listaupplivingar í brátt farna ári vóru nógvar og eru eyðvitað treytaðar av øllum møguligum subjektivum og ikki minst pandemiskum, men eisini infrastrukturellum fyribrigdum. Tann einastandandi Eysturoyartunnilin ger tað høgligari at vitja framsýningar á Skálafjørðinum og norðanfyri. Har havi eg havt góðar listaupplivingar, men havi annars havt flestar av mínum listaupplivingum í Havn, har eg búgvi og so havi eg eisini havt fínar upplivingar í Keypmannahavn og í Firenze og Padova ikki um at tala.

Her er eitt sindur um Listaárið 2021 – fyrri partur (og hann varð skrivaður áðrenn málið um sammøður varð samtykt):

Nýlig harmaljóð frá tónleikarum og øðrum framførandi listafólkum umframt LISA um ómøguligar liviumstøður orsakað av coronaavmarkingunum og harav fylgjandi avlýsingum eru eitt neyvt ekkó av støðuni um somu tíð í fjør. Hetta gjørdist eitt nógv longri og seigari pandemitíðarskeið enn vit høvdu væntað. Í skrivandi stund er samfelagskjakið politiskt. Allastaðni tosa fólk um politikk. Í bussinum, í Keypsamtøkuni, í lærarastovuni, á facebook osfr. Hetta er í kjalarvørrinum av 2.viðgerð av málinum um sammøður. Í Danmark er eisini alt á gosi, tí ein fyrrverandi ministari er dømd at sita tveir mánaðar í fongsul. Í kjakinum av báðum hesum málunum sæst eitt ávíst lyndi til ein heldur foreinklandi hugsunarhátt og argumentatoriskt strámannavirksemi, tá fólk skriva, at málið um sammøður fer at ganga út yvir føroyskar pápar. Tað sama kann sigast um uppáhaldið um, at danska dómsvaldið við sínum dómi av Støjbjerg hevur valt at geva pedofilum abbum frípass til sínar gerningar. Heilt so einfalt og klikkað er tað jú ikki – í veruleikanum snúgva hesar báðar sera ymisku avgerðirnar seg um at fylgja lóg og samvitsku. Og tað er kanska ikki so galið, at vit eru komin hartil – sjálvandi eiga avtalur at verða hildnar, men avtalur um at parkera etisk mál eru bygdar á sandbotn og kunnu ikki halda. Hetta slagið av kyniskari deponering av egnari sannføring og samvitsku eigur ikki at bera til í okkara løgtingi.

Armslongdarreglan umaftur

 – Íðan, hvat hevur alt hetta við listaárið at gera, spyr forvitni lesarin og svarið er alt. Politikkur hevur alt at siga eisini fyri listina t.d. í mun til armslongdarregluna, sum aftur í 2021 var á vandakós av tí, at Jenis av Rana valdi at taka ætlaða stuðulin til Skúla Scam og Sælu aftur, tí at innihaldið í hesum filmsverkætlanum sambært hansara egna moralska kodeksi er óhóskandi. Og so er tað tað við heimild. Ein ministari hevur rúmar heimildir, men vit hava fingið til vana at fylgja fakligum ráðum innan listastuðul, eitt brot á hesa siðvenju er eitt listfakligt afturstig.

Sangur

Listaárið byrjar á hvørjum ári við Nýggjárskonsertini, sum í ár var koronuskerd uttan kór og áhoyrarar. Av tí, at smittuvandin økist av sangi, hevur kórsangurin sum heild ikki havt góðar umstøður undir farsóttini. Kortini avgjørdi Kórsamband Føroya at kórsangur skuldi vera á ólavsøku við kravi um, at sangarar skuldu skráseta seg og frammanundan vera koppsettir og kannaðir. Tað spældi alt væl av, bæði sangur á Tinghúsvøllinum og hugni á Tinganesi. Í ár var Bernharður Wilkinson kórleiðari á Tinghúsvøllinum og sami dugnaligi maður dirigeraði eisini Føroya Symfoniorkestur í teirri væl framførdu og framleiddu Nýggjárskonsertini, sum vit sóu í sjónvarpinum.

Foto: Bjarni Ártin Rubeksen KVF

Listaheiður og -íløgur

Síðan var tað Mentanarvirðislønarhandanin, sum í ár fór fram í Løkshøll og eisini varð sjónvarpað út í stovurnar. Myndlistakvinnan, Sigrun Gunnarsdóttir fekk Mentanarvirðislønina 2020 við teirri grundgeving, at ”hennara myndevni áhaldandi hugtaka og tala til okkara og at hon er ein listakvinna í støðugari menning, sum sigur søgur um menniskju og mannakor, djór og náttúru og alt tað alheimsliga, vit kenna. Hon lýsir tað stóra í tí smáa og gevur myndevnunum eina nýggja frásjón, eitt nýtt dýpi..”. Sangarinnan, Birita Poulsen fekk ta virðislønina, sum fyrr var latin ungum listafólkum, men sum mentamálaráðharrin eyðsýnliga ynskir at hava størri ávirkan á og sum í tíðindaskrivinum verður nevnd ”serstaka virðislønin”. Birita Poulsen er av sonnum bæði ung og dugnalig - tað hoyrdu vit ikki minst á Nýggjárskonsertini hjá Symfoniorkestrinum. Fyri byggilistarligu avrik, sum á nýskapandi hátt endurhugsa og skapa frásøgur um lendi og umhvørvi, fekk Ósbjørn Jacobsen Heiðursgávu landsins 2020. Heiðursgáva landsins verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Í mars vóru starvslønir frá Mentanargrunninum kunngjørdar, tá gjørdist greitt, at Jóhan Martin Christiansen (myndlist) og Marjun Syderbø Kjelnæs (bókmentir) fingu eitt ár í part, meðan Dánjal Dam á Neystabø (tónlist og annað), Hanni Julius Bjartalíð (myndlist), Katrina í Geil (bókmentir), Kim Simonsen (bókmentir), Leivur Thomsen (tónlist), Magni Husgaard (tón- og ljóðlist), Mikael Blak (tónlist), Randi Samsonsen (myndlist) og Sakaris Fríði Stórá (filmslist) fingu eitt hálvt ár í part. Og Sakaris Fríði Stórá var eisini millum tey trý listafólkini, sum fingu listafólkaløn í trý ár. Aftrat honum vóru Anna Katrin Ø. Egilstrøð (tónlist) og Maritu Dalsgaard (pallist)

Listaframsýningar

Fleiri listaframsýningar vóru m.a. í Klaksvík og í Havn, tó at onkur mátti avlýsast vegna koronu m.a. tann hjá Tóroddi Poulsen í Perluni. Í januar læt framsýningin Orðið er ógreitt, myndin er klár við málningum og prentum hjá Hansinu Iversen upp í Steinprenti. Seinastu mongu árini er litografi vorðin ein so týdningarmikil partur av listarligu prosessini hjá Hansinu Iversen, at hennara málningar ávirkast av tí í bygnaði við fleiri løgum, sum umskarast. Á upplatingini las Carl Jóhan Jensen fyrsta part av síni týðing av kendu yrkingunum hjá T.S.Eliot, Four Quartets. Týðingin kom út í ár og Hansina Iversen myndprýddi útgávuna. Framsýningin hjá Jón Sonna Jensen í Steinprenti, Industrial Bondage, stendur eisini rættiliga klár í minninum. Hann hevur síðani hann byrjaði, arbeitt sera tilfarsliga tilvitað við heldur øðrvísi tilfari, sum annars verður brúkt innan byggivinnu m.a. Standmyndir og objekt hava eitthvørt maskingjørt yvir sær, samstundis sum skapini eru full av lívrunnum ójavnum. Fleiri av verkunum hava ein bløðrutan yvirflata, ið sipar til okkurt, ið er flótandi og bleytt, samstundis sum verkini sýnast hørð og føst. Mótsetningsríku, bólgnandi verkini sýnast bæði løtt og skemtilig og djúpt álvarslig. Tey hava eitt hugtakandi sansaligt, hedonistiskt brá, sum verður undirstrikað av ljósareyða litinum, ið gongur aftur í verkunum á framsýningini.

Jóhan Martin Christiansen hevði tvær sera ymiskar framsýningar í Havn í ár. Eina við gipsverkum í Víngarðinum og eina við installatiónslist og gips í Steinprenti. Síðstnevnda framsýningin Tell It To My Heart minti um eina stóra konstruktivistiska installatión. Solveig Hanusardóttir Olsen ummælti framsýningina í Dimmalætting og skrivaði, at hon er hugtakandi: ”Eg haldi, at tað er fantastiskt at hava møguleikan at uppliva slíka avantgarde list í Føroyum. Framsýningin hevur eitt minimalt og industrielt brá, samstundis sum at hon er kensluborin og holdslig. 80-ára huglagi, nýtulkanin av populermentan, tilsipingarnar til ídnaðin eru øll partar av heiminum, sum kagar fram í framsýningini…”.

Í mars var framsýning við vatnlitamyndum og collage hjá finsku listakvinnuni, Anna Seppälä í Steinprenti. Myndirnar hjá Onnu Seppälä eru vakrar, lívsfegnar og litríkar, samstundis sum tær eru ekspressivar, dramatiskar, symbolskar og apokalyptiskar. Fríða Matras Brekku hevði serframsýning í Víngarðinum m.a. við blómumálningum. Blómumálningar hava sína egnu listasøgu. Fyrr í tíðini var málningalist ikki hildin at vera hóskandi arbeiði hjá kvinnum, meðan blómumálningar kortini kundu góðtakast sum eitt slag av málaðum broderíi, ið var hóskandi hjá kvinnum at takast við. Listafólk finna uppá ráð og duga at víðka um sjangrur - blómumyndirnar hjá Fríðu Matras Brekku sýnast um somu tíð grafiskt einfaldar og modernaðar. Yrkjarin og myndlistakvinnan, Anna Malan Jógvansdóttir hevði sína fyrstu framsýning í Víngarðinum við heitinum EG ERI ELDGOSIÐ. Framsýnt var eitt úrval av tusjmyndum á pappír, sum eru figurativar, dekorativar og sum við sínum bjørtu litum og ævintýrkendu skapum kunnu tykjast góðvarnar ella fittar. Í veruleikanum eru hesar myndir álvarsligar, ekspressivar og enntá daprar í støðum. Tað var somuleiðis áhugavert at uppliva nýggj verk hjá grafiska listamanninum Mariusi Olsen. Hann hevði framsýning í Steinprenti og gjørdi ársins gávuprent til limirnar í áhugafelagnum Steinbrá.

Framúr Summarframsýning í NLH

Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum, Species var ein tann mest spennandi listaframsýningin í Føroyum í ár við teimum báðum listafólkunum, Janne Nabb (f.1984) og Maria Teeri (f.1985), ið eru útbúgvin á finska listaakademinum og universitetinum í Helsinki í 2011 og hava havt fleiri framsýningar bæði í Finnlandi og altjóða, t.d. vóru tey við í Norðurlendska framsýningarskálanum á Venezia Biennaluni í 2019. Tey kalla seg nabbteeri, teirra list er grundleggjandi kollektiv og idealistisk, merkt av hugsanum um javna og sínamillum virðing millum ymisk lívsløg eisini tey, sum eru so smá, at vit ikki síggja tey og við serligum denti á djór uttan beinagrind (t.d.høgguslokkar, krossfiskar, flatmaðkar, hvalspýggjur osfr.). Listin hjá nabbteeri ávirkast av staðnum, har tey framsýna; sjálvt um okkurt verk hevur verið framsýnt aðrastaðni enn í Norðurlandahúsinum er tann framsýningin eins og allar aðrar framsýningar hjá nabbteeri staðspesifikkar. Tey samstarva við listafólk ella kuratorar ymsastaðni – í sambandi við framsýningina í Norðurlandahúsinum hava tey samstarvað við Inger Smærup Sørensen, sum hevur kuraterað og sum bar eyga við verk hjá listafólkunum á eini framsýning í Kiasma í Helsinki.

Norðurlendskar virðislønir

Uppskotið frá føroysku tilnevningarnevndini at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár var yrkingasavnið Eg skrivi á vátt pappír eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger við yrkingum, sum bæði snúgva seg um lív og list, skrivaðar við einum serligum neyvt sansandi, poetiskt búnum tóna, sum vit longu nú í útgávu nummar tvey hjá yrkjaranum kenna aftur sum eyðkendan fyri hennara skrivihátt. Seinni í ár varð kunngjørt, at grønlendski rithøvundurin, Niviaq Korneliussen vann norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri sína sosialrealistisku og aktivistisku bók um sjálvmorð millum ung í Grønlandi, Blomsterdalen. Bókin Sum rótskot eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs var í uppskoti til ársins Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn hjá Norðurlandaráðnum. Bókin tematiserar aktuel evni sum veðurlagsbroytingar, nýtslu av skíggjum, rúsdrekkamisnýtslu, sorg, og harafturat stór og torskild evni sum samleika, seksualitet, vísindi og trúgv. Svenski rithøvundurin, Elin Persson fekk virðislønina fyri sína ungdómsbók, "De afghanska sönerna". Virðislønarhandanin varð send í sjónvarpinum, her hoyrdu vit, at Eivør Pálsdóttir fekk Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021. Hana hevur hon av sonnum uppiborið fyri sítt framúrskarandi tónleikaavrik. Í grundgeving varð sagt, at hon er ein gudaborin tónleikari við eini vakrari rødd, sum við síni alfevnandi nærveru á palli hevur hugtikið tónleikaáhugað kring allan heim.

Leiklist

Leiklistarliga bjóðaði árið uppá tveir leikir og enn eina umplasering av Tjóðpalli Føroya, sum er heimsins mest ófriðaligi bygningur, ið nú eftir øllum at døma skal staðsetast á Bursatanga. Hetta fekk eina ikki so øgiliga spenta viðmerking frá yvirritaðu á Listaportalinum: ”Tjóðpallur Føroya hevur virkað síðan februar 2005, hesi sekstan árini hava vit upplivað bygningin bæði staðfestan og tiljublaðan upp til fleiri ferðir eins og skiftandi samgongur hava lovað hetta og hatta, men fyri tað mesta hevur mann bara bíðað og bíðað og bíðað eftir Godot og eftir einum rúmligum og stásiligum tjóðpalli og enn er einki hent. So blívur mann also eitt sindur skeptisk og hevur ilt við at trúgva uppá nýggjar ætlanir. - Jú, á Skálatrøð skuldi tað vera og tað fyri vist, Heðin avdúkaði, hvítvín varð drukkið, men tað var heilt galið, hildu fólk, tí hvat so við bilunum, hvar skuldu okkara kæru bilar tá vera? Bilurin er kongurin í Føroyum 1-0 til bilarnar. Leiklistastríðið varar við í føroyska leiklistaumhvørvinum. Á einari síðu er leiklistabólkurin Tvazz, sum setti upp leikin Ó Søgur um djevulskap við støði í kendu skaldsøguni hjá Carl Jóhan Jensen, sum plagdi at vera intellektuell lakmusroynd í heimliga dunnugarðinum. Høgni Djurhuus ummælti leikin í Nón og var sjáldsama hugtikin. Ummælið fekk yvirskriftina Eitt megnar avrik. Tjóðpallurin framførdi nýggja leikin hjá Jóanesi Nielsen, Portrettið, sum eg í ummæli metti at vera listarliga viðkomandi: ”Tá leikararnir spæla við marionettdukkur fáa teir ein annan samleika og júst hesin lítli leikurin í leikinum, hesin um somu tíð barnsligi mini-leikur og svakligi dance macabre ber spennandi møguleikar við sær. Leiklistaliga upplivingin verður meira fjølbroytt og tað vísir seg sum, at alt slag av sjangrublandi klæðir tilfarinum hjá Jóanesi Nielsen væl - hann er jú frammanundan vanur at skriva yrkingar, sum minna um sjónleikir og letur t.d. í yrkingini Streymslit í savninum Gudahøvd (2017) Luther og Melanchton koma á gátt. Eg haldi eisini, at teir bestu partarnir av nýggja leikinum eru eitt slag av lyriskum monologum um mánan, um tilveruna og um listina…”

Filmur

Alt árið spenti Filmsfelagið seg út við góðum filmssýningum, vit vóru til fleiri áhugaverdar danskar filmar, t.d. Pagten um eina demoniska Karen Bliksen og hennara órímiligu krøv til yrkjaran Thorkild Bjørnvig og so var tað Druk hjá Thomas Vinterberg við einum fantasiska væl spælandi (og dansandi) Mads Mikkelsen, men hvørs problematik eg als ikki kundi seta meg inn í sjálvt um eg eri studentaskúlalærari og miðaldrandi og eg veit ikki hvat. Salurin var eisini fullsettur, tá vit vóru til nýggja heimildarfilmin um Ingálv av Reyni, Ferðin inn í tað ókenda, sum teir báðir Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen hava lagt til rættis. Filmurin er ein filmur um ein film og tá talan er um ein tann týdningarmesta og mest sædda listafilmin í Føroyum, Svartur Sannleiki frá 1999, so var hetta ein sera forvitnislig verkætlan. Ferðin inn í tað ókenda er samanumtikið ein gáva til Føroya fólk, sum teir báðir, Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen skulu hava hjartans takk fyri – ikki minst fyri brot, sum geva okkum nakað nýtt, t.d. tá Ingálvur tosar ítøkiliga um ein málning, hann er í ferð við at mála. Ein av teimum mest umrøddu og róstu filmunum í ár er annars tann lítla perlan, Skál, sum Maria Tórgarð og Cecilie Debell leikstjórnaðu. Skál er samnevndur við yrkingasavnið Skál, og snýr seg um yrkjaran, Daniu O.Tausen, sum er flutt úr einum umhvørvi í annað. Filmurin snýr seg um ungdóms avbjóðingar um at finna seg sjálva, royna mørk og um at finna eina javnvág millum uppvøkstur og tað nýggja. Tað besta við filminum er, at hann er nuanseraður og brýtur niður fordómar. Sum hyggjari verður tú góð við persónarnar á báðum síðum av bíbliubeltinum og tað gevur ein serstakliga áhugaverdan film.