Leygardagin 6.februar læt framsýningin Summer Night City við gipsverkum hjá Jóhan Martini Christiansen upp í Víngarðinum. Her eru nakrar myndir frá fyrireiking, upplating og framsýning. Framsýningin verður hangandi inntil 5.mars og sæst gjøgnum sýnisgluggan. Hon sæst betri inni. Opið er í Víngarðinum fríggjadag 16-00 og leygardag 18-00.